Ketil við bryggju í Runavík

Nýggi ferðamannabáturin, sum AWI Boats í Runavík hevur gjørt til Grønlands, er flotaður og eitur Ketil

Bátasmíð

Runavík:
Ketil er 35 føtur til longdar, innilokaður og hevur tveir motorar, sum geva honum eina ferð upp á umleið 20 míl.
Skrokkurin á nýggja bátinum er tann sami, sum á nýggja AWI Star 35 útróðrarbátinum »Tvíburðar« sum latin varð í seinatu viku.
Ketil er gjørdur til grønlendska felagið Nanortalik Tourist Boats, sum skal nýta hann at sigla við ferðafólki í Suðurgrønlandi. Eisni skal báturin brúkast sum læknabátur har uppi, greiðir Lasse Klein á AWI Boats, frá.
Royndartúrin gekk Ketil 23 míl, sum hann fekk frá tveimum Perkins motorum, sum hvør hevu 265 HK. Krvið var, sigur Lasse Klein, at hann skuldi ganga í minsta lagi 19 míl. Kostnaðurin fyri bátin er knøpp hávtriðja millión krónur.
Báturin verður avskipaður við farmaskipi til Aalborg í aðru viku. Haðani verður hann so fluttur, eisini við farmaskipi, til Grønlands, og er ætlanin, at hann skal verða í Nanortalik umleið fyrsta juni.
Lasse Klein greiðir frá, at grønlendingar hava rættiliga víst áhuga fyri bátinum. Nógvir fyrispurningar eru komnir, men enn er eingin konkret avtala gjørd kortini.
Eisini í Føroyum tykist áhugi vera fyri hesum nýggja bátinum, sigur Lasse Klein. Men heldur eingin føroyingur hevur tikið nakara endaliga avgerð um at fáa sær ein slíkan.
Tað hava teir hinvegin, tá talan er um vanligu útróðrarbátarnar. Eitt nú eru tríggir AWI Star35 bátar ávegis, umframt at aðrir fyrispurningar eisini eru.
Tann stóri marknaðurin hjá AWI Boats seinnu nógvu árini hevur verið i Grønlandi. Fleiri enn 60 bátar hevur smiðjan gjørt til Grønlands, og í løtuni verður ein av teimum stóru, ein AWI 39, bátur gjørdur til Grønlands.
Lasse Klein fegnast um, at føroyski marknaðurin nú tykist vera vaknaður aftur, tí har hevur einki lív verið í eini tíggju - tólv ár, sigur hann.
Hinvegin er fyritøkan farin at gera umvælingar nú einaferð. Tær hava líkasum ligið á láni, s gur Lasse Klein, tí so nógvir nýbygningar hava verið. Men nú er gjørt av at taka umvælingarnar fram um nýbygningarnar, sigur hann
Tað arbeiða einir 20 mans hjá AWI Boats, og har er nokk at gera, letur Lasse Klein at.