Fullveldi við røttu ferðini

Lesandi á Oyrasundskolleginum taka undir við fullveldistankanum, men nógv teirra meta skiftistíðina vera avgerandi fyri, um tað ber til at loysa frá Danmark. Tey halda, at ferðin á fullveldistokinum skal ikki vera so stór, at føroyska samfelagið fer at líða undir tí

Grátt.

Kanska eitt sindur keðiligt, kanska eitt sindur oyði. Men bara uttan.

Inni í teimum stóru betongblokkunum á Oyrasundi andar av lívi. Fólk standa í gongini og práta, summi hava skund, fara inn í tær nakað slitnu lyftirnar, sum senda tey nakrar hæddir upp í loft, og uppaftur onnur eru á veg av húsum.

Oyrasundskollegiið kann neyvan ákærast fyri at vera sjarmerandi ella eksklusivt, men tað er heimstaðurin hjá nógvum lesandi føroyingum. Millum veggirnar inni í teimum stóru bygningunum hoyrir tú alla tíðina føroyska málið, og millum tey mongu andlitini eru altíð nøkur, sum tú kennir aftur.

Í forhøllini er ein listi yvir øll tey, sum búgva á næmingaheiminum, og har er lætt at fáa eygað á nøvn, sum ljóða føroysk. Tey eru at finna allastaðni. Undir D, undir K og undir S.

Og tey ikki bara ljóða føroysk, nøvnini eru eisini føroysk. Onkur nøvn kennir tú aftur, onkur klárar tú beinanvegin at plasera í onkrari bygd í Eysturoynni, onnur sleppa ikki undan sínum uppruna á sunnastu oynni í landinum.


Tosa nógv um fullveldi

Tá tú ferðast av Christiansborg og til Oyrasundskollegiið, fert tú samstundis úr einum heimi, har politiska skipanin er neyvt fastløgd, har fundarskráir og yvirlit eru grundarlagið undir politiska arbeiðnum og kjakinum, og har tú møtir drivnum pol

itikarum allastaðni.

Á Oyrasundskollegiunum eru fólkini eisini politisk tilvitað, men kjakið og prátið um fullveldið fer fram í veitslum, í lyftum og í teimum smáu íbúðunum, har føroyski blíðskapurin stórtrívist.

Tey føroysku lesandi hava øll eina meining um fullveldið og fullvseldisgongdina, og nógv teirra eru eitt sindur ivandi. Ikki serliga ivandi um, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, men hvussu gongdin fram móti størri sjálvstýri skal vera.

Skiftistíðin ? sum tað verður tosað so nógv um ? er eisini avgerandi hjá nógvum av teimum føroysku lesandi.

? Eg dugi illa at ímynda mær, at tað ber til at taka fullveldi við eini skiftistíð upp á fýra ár, men er skiftistíðin eini 12-15 ár, so taki eg undir við fullveldinum, um avtalan annars hevði verið nøktandi fyri fø royska samfelagið, sigur Halla Nolsøe Poulsen, sum hevur lisið stjórnmálafrøði í tvey ár.


Danir lítið upplýstir

Allir føroyingarnir, sum vit tosaðu við, tá vit vitjaðu á Oyrasundskolleginum mikukvøldið, vóru samdir um, at danir vita sera lítið um føroysk viðurskifti og um fullveldismálið.

?Teir danir, sum eg komi í samband við, hava allir ein niðursetandi hugburð mótvegis føroyingum. Sum oftast eru viðmerkingarnar tær, at tað er upp á tíðina, at føroyingar klára seg sjálvar uttan pengar frá øðrum, sigur Anna Borg Dahl, sum lesir løgfrøði á universitetinum í Keypmannahavn.

John Thomsen, sum arbeiðir sum handverkari, kennir støðuna aftur.

? Danir plaga at koma við viðmerkingum, sum tú kennir aftur frá lesarabrøvum í BT og Ekstrablaðnum. Tað ber ikki til at fáa reitt kjak í lag við teir, tí teir vita einki um føroysk viðurskifti, sigur hann.

Millum føroyingar er støðan eitt sindur øðrvísi, tí tey royna at fylgja við gongdini heima í Føroyum, og tá tey hittast í veitslum og øðrum samanhangi er prátið ofta um fullveldið. Serliga tá samráðingar eru.

Og tí er væntandi, at tá føroyingar hittast á Oyrasundskolleginum og aðrastaðni í Danmark um vikuskiftið, so fer nógv at verða tosað um samráðingarnar, sum vóru í gjárkvøldið.

Samráðingar, sum skulu gera av, um føroyingar skulu hava fult ræði í Føroyum, ella um ríkisfelagsskapurin við Danmark framhaldandi skal vera grundarlagið.

Um úrslitið verður ja ella nei á eini komandi fólkaatkvøðu fer tað neyvan at gera nakað við tann veruleika, at á Oyrasundskolleginum í danska høvuðsstaðnum eru føroyingar at síggja allastaðni.

Føroyingar sum gjarna kjakast um politisku støðuna har heima.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.


Henry favorittur til ?Golden Boot?

Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.

Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.