Hondbóltur
Tað var ein stórur lætti millum flestu áskoðararnar, tá dómararnir bríkslaðu fyri seinastu ferð í Vági í gjár. Tað, sum í fyrra hálvleiki líktist einum eyðmýkjandi stórtapi fyri Tjaldrinum, endaði við einum rímuliga tryggum sigri til heimaliðið. Men tað kravdi eisini nógv av vágskvinnum.
VB staðfesti í gjár sína støðu sum einasti veruligi avbjóðarin hjá einaráðandi Stjørnuni. Klaksvíkskvinnur bukaði tær av seinast, og tí má fyrimyndarligi stríðsviljin frá vikuskiftinum av álvara finnast fram aftur komandi vikuskiftið, tá oddaliðini bresta saman í Klaksvík.
Gestirnir klárt omaná
Tað var nú annars als ikki spæl frá leikararum, sum bjóða av til FM-heitið, sum trinu á vøllin í Vági í gjár. Um búðmerkið hjá VB var á troyggjuni, væl at merkja. Tí uppflytararnir úr Tjaldrinum, sum hava lagt bragdliga fyri í hesum kappingarárinum, vóru væl betri. Við Adinu Petrea á odda fóru tær frá heimaliðnum beinanvegin, og eitt skifti vóru runavíkskvinnur framman fyri við 11-3. Hóast venjararnir hjá VB tóku leikararnar til sín í keðiligu gongdini, so bøttist støðan ikki fyrr enn tíggju minuttir restaðu av fyrra hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 10-13 til Tjaldri.
Striðsviljin sigraði
Bæði liðini vóru vitandi um týdningin av dystinum. Taparin tapti eisini í oddastríðnum, har vinnarin kundi fylgja Stjørnuni í eina tíð afturat. Og tað tóktist motiverað vertirnar.
VB gjørdi eitt ordiligt hál eftir hvíldina. Toppskjúttin Adina Petrea og Alina Olaru á vitjandi liðnum vórðu báðar mansvardar, og tað gjørdi stóran mun. Tjaldri fekk ongantíð ferð á málskjótingina eftir steðgin, meðan vágskvinnur bitu frá sær. Og frøin var stór, tá Daiva Toumaite miðskeiðis í seinna umfarinum legði heimaliðið á odda fyri fyrstu ferð í dystinum – 19-18.
Og gestirnir kláraðu ongantíð at svara aftur. Orkan gekk undan, samstundis sum sjálvsálitið á heimaliðnum varð størri. Endaliga úrslitið gjørdist 26-21.
Avgerandi vikuskifti
Kappingin hjá kvinnum byrjar longu at taka skap. VB og Neistin eru, júst sum undanfarin ár, kappingarneytar hjá Stjørnuni. Har afturat roynir Tjaldri at bjóða av.
Komandi vikuskiftið skulu vágskvinnur til Klaksvíkar. Fær VB ikki stig burturúr, so eru longu fýra stig, sum skilja ovastu liðini. Tí hevur tað stóran týdning fyri spenningin, at Stjørnan ikki vinnur sunnudagin. Seinast vunnu klaksvíkskvinnur við átta málum í Vági, og tær mugu eisini metast sum greiður favorittar. Í gjár útspældu føroyameistararnir eisini Kyndil við heili 17 málum.
Hóast kappingin enn er ung - bara fyrsti fjórðingurin av kappingini er lagdur afturum – so sær Stjørnan longu nú út til at besta boðið til ein komandi FM-vinnara.
Fakta um dystin
VB – Tjaldur 26-21 (10-13)
10 min: 3-6
20 min: 5-11
40 min: 14-15
50 min: 21-19
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 8 (5), Rannvá Johannessen 6, Laila Jespersen 4, Una Egilsdóttir 3, Gurið Mortensen 3, Bára Mortensen 2
Útvísingar: Sára Mortensen 1, Gurið Mortensen 1, Una Egilsdóttir.
Tjaldur: Adina Petrea 11, Annika Thomsen 4, Alina Olaru 3, Sara Ann Thomsen 2, Benedikta Jóhannesen 1
Brotskøst: VB 7, Tjaldur 2
Útvísingar: VB 3, Tjaldur 5
Dómarar: Birgir Sondum & Hanus Kúrberg