Fleyr skuldi hetta vikuskiftið til Fuglafjarðar at leika móti øðrum liðið hjá ÍF ? ÍF b. Skal Fleyr gera sær nakrar vónir um eitt líkinda úrslit í ár, so skulu slíkir dystir vinnast, sum tann móti ÍF b. Ikki tí, hetta skal ikki skiljast sum ÍF b, bara er ein sokallaður »walkover«, men Fleyr eigur at vinna slíkar dystir.
Og ikki kann sigast annað enn, at Fleyr gjørdi sína skyldu. Dysturin í høllini í Runavík var avgjørdur eftir trimum settum, sum Fleyr vann 15-9, 15-9 og 15-8.
Fleyr hevur fingið Klæmint Isaksen at venja fyrsta manslið í ár og hann hevur uttan at ivast styrkt um havnarliðið. Men Klæmint er ikki einsamallur á liðnum minni enn so. Teir gomlu garvaðu, Tummas Óli, Jóhannes og Jan eru við enn, og tað sigur seg sjálvt, at rutinan er teimum ein hollur stuðul. Harafturat eru teir frálíkir flogbóltsleikarar eisini.
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvørt Fleyr fór at vinna dystin ella ikki. Fleyr legði seg á odda beinanvegin í fyrsta settið og helt seg frammanfyri alla tíðina, men ÍF b royndi tó at fylgja við sum frægast. Flestu ÍF-leikararnir eru gamlir rutineraðir leikarar, men tað er ikki nóg mikið um ikki venjingarstøðan er nóg góð.
Tað tyktist nevniliga sum at Fleyr bara spældi so mikið sum var neyðugt. Eingin orsøk at overva seg, um ikki ÍF b gjørdi ein vørr. Og av somu orsøk fall Fleyr aftur í ta gomlu grøvina, har teir dovnast so mikið at mótstøðuliðið sleppur framat at spæla.
Í dystinum í Runavík var tað nevniliga so, at ÍF b fekk nøkur herindir har teir fingu nøkur stig, men tá Fleyr-leikararnir kendu seg kroystar tóku teir seg saman. Hetta gongur ikki móti øllum liðunum, men í hesum føri gekk tað, tí mótstøðan var ikki nóg góð.
ÍF b manglar venjing
Dysturin var í veruleikanum avgjørdur á henda hátt, tí tað var soleiðis í øllum trimum settunum, at tað var Fleyr sum byrjaði best, slappaði av og síðan fór aftur í gongd. Jóhannes og Jan hava fingið rættuliga gongd á spælið úti á kantinum og við Klæminti á liðnum er góð breidd.
Yngru menninir á miðjuni roynast eisini drúgvir og tað ger, at Fleyr er eitt gott lið.
Fyri at fáa gott álopsspæl er neyðugt við góðum móttøkum og móttøkurnar hjá Fleyr virkaðu eftir ætlan leygardagin.
Hjá ÍF ræður nú bara um at koma til venjing. Spælararnir eru sum nevnt góðir, og teir flestu eisini royndir leikarar, men sum tað skilst úr Fuglafirði, so venja teir ikki nóg mikið ? verri enn so.
Hetta ger sjálvsagt, at teir kenna ikki hvønn annan nóg væl og tí gerast úrslitini hareftir.
Fleyr hevur ætlanir um at gera seg galdandi í toppinum í føroyskum flogbólti í ár, og við sigrinum leygardagin syrgdu teir fyri, at munurin til ÍF bara er tann eini tapti dysturin. Næsti dysturin hjá Fleyr móti ÍF liggur nevniliga ikki so langt burturi.