Nú hevur NSÍ møguleikan

Um tað við Løkin eydnast at koppa oddaliðnum, so kann tað verða so skjótt, at kreppututlið verður heilt burtur. Um tað ikki fer at eydnast, verður kreppan heilt eyðsýnd


Í kvøld skulu teir í EB/Streymi venja í Streymnesi. Har er graslíkið av sama slagi, sum tað er í Runavík. EB/Streymur er einsamalt oddalið. Eftir fýra tey fyrstu umførini hava teir fult stigatal. Lagið er gott, og fótbóltsprátið norðarlaga í Eysturoy og Streymoy er uppaftur meiri, enn tað hevur verið tey seinastu árini.
                      Hóast úrslitini hava verið betri enn hjá nøkrum øðrum higartil í ár, so verður tó ásannað, at spælið ikki hevur rokkið tí, sum tað var í nógvum av dystunum í fjør.
                      - Móti HB í Gundadali gekk tað orduliga eftir vild. Í teimum trimum oyggjauppgerðunum, sum vit hava spælt á heimavølli móti B68, ÍF og GÍ hava vit fingið fulla úrtøku, men spælið hevur ikki verið nakað at reypa av, verður staðfest av Mølini, har teir siga seg vóna og rokna við, at spælið fer at batna. Teir hava í hvussu so er fólkið til tað.
                      Allir spælararnir eru tøkir hesa ferð. Tað er kapping um fleiri av plássunum. Eitt nú um vinstra vongverjan, har Jóhan á Stongum tóktist vera fastur maður, men har venjarin síðstu ferðirnar hevur givið bæði John Hera Dam og Ólavi Poulsen møguleikan.
 
NSÍ skal fóta sær
Í NSÍ kennist tað sjálvandi tyngjandi, at tað í fýra teimum fyrstu umførunum hevur gingið av skriðuni. NSÍ hevur einki stig fingið. Málmunurin er ikki verri enn 6-8. Tað kemst av, at teir vunnu 5-2 í Vági.
                      Eitt sindur av fundarvirksemi hevur verið í Runavík í vikuni.
                      - Úrslitini siga, at vit hava ikki verið nóg ágrýtnir. Eingin einstakur er gjørdur til syndabukk. Vit taka ábyrgdina á okkum í felag, og vit ætla at arbeiða okkum burtur úr hesum í felag, verður sagt úr NSÍ.
                      Um tað eydnast NSÍ at fáa fulla úrtøku móti EB/Streymi, so verður munurin frá NSÍ og upp til toppin fimm stig. Um EB/Streymur fer at fáa øll stigini, so verður fjarstøðan hjá NSÍ til toppin ellivu stig. Tí kann ikki sigast annað enn, at talan er um lyklauppgerð fyri heimaliðið.
                      Manningarliga kundu teir væl verið betri fyri í NSÍ. Helgi L. Petersen var ikki við móti HB. Hann hevur ikki vant í vikuni, og hann verður ikki við móti EB/Streymi. Sjúrður Jacobsen var heldur ikki við móti HB. Hann hevur í vikuni vant fyri seg sjálvan. Óli Hansen hevur verið burturstaddur í vikuni. Á plusssíðuni er tað ógvuliga kærkomið, at miðvallarin Jústinus R. Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, er komin fyri seg aftur.
                      Higartil hevur NSÍ verið í 4-5-1 uppstilling. Christian Høgni Jacobsen hevur runnið nógv, men fyritreytirnar hava ikki verið góðar hjá honum á toppinum, har hann hevur verið einsamallur. Tá ið tað ikki hevur eydnast at flyta síðuspælararnar fram í borðini, áðrenn NSÍ hevur fingið tak á frammarlaga á vøllinum ella hevur spælt av við bóltin, er tað ikki langt burtur at ímynda sær, at teir umhugsa at broyta aftur til 4-4-2 uppstillingina, sum teir kenna frá undanfarnu árum.