óhugalig mál at loysa, gjørdi hann ongantíð tað. Hann tók ta ábyrgd á seg, sum honum var tillutað, og tá nógv stóð á, sást hetta ikki á honum. Tvørturímóti! Her upplivdu vit mangan stríðsmannin Hans Joensen [...] í nevndina í felagnum í 1997 og gjørdist formaður á aðalfundinum 1. februar í 2003. Hetta fór at vísa seg sum tíð, hvar nógv fakfelagsviðuskiftir vóru á breddanum, og skuldi Hans frá byrjan av, blíva hart [...] verkfall. Í dag kunnu vit líta aftur á sjónvarpsupptøku sum vísur ein avgjørdan Hans koma á Bursatanga, har farmur verður koyrdur í land av Norrønu. Sagt verður á bryggjuni, at arbeiðarafelagið í Havn
betongblokkunum á Oyrasundi andar av lívi. Fólk standa í gongini og práta, summi hava skund, fara inn í tær nakað slitnu lyftirnar, sum senda tey nakrar hæddir upp í loft, og uppaftur onnur eru á veg av húsum [...] nøkur, sum tú kennir aftur. Í forhøllini er ein listi yvir øll tey, sum búgva á næmingaheiminum, og har er lætt at fáa eygað á nøvn, sum ljóða føroysk. Tey eru at finna allastaðni. Undir D, undir K og undir [...] n at plasera í onkrari bygd í Eysturoynni, onnur sleppa ikki undan sínum uppruna á sunnastu oynni í landinum. Tosa nógv um fullveldi Tá tú ferðast av Christiansborg og til Oyrasundskollegiið, fert tú
sovorið álvarsamt etiskt mál (ein undirsjóvartunnil fekk hóast alt nógv fólk úr sessinum, yvir um hav og oman á Tinganes). Eg meini, at vit skulu veita politikarunum vegleiðing, við at siga okkara hugsan alment [...] livandi - nær talan er um lív. Okkara definitión upp á lív er greið. Tað er tá ein kyknubýting er farin í gongd; og tann kyknubýtingin fer í gongd aftan á, at eggið er gitið. Talan er sostatt um lív, beinan [...] verður eitt menniskjabarn føtt: tískil ein menniskja alla tíðina - ella hvussu? Dehumaniseringin Í samband við fosturtøku royna fólk ofta at koma burtur frá tilvitanini um hetta ólidna menniskjabarn, við
hyggja frameftir skúlanum viðvíkjandi. Einaferð mugu vit aftur seta hol á tjakið um, hvussu vit best skipa okkara skúla og hvussu vit kundu hugsað okkum, at framtíðarskúlin skal síggja út. Tjak og orðaskifti [...] mánaða og á ólavsøku sama ár lova hægri raðfesting av fólkaskúlanum og aðalorðaskifti um hesi viðurskifti? Nei hetta skapar ikki álit. Heldur vísir tað, hvussu tilvildarliga farið verður fram, og hvussu lágt [...] tímajáttanina til hetta skúlaárið er av á hesum sinni og burtursæð frá, at vit hava fingið nýggjan landstýrismann í skúlamálum, nýggjur deildarstjóri er settur á fólkaskúladeildini, tey nýggju skúlastýrini
viðkomandi skal út á arbeiðsmarknaðin ella annað. Barnið ella persónurin kann t.d. hava ymiskar innlæringartrupulleikar. Vit kundu fingið nógv meiri burturúr eini betri samskipan á økinum og so er eisini [...] 2/3 av arbeiðinum á einum dagstovni, skal vera útbúgvið fólk. Hetta er tað fyrsta, sum skal gerast. Hetta skal tó ikki skiljast sum um, at eg eri ónøgdur við hjálparfólkini, sum arbeiða á dagstovnum kring [...] fyri onnur á hesum økinum. Vit hava fleiri fyrimunir hesum viðvíkjandi, orsakað av at okkara samfelag er so lítið. Hví eftirapa okkum eftir øðrum londum? Eg haldi at vit gera hetta ov nógv. Men hartil
og altso ein skeiv fatan! Sjálvandi haldi eg at fólk skulu ganga á møti og í kirkju, men minnist bara til, at skrifttulkararnir, sum Bill sjálvur vísir á, eru menn (vónandi eisini kvinnur). Og sjálvt um [...] omanfyri. Og Bill er ósamdur ella hvussu? Eg haldi, at tað er Bill sum ikki tosar heilt klárt um, hvat hann veruliga heldur um hetta. Bill sigur eisini, at Bíblian er so nógv annað enn lógir osfr., og at Halga [...] gleðiboðskapinum? Í Gamla Testamenti eru jødar Guds fólk ofta eisini nevnt Ísrael. Í Nýggja Testamenti eru vit onnur eisini før fyri at vera Guds fólk, men við serrættindum? Guds lógir galda ikki okkum
vera nógv í Føroyum, ið kendust við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, tá hon á heysti 2015 tók við starvinum sum leiðari fyri framsøkni FarGen verkætlanini, tá ferð av álvara skuldi setast á arbeiðið [...] til. Í FarGen fara vit mangan uttanlands á ráðstevnur, og setist eg ikki aftur vegna hetta. Eg skal klára ting sjálv. Fólk eru røsk at hjálpa, men merkja eisini á meg, at eg vil royna sjálv og ikki takast [...] hon starvið at standa á odda fyri einum av mest spennandi verkætlanunum í føroyska samfelagnum. Í dag kennast flestu føroyingar við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen sum leiðara á FarGen og ein av Føroya
upp á ta talgildu skipanina, sum er á teimum trimum sjúkrahúsunum. Nýggj gjaldsskipan Eitt er, at tær tænastur, sum sjúkrakassarnir hava veitt, verða veittar av nýggju skipanini, men har kemur nógv aftrat [...] reseptskyldugt, og tí hevði fólk haldur ikki rætt til stuðul. Hetta var ein stórur smeitur fyri pensjónistar og viknaðar bólkar, tí tað eru kostískoyti, sum hesi fólk hava tørv á fyri at kunna liva eitt gott [...] Talan er um eitt uppskot, sum hevur verið leingi á veg, og sum hevur fingið drúgva viðgerð og hevur verið til hoyringar hjá øllum viðkomandi instansum. Talan er í nógvar mátar um eitt kollveltandi uppskot
mínum barnaárum vóru vit á barnamøti og eisini á rættuligum missiónsmøtum. Ikki tí vit skuldu, heima hjá okkum var trúarfrælsi, heldur tí vit tímdu, tað var ikki so nógv at fara til í hesi avbyrgdu [...] fríggjakvøldið ávegis norður á Hellurnar at halda vikuskifti. Legan var longu byrjað. Úti í gongini spældu børn, sum eg kendi, og onnur hvørs andlit vísti hvørjum fólkaslagi tey vóru av. Tey heilsaðu [...] hugsaði eg. Kom at hugsa um farbróður í Klaksvík, Andrias á Marknagili, sum nú liggur undir grønu torvu. Einaferð segði hann nei til at tala á einum møti, hann varð tyktaður við fleiri árum, áðrenn hann
blaðstjóri, algoystur inn á redaktiónina og sigur púra forfardur: »Tað er kríggj í USA! Ein flúgvari hevur rent á Pentagon!« Tá fleyg eg á føtur og fataði, at onkur leyp á USA, og journalistiska adrenalinið [...] Øll minnast, hvar tey vóru stødd, tá tíðindini um álopini á World Trade Center og Pentagon frættust. Á Dimmalætting vóru fólk í ferð við at gera blaðið liðugt. 11. september í 2001 var ikki nakar serligur [...] rendi á. Ein sjónarvátti í Washington segði, at flogfarið, sum rendi á Pentagon, eisini var eitt ferðamannaflogfar. George Bush var ikki staddur í Hvítu Húsunum, tá álopini vórðu framd. Hann var á arbeiðsferð