ALS var sanniliga eitt politiskt átak

Líkt er til, at nógvu leiðararnir í Sosialinum seinastu tíðina hava valt ein heilt nýggjan stíl, har boðskapurin er, at lítið og einki gott kemur frá politikarum yvirhøvur. Men hvussu gjarna blaðið vil seta politisku skipanina í slíkt ljós, so fær blaðið tó ikki broytt teir veruleikar, sum nú einaferð eru.

 

Leiðarin í Sosialinum í gjárkvøldið, sum viðgjørdi ALS, var í so máta einki undantak. Hesin vil vera við, at tað skuldi ein ræðulig kreppa til fyri at lata eyguni upp á politikarunum, soleiðis at farið varð undir at skipa arbeiðsloysisskipanina ALS. Hetta er ikki rætt og er ein beinleiðs reingjan av tí, sum fór fram.

 

Uppskot um stuðul til arbeiðsleys hevði verið frammi manga ferðir áður, tó uttan at nakað spurdist burturúr. Fyrstu ferðina longu áðrenn kríggið. Men tað er rætt, at serliga borgarligu flokkarnir vóru ikki serliga hugaðir fyri slíkari skipan, og tí fingu hesar tankar ikki undirtøku.

 

Tá landsstýrið varð skipað í januar 1991 millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, høvdu vit við í okkara samgonguskjali, at farast skuldi undir at seta eina arbeiðsloysisskipan á stovn. Sjálvur fekk eg sum landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum uppgávuna at loysa hetta mál og varð farið undir hetta arbeiðið beinanvergin.

 

Men enn einaferð vóru ikki allir flokkar eins heitir fyri at fáa slíka skipan. Tað vóru teir politikarar, sum hildu, at arbeiðsloysið neyvan fór at raka okkum í Føroyum og bert okkara grannar, og uppaftur aðrir hildu, at ein arbeiðsloysisskipan fór at eggja fólki til ikki at tíma at arbeiða.

 

Eg setti ein arbeiðsbólk niður við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og kom hesin bólkur eftir rættiliga drúgvt og grundleggjandi arbeiði til eitt álit, sum so seinni gjørdist til eitt lógaruppskot. Hetta uppskot legði eg fram á ting, og varð tað samtykt í mars 1992. Hesin arbeiðsbólkur, sum partvíst eisini gjørdist fyrsta stýrið fyri ALS, eigur stóran heiður og tøkk fyri, at ALS gjørdist tann góða skipan, sum ALS nú einaferð gjørdist.

 

Stóra hóttarfallið, sum kom 6. okt. 1992, kom aftaná, at skipanin var sett á stovn. Tað er væl einki at ivast í, at ALS kom alt ov seint og átti at verið komin mong Harrans ár frammanundan. Vit fingu skjótt risastórt arbeiðsloysi upp á heili 25%, og tí var skipanin frá fyrsta degi í sera tungum sjógvi. Neyðugt var við krepputiltøkum til tess ar bjarga ALS, men tað gekk, og nú eiga vit eina væl konsolideraða skipan við á leið 700 mió. kr. Eg eri eisini sannførdur um, at ALS lutvíst var medvirkandi til, at ein ávísur broddur varð tikin av avleiðingunum av stóru kreppuni í 90´unum.

 

So tað var ikki kreppan í 90´unum, sum fekk okkum at fara undir at fyrireika ALS, men tí at vit í tí samgonguni høvdu greiða avtalu og ætlan um slíka skipan.

 

Annars eri eg samdur við Sosialin í tí, at lógarbroytingarnar um ALS, sum nú liggja í tinginum, eru skilagóðar og neyðugar, og vónandu vinna tær frama.

 

Tað er nú einaferð sera trupult at reingja ein søguligan veruleika.