Fingu 6% meiri í løn

? Verkfallið hjá bussførarunum í Suðuroynni var ikki nyttuleyst, hóast vit ikki fingu tað, sum vit vildu hava, sigur Uni Mortensen

 

Busskoyring


Í gjáramorgunin var busskoyringin hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni tikin uppaftur sum vanligt, eftir at hon hevur ligið still í eina viku.

Tað var mitt í farnu viku, at bussførarnir í Suðuroy fóru í verkfall, tí teir kundu ikki semjast um ein nýggjan sáttmála við Strandferðsluna.

Teir sjey bussførararnir í Suðuroynni eru annars limir í Bussfelagnum. Sáttmálin gekk út á nýggjárinum, men í samráðingunum ímillum Strandferðsluna og Bussfelagnum var semja um at útseta eitt møguligt verkfall til 1. februar og at samráðast til tá.

Men suðuroyingarnir tóku serstøðu og fóru verkfall mitt í farnu viku

So hendi tað fríggjakvøldið, at Strandferðslan og Bussfelagið samdust um at leinga sáttmálan, sum er í gildið, í eitt ár afturat, til 31. desember. Harafturat vóru nakrar batar gjørdir í sáttmálanum.

Bussførarnir í Suðuroynni fingu somu treytir sum Bussfelagið, men tað var ikki líkt til, at teir fóru at taka av, tí teir vildu hava nýggjan sáttmála.

Men síðani hava teir so broytt meining og hava samtykt at góðtaka, at sáttmálin verður longdur fram til 31. desember.

Sostatt varð busskoyringin í Suðuroy tikin uppaftur sum vant í gjáramorgunin.

Hinir limirnir í Bussfelagnum skulu taka støðu til sáttmálan á limafundi í kvøld.


Ikki nyttuleyst

Tað kom nokk so óvæntað, at bussførarnir í Suðuroynni fóru at taka av tilboðnum um at leingja sáttmálan fram til 31. desember tí teir høvdu lagt út við størri krøvum enn so. M.a. vístu teir á, at teir, sum koyrdu buss í miðstaðarøkinum fáa munandi meiri løn enn teir, sum koyra kring landið, Teir vildu eisini hava reglar um hvílitíð.

Tað skilst eisini á Una Mortensen, at bussførararnir í Suðuroynni vóru ikki samdir um at leingja sáttmálan eitt ár afturat.

? Tað er meirilutin, sum ræður. Og meirilutin gjørdi av at leingja sáttmálan, so soleiðis verður tað, sigur Uni Mortensen, sum hevur verið talsmaður hjá teimum sjey bussførarunum í Suðuroynni.

Hann sigur, at hann vónar bara, at næstu ferð, samráðingar verða, fer tað at vera størri samanhald í Bussfelagnum og at eisini bussførararnir norðanfjørðs duga at síggja tað órímiliga í, at bussførarar í Havn fáa væl meiri í løn, enn teir, sum koyra úti um landið.

Hann leggur tó dent á, at verkfallið hjá bussførarunum í Suðuroynni var als ikki nyttuleyst.

? Tað var helst tí, at vit fóru í verkfall, at tað hóast alt eru komnir nakrir batar í sáttmálan, sum nú er longdur til 31. desember.

? Eitt nú er lønmin hækkað 6%. Harafturat hava bussførarnir fingið 60 oyru í umvælingargjaldi fyri hvønn kilometur, bussarnir koyra.

Hóast Uni Mortensen heldur, at hetta er alt ov lítið, vónar hann, at fleiri batar kunnu gerast á sáttmálan næstu ferð.

Hann leggur eisini dent á, at busførararnir í Suðuroy eru framvegis limir í bussfelagnum, hóast teir tóku serstøðu í hesum málið.

? Nú er gerandisdagur aftur. Hetta málið er avgreitt og so gingur lívið víðari, sigur Uni Mortensen.