Øll minnast, hvar tey vóru stødd, tá tíðindini um álopini á World Trade Center og Pentagon frættust. Á Dimmalætting vóru fólk í ferð at gera blaðið liðugt. 11. september í 2001 var ikki nakar serligur dagur áðrenn kl. 14.00. Talan var um ein vanligan týsdag við vanligum tíðindum, og onki bendi á, at tíðindini hendan dagin fóru at skaka nakran. Forsíðan var gjørd. Blaðið var farið til prentingar. So kemur Hallstein Sigurðsson inn á redaktiónina av prentsmiðjuni og sigur, at ein flúgvari hevur rent á eitt av høgu tornunum í New York, World Trade Center. Ongin hugdi reiðiliga upp. Mundi tað ikki vera onkur ørvitisfiskur, sum við einum Cessna-flúgvara var vilstur av leið? So vit gjørdu onki.
Nú gongur ein løta, og Hallstein kemur innaftur á redaktiónina. Ein flúgvari aftrat hevur rent á eitt torn. Tað var ólukksáliga løgið, hugsaði eg, men framvegis sá eg fyri mær lítlar Cessna-flúgvarar. Veit ikki hví. Ferðamannaflogfør vóru als ikki í mínum huga. Sat og skrivaði okkurt til dagin eftir og helt, at vit mundu fara at frætta meira um hetta, um tað var álvarsligt. Nú gekk bara ein lítil løta, so kemur Georg L. Petersen, blaðstjóri, algoystur inn á redaktiónina og sigur púra forfardur: "Tað er kríggj í USA! Ein flúgvari hevur rent á Pentagon!" Tá fleyg eg á føtur og fataði, at onkur leyp á USA, og journalistiska adrenalinið fór til stroks. Steðgið blaðnum! Vit skriva eina nýggja forsíðu!
CNN óvirkið
So at leita á heimasíðum. Heimasíðan hjá CNN var óatkomilig. Har var longu so nógv ferðsla, at hon var vorðin óvirkin. Aðrar heimasíður søgdu, at talan helst var um eina yvirgangsatsókn. Beinanvegin nevndu fleiri tíðindamiðlar, at Osama bin Laden helst stóð aftan fyri atsóknina, men ógvuliga trupult var at fáa samanhang í álopið. Hví datt ein flúgvari niður í Pennsylvania? Hvussu tramin kundi nakar søkja at Pentagon? Og hvat var tað nú við hesum stóru tornunum í New York, sum var so serligt? Upplýsingar og spurningar fuku runt í høvdinum, men ein grein skuldi skrivast, og tað skuldi gerast skjótt, so ein nýggj forsíða kundi prentast.
Sum eg minnist tað, varð tann fyrsta forsíðan prentað við ongari søgu um álopið. Tá forsíðan við World Trade Center var skrivað, varð blaðið so prentað umaftur. Á forsíðuni var mynd av rúkandi tornunum í New York. Hana fekk Dimmalætting umvegis myndabankan hjá Reuter. Klokkan mundi vera um hálvgum fimm, tá blaðið loksins var liðugt. Sjálvt blaðið varð dagfest 12. september, tí soleiðis varð gjørt tá. Men í leitiskipanini hjá Dimmalætting sæst, at greinin "USA brennur" er skrivað tann 11. september 2011. Og hon endar við, at ein arabiskur blaðstjóri beinanvegin hevur sagt, at Osama bin Laden heilt vist stendur aftan fyri álopini.
Ófatiliga álopið
Í einum mannalívi hendir sjáldan, at tú í sjálvari løtuni veitst við vissu, at tú ert sjónarvátti til eina søguliga hending. Men hetta vistu fólk, tá Berlin-múrurin fall í 1989, og øll vistu hetta, tá World Trade Center og Pentagon vórðu álopin. Sæð úr sjónarhorninum hjá yvirgangsmonnunum var álopið myndaliga so væl eydnað, sum tað kundi vera. Heiður himin í New York. Onki serligt á vási. Bara ein vanligur týsdagur. So brádliga bresta tvey ferðamannaflog í World Trade Center, heimsins handilsmiðdepil, sum orðini jú merkja. Lítla løtu seinni skrambla til jarðar. Mong síggja hetta beinleiðis í sjónvarpi. Fólk eru ræðslusligin. Sjálvsfatanin hjá amerikanarum er skakað.
Mong hava gjørt gjøldur burtur úr Geroge Bush, ið júst var vorðin forseti í USA tá. Hann sat og las úr eini barnabók fyri nøkrum børnum í Florida, tá hann fekk boðini um álopið. Hann tóktist ikki at fata nakað sum helst av nøkrum. Men hvussu kundi hann tað? Álopið var so væl lagt til rættis og so ótrúligt, at um Hollywood hevði gjørt ein fiktivan film við sama innihaldi, hevði ongin hildið hann verið sannlíkan. Onki fordømi var fyri tílíkari atsókn. Nítjan yvirgangsmenn gjørdu sjálvmorð í senn av berum hatri mótvegis heimsins einasta stórveldi. Teir drupu 2.995 fólk tilamans úr 70 ymsum londum og fingu New York City at líkjast einum krígsherjaðum øki.
USA brennur
Í greinini, sum varð skrivað í skundi á Dimmalætting seinnapartin 11. september, varð yvirskriftin sett saman við einum navnorði og einum sagnorði. Hesar yvirskriftirnar eru mangan tær beinraknastu. Ymsar orðingar vórðu royndar. Skrivað kundi staðið, at USA var skelkað ella skakað. Tað var jú rætt, men tað virkaði so veikt. At USA var álopið, hevði eisini verið ein røtt staðfesting, men var tað eisini ov tannleyst. Tá myndin kom á skíggjan, fall fimmoyrað: "USA brennur!" Tað ljóðaði av sonnum líka ófrættakent, sum álopið upplivdist. Greinin á forsíðuni var stutt, og í undiryvirskriftini stóð:
"USA er skelkað, eftir at tvey flogfør hava rent á World Trade Center í New York, og eitt annað er dottið niður í Pentagon. George Bush, forseti, fordømir atgerðirnar og lovar, at teir seku verða revsaðir."
Í breyðtekstinum varð sum frægast roynt at greiða frá, hvat var hent, tó at trupult var at seta ymsu upplýsingarnar saman, ið vóru at finna á ymsum heimasíðum. Av tí, at teksturin var skrivaður til mikudagin 12. september 2001, byrjaði hann soleiðis:
"Amerikanarar fingu ein stóran skelk týsdagin, tá tvey flogfør rendu á World Trade Center í New York, og eitt triðja brast í Pentagon í Washington, sum er bygningurin hjá amerikanska verjumálaráðnum. Amerikanskar sjónvarpsstøðir søgdu, at annað av flogførunum, sum rendi á World Trade Center, var eitt ferðamannaflogfar hjá American Airlines. Tað var av slagnum Boeing 767 og varð rænt á veg úr Boston til Los Angeles. Stutt eftir brestirnar í World Trade Center komu boðini um, at eitt flogfar hevði rent á Pentagon. Tey 20.000 starvsfólkini í bygninginum vórðu alt fyri eitt flutt burtur. Eisini í Hvítu Húsunum og á virðisbrævamarknaðinum í Wall Street var manntómt eftir sprongingarnar. Amerikanski forsetin, George Bush, segði í síni fyrstu viðmerking, at talan var um skipaðan yvirgang ímóti USA. Hann lovaði, at teir seku fóru at verða revsaðir. Stutt eftir átók ein palestinskur felagsskapur sær ábyrgdina av álopunum."
Ongin hevur nakrantíð hoyrt aftur um hendan palestinska felagsskapin, sum helst bara vildi uppliva at gerast heimskendur í einar 15 minuttir. Seinna helvt av greinini umrøddi avleiðingarar av álopinum:
"Bæði tornini á World Trade Center rapaðu, og roykur og logar stóðu upp úr bygningunum eftir álopini. Sjónarváttar søgdu, at teir sóu fólk loypa út í gjøgnum vindeyguni. Sambært Reuter skuldu 158 ferðafólk vera við flogfarinum hjá American Airlines. Men flogfelagið visti ikki at siga, um øll hesi fólkini vóru umborð, tá flogarið rendi á. Ein sjónarvátti í Washington segði, at flogfarið, sum rendi á Pentagon, eisini var eitt ferðamannaflogfar. George Bush var ikki staddur í Hvítu Húsunum, tá álopini vórðu framd. Hann var á arbeiðsferð í Florida, men skundaði sær aftur til Washington, tá hann frætti um álopini. Blaðstjórin á einum arabiskum blað, sum verður útgivið í London, segði seg ikki ivast í, at saudiarabiski yvirgangsmaðurin, Osama bin Laden, hevur ábyrgdina av álopunum."
Her endaði greinin 11. september í 2001, men ikki fyrr enn nærum 10 ár seinni, tann 2. mai í 2011, eydnaðist amerikanarum at finna og taka lívið av Osama bin Laden.