ki. Hetta eru ótolandi, óverdugar og óliviligar umstøður at virka undir hjá teimum ráðandi, ið hóast alt í felag hava ábyrgd av hesum samfelagnum.
samráðingarnevndini. Hví so er mugu vit bara gita um. KANN ein orsøkin vera hon, at løgmaður við hesum vil staðfesta sína hørðu linju mótvegis Bretlandi í markamálinum. Kann tað vera so, at løgmaður í [...] ynskt at fáa Árna Olafsson frá sum samráðingarleiðara, men at hann ikki hevur fingið undirtøku fyri hesum í Tinganesi! TAÐ er neyvan nakar ivi um, at løgmaður ætlar sær ikki at geva so uttan víðari í sam [...] hevur biðið fólk standa saman, nú hevur sett ein kíla í hjólið! LAT tað vera púra greitt, at vit taka undir við teimum, sum vilja hava bretar at innsíggja, at miðlinjan má vera útgangspunktið fyri eini marknasemju
framtíðina hjá hesum landi og tess fólki. Sum so verður hon karmurin kring tað arbeiði og virksemi, sum verður á føroyskum øki mong ár fram í tíðina. Hon setir út í kortið ein heildarpolitikk á hesum økinum. [...] , at okkara politikarar kunna seg væl við allar tættir í málinum og virka út frá hesum. Her skulu leggjast lunnar undir framtíð okkara og fyri okkara eftirkomarar. Tí hvílir stór ábyrgd á okkum. Men e [...] fríggjadagurin er avsettur til 1. viðgerð av uppskotinum til eina føroyska kolvetnislóggávu. GRUNDARLAGIÐ undir uppskotinum er tann frágreiðingin, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur arbeitt við nú í nøkur ár, og
vndini taka fult undir við, ella um løgmaður ger hetta ímóti teirra ráðum! Vit halda tað vera rætt at fyritaka sær okkurt, so tá løgmaður ikki vil leggja nakað nýtt uppskot fram undir tingunum sum aftursvar [...] bretar settu sítt fullkomiliga órealistiska og órímuliga krav fram fyri nøkrum árum síðani. Sambart hesum kravi skuldi markið ganga langt inn á føroyska landgrunnin. Hetta hava føroyingar fullkomiliga víst [...] bæði í sambandi við olju og aðra vinnu. Fyri ikki at tosa um mentanligar økið. Hví ikki í andanum á hesum samráðingum fáa í lag aftur eitt fast rutusamband millum londini, har bæði bretska stjórnin og landsstýrið
meira mansligt og ærligt at festa eina meining á blað og seta sítt navn undir. TAÐ eru sjálvandi tey, sum eru ósamd við okkum í hesum. Og tað skulu tey hava loyvi til. Men tá hesi siga, at nettup møguleikin [...] alment. Tað kann gerast við at seta navn undir brævið ella at lata eitt blað taka málið upp. TAÐ verður onkuntíð fýlst at, at støðið í orðaskiftinum í Føroyum er undir alt lágmark. Her fáa politikararnir skotið [...] ikki longur at síggja í Sosialinum. Fyri at fáa brøv ella viðmerkingar við í blaðið skal fult navn undir. ViÐ hesi avgerð bróta vit ein aldargamlan sið. Og tí verða tað helst nøkur, sum ikki fegnast við
at halda lív í Edmund Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu til sítt egna persónliga politiska mál? [...] tað kundi biðið um orðaskiftið. MEN hvar er fólkaflokkurin? Hví hevur hann latið sambandið stýrt hesum málinum? Nú sigur Bjarni Djurholm, at løgmaður lutvíst hevur oyðilagt málið við at skriva út val og [...] hava tit fólkafloksmenn ikki mutað ímóti tí, sum løgmaður hevur fyritikið ella ikki fyritikið sær í hesum máli? Hava tit sum samgongupartnari við tøgn tykkara ikki nettup givið honum tykkara fulla stuðul
at droymt um. TAÐ var einaferð ein løgmaður, sum segði, at vit føroyingar áttu at standa saman í hesum málinum. At vit áttu at fara til Danmarkar við eini felags stevnu og ætlan. Sami løgmaður tekur síðani [...] sær til Danmarkar at loysa bæði bankamál og skuld. At hann so um sama mundið leggur javnaðarflokkin undir at vilja forhála samráðingarnar, vísir jú bert, at løgmaður hevur gjørt sær hetta politiska stórmál [...] sær møguleikan at kunna vinna sær atkvøður uppá at koyra bankamálið fram nú. Fer andstøðan at forða hesum so fær hon onkursvegna skyldina endar hetta ikki til okkara fyrimun, og sleppur landsstýrið framat
tilvild, at valið er útskrivað at vera sama dag, sum fyrningarfreistin í bankamálinum gongur út. Við hesum trumfinum í hondini kann løgmaður sannføra sín vilsta sambandsskara um, at við at geva sær fult mandat [...] ysi. Um somu tíð frætta vit frá fundinum millum Eidesgaard og Nyrup. Nú var ongantíð ætlanin við hesum at gera eina avtalu, tí hana kann bert landsstýrið gera. Eidesgaard hevur gjørt Nyrup púra greitt [...] Vísir tað seg, at Nyrup ikki fer at liva upp til andan í tí skjali hann og Eidesgaard hava skrivað undir, so er greitt, Eidesgaard til ta tíð fer at fella eina javnaðarstjórn, tá fyrsta høvið býðst.
júst nú. Avgerandi spurningurin er, hvussu verður telvað fram til eitt komandi val. Vit vístu á hesum stað í gjár út frá tølunum frá fólkatingsvalinum á ein nýggjan samgongumøguleika í føroyskum politikki [...] við formanninum á odda, komandi tíðina og fram til løgtingsvalið,fer at markera seg meira í júst hesum málum, har hann fer at gera bæði danska bróðurflokkinum og Føroya fólki greitt, hvat flokkurin heldur [...] at telva rætt samtíðis sum at vit og danir royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór fyri skeyti undir øllum bankamálinum. Eftir okkara tykki er hetta seinasta kanska tann týdningarmesti parturin av arbeiðinum
umboða alla ta føroysku tjóðina á fólkatingi. Sum útgangspunkt átti tað at verið so, at annað av hesum fólkunum umboðaði ta stóru fjøld av veljarum, sum ikki velur borgarligt ella konservativt. Ein kann [...] skapt fíggingarmyndir. Tey, sum halda, at Óli Breckmann var ein góður talsmaður fyri okkum føroyingar undir bankamálinum, fara fullkomiliga skeiv. Endamál hansara var eina og aleina at skapa øsing. Hvussu kanst