Góða Hanna!
Her er so tómt, nú tú ert farin. Hurð tín stóð altíð opin og altíð surraði kaffimaskinan, og so fingu vit okkum eina sigarett.
Av lyndi vart tú blíð, fitt og fyrikomandi. Líkamikið hvønn tú tosaði við, áttu øll uttan undantak alt gott at bera tær. Tú vart víðagitin á psykiatrisku deild. Um onkur var í neyð, vart tú altíð klár at hjálpa. Tú gavst tína síðstu sigarett, um onkur manglaði.
Saknurin, Hanna, er ógvuliga stórur, hvør kundi sum tú bjóðað inn til nýbakaða køku, ella koyrdi tú ein høsnarunga í ovnin. Tú elskaði at mála, seriga blómur. Tú gjørdi vøkur kort, undir blómumyndunum stóð eitt ørindi úr bíbliuni. Tú hevði onga bíbliu her á stovninum, men tað lá ræði fyri hjá tær at citera óteljandi vers.
Minnist tú sunnudagarnar, tá vit fóru í kirkju.Vit spældu eisini bingo, bæði í VB-húsinum og á Hamragarði. Millum mangt ymiskt vit vóru til, var eisini kvinnuborðhaldið í VB-húsinum.
Hanna, tú vart mittpunktið á Eiðisgarði, øll elskaðu teg. Tey siga, maður kemur í mans stað, men saknurin av tær kann ikki sigast við orðum. Vit eru øll á Eiðisgarði takksom fyri tíðina vit fingu saman við tær.
Hvíl í friði góða Hanna.
Øll her senda familjuuni eina heilsan og takka fyri hugnaligar vitjanir her suðuri. Um tað kann ugga tykkum, so vil minnið um Hannu altíð vera verðandi her suðuri.
------
Búfólkið á Eiðisgarði