nevniliga burðardygg veiða - at troyta náttúrutilfeingi skynsamliga. Hann var so nærlagdur og so lynandi intelligentur, at tað var altíð ein fragd at hoyra og lesa tað, hann hevði at siga um so gott sum øll lívsins [...] kenst so løgið at skula brúka júst skrivaða orðið til at takka tær John fyri alt tað, tú var og gav. Nettup hetta at skula brúka tað kynstrið - tað amboðið ella vápnið - sum fáur dugdi betur at handfara enn [...] hetta gjørdi, at tað var ikki so lætt at vera John. Vit onnur megnaðu ikki at fylgja honum nóg væl og liva upp til tær í hansara hugaheimi sjálvsøgdu og einføldu loysnir. John fer altíð at verða mintur
fyri teg, at tú fekk hárið rullað upp, og at tú fekk tína varrastift á og ikki at gloyma alt títt gull, ja, ein kann ikki siga annað enn, at tú var ein sonn Dama. Eg eri glað fyri, at eg náddi at vera heima [...] vit elskaðu. Eg minnist eisini, at systir mín og eg altíð skuldu út til ommu at fáa pannukøkur, tá vit sum vaksnar komu heim á vitjan úr Danmark. Sum oftast bakaði tú okkum eina køku at hava við niður aftur [...] siti her og royni at skriva eina síðstu tøkk til tín fyri alt tað, tú hevur givið mær og lært meg, renna øll minnini úr barndómi mínum fram fyri meg. Eg minnist, hvussu nógv eg elskaði at koma út til tín
grasi. Longur úti varð steðgað á, vit hugdu at nýggja stálskipinum, sum Kjartan Mohr var farin at byggja. Hans Jákup hevði longu verið til skips, og visti at fortelja um tað strævna fiskimannalívið. Longu [...] hann segði bara: ?Hygg, er hatta ikki flott?? Vit fóru báðir niður at lesa í 1962, og báðir vóru vit so hepnir at sleppa inn á Garð at búgva. Tað varð gott uppá fleiri mátar. Har búðu framman undan nakrir [...] uppá mangar mátar hjá Hans Jákupi. Hann legði orku í at fáa Framan at blíva eitt nýskapandi blað hjá føroyska vinstravonginum. Myndin vísir umstøðurnar at gera blað tá. Ein kassi upp eftir enda, ein skrivimaskina
hvønn tú tosaði við, áttu øll uttan undantak alt gott at bera tær. Tú vart víðagitin á psykiatrisku deild. Um onkur var í neyð, vart tú altíð klár at hjálpa. Tú gavst tína síðstu sigarett, um onkur manglaði [...] ovnin. Tú elskaði at mála, seriga blómur. Tú gjørdi vøkur kort, undir blómumyndunum stóð eitt ørindi úr bíbliuni. Tú hevði onga bíbliu her á stovninum, men tað lá ræði fyri hjá tær at citera óteljandi vers [...] vers. Minnist tú sunnudagarnar, tá vit fóru í kirkju.Vit spældu eisini bingo, bæði í VB-húsinum og á Hamragarði. Millum mangt ymiskt vit vóru til, var eisini kvinnuborðhaldið í VB-húsinum. Hanna, tú vart
Hartil var hann manga stevnuna at hoyra í útvarpinum við sínum viðkomandi viðmerkingum um róður, manningar og kappróður í síni heild, og eisini visti hann frá mongum at siga um kappróðrarsøguna upp gjøgnum [...] vit ásanna, at saknurin verður stórur, nú Hannis ikki er millum okkum meira Tá ið Róðrarsambandið varð sett á stovn í 1980, var Hannis ein av undangongumonnunum og kom í nevndina, har hann sat í samfull [...] læru og starvaðust saman á maskinverkstaðum hjá Wenzel Petersen. Hann var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við, og ikki minst var hann hollur í ráðum, tá ið tað snúði seg um dagsins gerning. Kappróður
eg ikki fái deilt við teg, goymi eg í minninum. Allar tær løtur, tú fekk meg at flenna, tær taki eg fram, tá ið eg minnist teg og títt lívliga jaliga sinni. Av lyndi var tú alt, sum eg kann hugsað mær [...] heim og bleiv kórsett í Hósvíkar Kirkju. Ein hugnalig løta, hvar tankarnir flugu víða; vit sluppu at siga tær endaliga farvæl. Allir góðir tankar fylgja tær og eg ynski familju tíni blíðan býr. Góða Gunnvá [...] tær er enn á telduborðinum, so eg heilsi uppá teg upp til fleiri fer um dagin, men munurin er bara, at nú fái eg ikki svar uppá tað, eg skrivi til tín og tú tekur ikki longur telefonina. Tað er so nógv
tykkum. Altíð vart tú til reiðar at hjálpa, um eg bað teg hjálpa mær við onkrum. Eg minnist væl fyri nøkrum árum síðan, tú hjálpti mær at stoypa í kjallaranum, tá var gott at hava ein við góðum evnum. Ongantíð [...] ongantíð, men segði altíð, at tað gekk betri. Eg gloymi ongantíð, einaferð vit sita inni hjá tær og tosa um lívsins viðurskifti, og tosið fellur á, at alt sær so svart út, at tú sigur, at tað altíð blívur betri [...] ongantíð. Eg havi mist ein góðan vin í tær Gardar, og tómligt verður tað at koma heim aftur og ikki at síggja teg aftur, men eg trúgvi at tú hevur tað gott, har tú ert nú. Má Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara
fluttu til Danmarkar at búgva. Siti og minnist gamlar dagar í Gøtu, tá vit komu at vitja mammu og pápa, og børnini vóru smá og lógu í vogni. Tað var ongantíð nakað í vegin fyri at lata tey standa uttanfyri [...] burturúr. So plagdi Brynhild at siga við meg: »Eg skal nokk hyggja eftir vogninum. Eg eri her kortini«. Ja, góða Brynhild. Eg fari at sakna teg, tá eg komi heim. Tað var so deiligt at síggja teg, og sjálvt um [...] Tað er eitt sindur undarligt at sita í Danmark og skriva minningarorð um Brynhild. Tað kom eitt sindur dátt við at hoyra, at Brynhild var deyð, sjálvt um heilsan ikki hevði verið so góð í seinastuni. Góða
eg stolt av at siga, vóru omma og abbi mín. Arnhold Jespersen var sonur Eliesar og Janu Jespersen. Eliesar og Jana fingu fýra børn. Jana doyði, tá ið abbin bert var 6 ára gamal og minnist eg abban fortelja [...] sum ongi børn áttu, at vera, bert 9 mnð. gomul, og bleiv har uppfostrað sum teirra egna barn. Arnhold og Paula vuksu bæði upp í Trongisvági, nærri sagt á Bedingini. Hetta var so at siga óbygt øki, men bedingin [...] Hannommuni, har eg slapp at sita á køksborðinum og fáa eitt sindur burturav sagovellinginum við kanelsukri á. Bæði abbin og omman vóru sera køn í hondunum; omman at seyma og abbin at evna alskyns lutir burtur
Um tú ikki var inni tá eg kom norður at vitja, ja so visti eg altíð hvar eg skuldi fara at leita eftir tær. Minnist serliga at tú og aðrir eldri menn, plagdu at sita á tí stóra rekatrænum niðri á keiðuni [...] skilji als ikki at tú ikki ert her hjá mær meira, eg havi vóna, at hesin dagurin aldrin fór at koma, har tú ikki ert ímillum okkum longur, men soleiðis er lívið nú einaferð. Tú fert altíð at hava eitt stórt [...] ógvuliga tómt at koma til Eiðis, har tú ikki situr í vindeyganum og veittrar, men mest tómt verður tað hjá ommu. Allar tær góðu løturnar saman við tær, fari eg at sakna. Ja tað verður ringt at siga hvat eg fari