Dreingirnir vunnu ein dyst

Hondbóltur: Føroysku liðini kunnu sum heild vera nøgd við úrslitini í EM kappingini um vikuskiftið

Tað eydnaðist U18 dreingjunum at vinna ein dyst ? móti Luxembourg ? meðan mótstøðan í hinum báðum móti Fraklandi og Kroatia sum væntað var ov stór.

Genturnar taptu stórt móti Noregi ? tað var eisini væntað ? men tapið móti Grikkalandi var ikki størri enn 10-17. Ukraina skuldi vera fjórða liðið í hesum bólkinum, men eystureuropeararnir góvu avboð, og tí fekk U18 liðið hjá gentunum bert tveir dystir.


Vunnu á Luxembourg

Fyrsta avbjóðingin hjá dreingjunum var fríggjadagin móti Kroatia, og tað sást skjótt, at her var einki at gera. Serliga seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki bleiv munurin stórur, frá 11-5 til 20-7, og kroatarnir vunnu at enda 39-15. Føroyskur toppskjútti bleiv Leivur Justinussen hjá StÍF, sum skeyt fýra mál.

Dagin eftir spældu Føroyar móti Luxembourg. Hetta var einasti dysturin, føroyingar kundu gera sær realistiskar vónir um at vinna, og tað eydnaðist eisini. Frá tí at Áki Mørk legði Føroyar á odda 3-2, vóru vertirnir frammanfyri allan vegin, hóast munurin ongantíð var størri enn so, at spenningur var í. Hálvleiksstøðan var 12-10, og í seinna hálvleiki megnaðu teir úr Luxembourg at koma upp á 15-15, men so tók føroyska liðið dik á seg aftur og vann at enda 22-18. Áki Mørk, sum eisini spældi væl í verjuni, bleiv føroyskur toppskjútti hesaferð við 6 málum, har av tvey vóru brotskøst.

Í hinum dystinum henda dagin vann Frakland 29-21 á Kroatia, og sostatt var greitt, at fraklendingar høvdu vunnið bólkin.

Síðsti dysturin var eisini móti suverenu fraklendingunum, og her var einki at gera hjá føroyska liðnum. Frakland vann 36-11 móti móðu føroysku spælarunum, sum kortini kundu halda høvdið høgt. Teir vunnu ein dyst, og tað var eisini tað mesta, nakar kundi krevja av teimum.


Eingin kundi hótta Noreg

Kvinnurnar vóru í bólki saman við Noregi og Grikkalandi. Noreg er kanska besta hondbóltstjóð hjá kvinnum, og hóast hesar vóru ungar, so sást greitt, at tað ikki var hvør sum helst, føroyska liðið var uppi ímóti í fyrsta dystinum fríggjadagin. »De norske jentene« vunnu 36-12 eftir hálvleiksstøðuna 15-4. Av teimum 12 føroysku málunum átti Gurið Mortensen hjá VB heili níggju.

Eingin hevði roknað við, at føroyska liðið kundi gera nakað við Noreg, og hóast sigurin í tølum var rættiliga stórur, víst norska liðið enn størri styrki tveir dagar seinni móti Grikkalandi, har úrslitið bleiv 48-13!

Dysturin millum Føroyar og Grikkaland kundi ongantíð gerast meir enn dysturin um annaðplássið í bólkinum. Her var eisini nógv tættari millum liðini, men grikkar vóru tað betri, sum úrslitið 17-10 sigur. Serliga í byrjanini av dystinum gekk illa hjá føroyska liðnum, og tá 20 minuttir vóru spældir, var Grikkaland á odda 7-1. So tveittu føroysku genturnar teir seinastu nervarnar fyri borð, og restina av dystinum var lítil og eingin munur á pørtunum. Vánaliga byrjanin gjørdi tó, at føroyska liðið ongantíð veruliga hótti griksku leiðsluna. Besti føroyski málskjútti var aftur Gurið Mortensen (3 mál), men hesaferð vóru málini meira javnt býtt millum spælararnar.