partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og kom hesin bólkur eftir rættiliga drúgvt og grundleggjandi arbeiði til eitt álit, sum so seinni gjørdist til eitt lógaruppskot. Hetta uppskot legði eg fram á ting, og varð [...] at skipanin var sett á stovn. Tað er væl einki at ivast í, at ALS kom alt ov seint og átti at verið komin mong Harrans ár frammanundan. Vit fingu skjótt risastórt arbeiðsloysi upp á heili 25%, og tí var [...] tungum sjógvi. Neyðugt var við krepputiltøkum til tess ar bjarga ALS, men tað gekk, og nú eiga vit eina væl konsolideraða skipan við á leið 700 mió. kr. Eg eri eisini sannførdur um, at ALS lutvíst var medvirkandi
seinna umfarinum legði heimaliðið á odda fyri fyrstu ferð í dystinum – 19-18. Og gestirnir kláraðu ongantíð at svara aftur. Orkan gekk undan, samstundis sum sjálvsálitið á heimaliðnum varð størri. Endaliga [...] annars als ikki spæl frá leikararum, sum bjóða av til FM-heitið, sum trinu á vøllin í Vági í gjár. Um búðmerkið hjá VB var á troyggjuni, væl at merkja. Tí uppflytararnir úr Tjaldrinum, sum hava lagt bragdliga [...] eftir hvíldina. Toppskjúttin Adina Petrea og Alina Olaru á vitjandi liðnum vórðu báðar mansvardar, og tað gjørdi stóran mun. Tjaldri fekk ongantíð ferð á málskjótingina eftir steðgin, meðan vágskvinnur bitu
Strandferðsluna. Teir sjey bussførararnir í Suðuroynni eru annars limir í Bussfelagnum. Sáttmálin gekk út á nýggjárinum, men í samráðingunum ímillum Strandferðsluna og Bussfelagnum var semja um at útseta [...] so. M.a. vístu teir á, at teir, sum koyrdu buss í miðstaðarøkinum fáa munandi meiri løn enn teir, sum koyra kring landið, Teir vildu eisini hava reglar um hvílitíð. Tað skilst eisini á Una Mortensen, at [...] heldur, at hetta er alt ov lítið, vónar hann, at fleiri batar kunnu gerast á sáttmálan næstu ferð. Hann leggur eisini dent á, at busførararnir í Suðuroy eru framvegis limir í bussfelagnum, hóast teir tóku
fór aftur í gongd. Jóhannes og Jan hava fingið rættuliga gongd á spælið úti á kantinum og við Klæminti á liðnum er góð breidd. Yngru menninir á miðjuni roynast eisini drúgvir og tað ger, at Fleyr er eitt [...] gongur ikki móti øllum liðunum, men í hesum føri gekk tað, tí mótstøðan var ikki nóg góð. ÍF b manglar venjing Dysturin var í veruleikanum avgjørdur á henda hátt, tí tað var soleiðis í øllum trimum settunum [...] fyrsta manslið í ár og hann hevur uttan at ivast styrkt um havnarliðið. Men Klæmint er ikki einsamallur á liðnum minni enn so. Teir gomlu garvaðu, Tummas Óli, Jóhannes og Jan eru við enn, og tað sigur seg sjálvt
myntir á marknaðin. - Enn nýta vit gjaldoyrað, sum er í viðkomandi landi, men tað er bara umroknaður kursur frá evruni. Um ein vil halda skil á peningi sínum, tá ein ferðast, so er bert at halda skil á evruni [...] áðrenn húsakostnaðurin gongur uppaftur. Minni at halda skil á Fyri ferðandi fólkini er fyrimunurin við evruni, at minni er at halda skil á. - Ferðast tú til tey lond í Europa, sum eru við í hesi samgonguni [...] livað við, at gjaldoyrað gekk eftir øðrum treytum, enn okkara egni búskapur, so í so máta verður hvørki verri ella betri, metir Sigurd Poulsen. Ájavnt dollaran. At evran er komin á marknaðin kemur ikki at
við somu málskjúttum og enntá í somu raðfylgju. Men tað tók sína tíð at fáa hol á. Fyrri hálvleikur gekk rættiliga javnt á, EB/Streymur megnaði væl at fylgja við spælinum hjá FS Vágum, og spælið var til [...] Hinvegin stendur ikki so væl til í Sundalagnum. ? Nei, sigur Magnus á Stongunum. ? Tað gongur ikki so væl í løtuni, men vit liggja ikki á niðasta plássið. ? Vit kunnu ikki klaga um viljan hjá monnunum. Teir [...] teimum og nú nærkast teir av álvara toppinum. Seinasta vikuskiftið vunnu teir dystin móti leirvíkingum á heimavølli og hetta vikuskiftið skuldu teir um Vestmannasund at vitja EB/Streym. Úrslitið var vágamonnum
so minnir venjarin á dystirnar móti Finnlandi á útivølli í 1994 og á heimavølli í 1995, sum vórðu taptir ávikavíst 5-0 og 4-0, og sum kostaðu eina rúgvu av málum síðstu løtuna, og á útidystin í Grikkalandi [...] betur fyri nú, enn teir vóru fyri nøkrum árum síðani, og tað hevur sera nógv at siga. Eg minnist aftur á, at vit í fleiri dystum vóru væl við og vóru um reppið at fáa góð úrslit, men so datt alt saman síðstu [...] haldi, at Jákup Mikkelsen gjørdi tað, sum hann átti at gera í hasari støðuni. Kanska kom bólturin óvart á Øssur Hansen, men hann skuldi ikki roynt at tamt hann, men í staðin fyri smekkað hann burtur. Allan
varð oman á Hotel Hafnia, har Zakarias Wang skuldi handa Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, yvirlýsing frá fundinum. Í móttøkuni á Hotel Hafnia vóru fremmandu tíðindafólkini sum fluga á lorti um Zakarias [...] donsku stjórnini og serliga forsætisráðharranum, tá knappliga 200 fólk vóru savnað til fundar í Havn á trettanda. Eins og Hitler móti fólkarættinum, lat Quisling stýra Noreg við týskum pengum og vápnum, [...] harraboð. Við donskum pengum verða allar føroyskar verkætlanir hildnar niðri, segði Zakarias Wang. Á hendan hátt heldur Nyrup okkum gangandi niðri í tí neyðardíki, hann vil hava okkum. Tað kemur týðuliga
Hálvleiksstøðan var 12-10, og í seinna hálvleiki megnaðu teir úr Luxembourg at koma upp á 15-15, men so tók føroyska liðið dik á seg aftur og vann at enda 22-18. Áki Mørk, sum eisini spældi væl í verjuni, bleiv [...] betri, sum úrslitið 17-10 sigur. Serliga í byrjanini av dystinum gekk illa hjá føroyska liðnum, og tá 20 minuttir vóru spældir, var Grikkaland á odda 7-1. So tveittu føroysku genturnar teir seinastu nervarnar [...] bólkinum, men eystureuropeararnir góvu avboð, og tí fekk U18 liðið hjá gentunum bert tveir dystir. Vunnu á Luxembourg Fyrsta avbjóðingin hjá dreingjunum var fríggjadagin móti Kroatia, og tað sást skjótt, at
verið góðar hjá honum á toppinum, har hann hevur verið einsamallur. Tá ið tað ikki hevur eydnast at flyta síðuspælararnar fram í borðini, áðrenn NSÍ hevur fingið tak á frammarlaga á vøllinum ella hevur spælt [...] tað var í nógvum av dystunum í fjør. - Móti HB í Gundadali gekk tað orduliga eftir vild. Í teimum trimum oyggjauppgerðunum, sum vit hava spælt á heimavølli móti B68, ÍF og GÍ hava vit fingið fulla úrtøku [...] eru tøkir hesa ferð. Tað er kapping um fleiri av plássunum. Eitt nú um vinstra vongverjan, har Jóhan á Stongum tóktist vera fastur maður, men har venjarin síðstu ferðirnar hevur givið bæði John Hera Dam