Bill Justinussens “sjúrðartáttur” og teokrati

Gunnar Isfeld, lesandi
----------

Viðmerking til Bills grein: “Tvitin Sjúrður”

Bill ákærir Sjúrð Skaale fyri at hava “snævurskygd, myrk og niðurgerandi sjón­ar­mið um føroyskar politik­arar”. Eg haldi, at tað tvørt­urímóti er Bill sjálvur, sum ger seg sekan í hesum. Hans­ara snævurskygdu, myrku og niðurgerandi orð og met­ingar, um tað Sjúrður sigur, er tíbetur framúr væl aftursvarað av Sjúrði sjálvum, so eg skal her bert koma við nøkrum øðrum viðmerkingum til Bill, sum eg haldi eru neyðugar.
Bill leggur dent á tað kristnu fatan, at er Gud náðigur, og er vegleiðari fyri okkum og okkara sam­felag. Og at tað eru hesar vegleiðingar vit skulu taka til okkum, og har­aftur­at at Bíblian er ikki ein lóg­bók. Hatta er fínt Bill. Men hvat so við tí, sum Sjúrður endurgevur tín floks­for­mann, Jenis, fyri at siga: “Ætlar mann at fáa Gud úr samfelagnum, so skal mann fáa at vita, hvat mann fær í staðin fyri. (...) Latið okkum takka Gudi við at siga, at í Føroyum skulu skulu framvegis Guds lógir galda”.
Guds lógir skulu galda, sigur Jenis av Rana!
Guds vegleiðingar, sigur Bill. Og her er ein munur!
Bill sigur eisini, at Bíblian er ikki lógbók. Einigur, men hon inniheldur tó eina ørgrynni av lógum: boð­um og forboðum – út yvir vegleiðingum. Og Bill sigur jú, at Bíblian er – eisini Gamla Testamenti, sjálv­andi – Guds orð.

Bíblian: lógbók og annað
Tá Gud sostatt kemur við boðum og forboðum, altso lógir úr Guds munni, so er tað torført at síggja stórt uppá hesar lógir, ikki so? Og soleiðis eru tað eisini nógv sum lesa Bíbli­una – bókstavliga sum Guds orð. Og tað sær so­statt út til, at tað er júst hesa fundamentalistisku áskoð­an, sum liggur aftanfyri orðini hjá Jenisi omanfyri. Og Bill er ósamdur ella hvussu? Eg haldi, at tað er Bill sum ikki tosar heilt klárt um, hvat hann veruliga heldur um hetta.
Bill sigur eisini, at Bíblian er so nógv annað enn lógir osfr., og at Halga Bók inniheldur t.d. alla jødisku læruna í Gamla Testamenti. Hetta er ósatt. Gamla Testa­menti inniheldur kjarnuna í jødisku læruni, men als ikki alt. Mishna og Talmud, sum eisini eru halgar skriftir hjá jødunum eru ikki í Bíbliuni, men hetta er helst bert enn eitt dømi uppá Bills “snævurskygni”. Tó haldi eg hetta vera ein avleiðing av hansara uppvøkstri – um eg kann lóyva mær at døma um hetta. Eg kundi eisini sagt inndoktrinering, men tað ljóðar so víðgongt. Bill sigur seg jú hava gingið á møti síðstu 30 árini – alt gott um tað, men ofta, um mann bert tekur ímóti einari ávísari útlegging, og sjálvur lesur í samsvari við hesa útlegging, so er tað torført at síggja víðari enn hetta. Og hetta, at øll jødiska læran er at finna í Bíbliuni, er ein sera vanlig kristin fatan – og altso ein skeiv fatan!
Sjálvandi haldi eg at fólk skulu ganga á møti og í kirkju, men minnist bara til, at skrifttulkararnir, sum Bill sjálvur vísir á, eru menn (vónandi eisini kvinnur). Og sjálvt um mann hevur hoyrt nógvar týðingar og tulkingar, so má hvør einstakur lesa sjálv­ur og sjálvur meta um, og altso royna at hugsa frítt og sjávstøðugt. “Sola fide” bert trúgv og “sola scrip­tura” bert skriftin skulu vera rætti­snórur, segði trú­bót­armað­ur okk­ara, Luth­er. Vitan er somu­leið­is eis­ini ein fortreyt fyri at kunna meta um skriftina á nøktandi støði. Her hugsi eg um vitan um samfelag, søgu, siðvenjur osfr. Eisini – helst – ein ávís vitan um aðrar religiónir. Hetta í øllum førum, tá ein ger viðmerkingar um aðrar reli­giónir, sum t.d. Bill ger.
Fólk endurtaka tað, sum tey hoyra, og tað er ikki løgið, men onkuntíð má ansast eftir – serliga tá tað sum sagt verður, verður sagt at vera Guds orð.
Bill sigur hetta vera eina einfalda sak: at Gamla Testa­menti er Guds orð, og má lesast sum tað, samstundis við at vit ikki skulu liva eftir jødiskum lógum, sum altso eru lógir frá Guds munni. Eru hesar lógir tá bert fyri jødar, og restin av okkum kunnu liva frítt av gleðiboðskapinum? Í Gamla Testamenti eru jødar Guds fólk ofta eisini nevnt Ísrael. Í Nýggja Testamenti eru vit onnur eisini før fyri at vera Guds fólk, men við serrættindum? Guds lógir galda ikki okkum?
Hetta er alt annað enn ein einføld søk Bill – tíverri – , men tá mann hevur lært nakað ávíst nóg ofta á møti, so ljóðar tað nokk sera einfalt, men tað ger tað ikki rætt og satt. Sjálvt um tað møguliga kann vera satt.
Vit kunnu eisini stað­festa, at tað er ikki so ein­falt hjá Miðflokkinum at fáa hesi ting at hanga saman, tá Jenis sigur “at Guds lógir skulu framvegis galda í Føroyum”. Og Bill so tosar um vegleiðingar og gleðiboðskap – ikki lóg­ir. Jesus sigur eisini sjálv­ur, at “Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strik­ast, fyrr enn alt er full­gjørt.”(Matt, 5,18) Og víðari vísir hann á, at hvørt boð skal haldast, og tekur Fariseanna læru framm sum gótt dømi um rættvísi.
Men Jesus er jú, sam­stund­is sum lóglærari, tann sum relativiseraði lóg­ina, og vísti á, at tað mest týðandi boðið er tað dup­ulta, at elska Gud av øllum mátti ... og at elska næstan sum sjálvan teg. Vit kundu eisini sagt: álit á Gud og yvirhøvur kærleiki – ja “all you need is love”, sum tað mest kenda og best dámda orkestrið í heiminum jú sang.

Niðurstøða
Tað sum eg vil við hesum, er ikki at gera alt torført og torskilt, men tó vísa á, at tað er ikki so lætt ella einfalt, sum eitt nú Bill vil hava tað at vera. Og júst tí kunnu vit ikki brúka Bíbliuna sum lógargrundarlag í sam­felagnum. Hetta vísir Sjúrð­ur eisini á í sínum svari til Bill.
Og til Jenis, so vil eg eisini viðmerkja – og hetta er sera týðandi – at tað er munur á tí, at ynskja Guds lógir at galda í samfelagnum, og so tað, at vilja hava Guds lógir at vera statslógir.
Og mann má eisini spyrja, hvørjar eru Guds lógir?
Fyrst kann sigast, at ynsk­ið um, at Guds “lógir” skulu galda í samfelagnum, kann vera meint sum tað, at hesar “lógir” skulu vera vegleiðandi í samfelagnum, men í so fall, er tað illa orðað, at lógirnar skulu galda í samfelagnum.
Og næst, so er tað mun­ur á samfelagi og stati. Stat­urin er júst “stat”iskur – støðugur, men altso (strengt sæð) bert í lítlum løtum, tí hann byggir á lógir, sum verða broyttar so við og við. Tó eru lógirnar galdandi ikki bert sum vegleiðingar, men júst sum lógir, sum mann verður straffaður fyri at bróta. Samfelagið, har­afturímóti, byggir á óskrivaðar lógir ella reglur ofta kallaðar normar og sið­venjur. Sjálvsagt má sam­svar vera millum óskrivaðu og veruligu (skrivaðu) lóg­irnar, men tær óskrivaðu lógirnar eru nógv fleiri og boyggiligar.
Sjálvt um mann sum krist­in má síggja uppá Guds lógir sum nakað abso­lutt – harvið fast og nógv meiri óboyggi­ligt enn stats­lógir – so mugu hesar “lógir” hoyra til normar og siðvenjur, deils tí tað er jú ikki einig­heit um júst hvørjar Guds lógir eru, og deils tí at ikki øll eru kristin í sam­felagnum. Tey kristnu eru so eisini kristin á sera ymiskan hátt, sum aftur kann førast aftur á tað sannr­oynd, at hesi ikki eru einig í teimum kristnu “lógunum” ella, hvørs tað yvirhøvur finnast kristnar, Guds, lógir ella bert vegleiðingar.
Í einum teokratii galda júst “Guds lógir” – tulkað av monum. Har er staturin – ikki “bert” samfelag – bygt á “Guds lógir”. Og eg eri vísur í, at hetta er ikki tað Miðflokkurin vil. Men eg vil áheita fólk um at tosa varliga í tílíkum dømum – altso tá tey blanda átrúnað upp í politikk. Ja helst ikki blanda hesi ting saman.