Tú hevði ringt á mína telefon, tá ið vit vóru inni í Norra fyri nakað síðan.
Tankarnir leita um ta tíð, vit hava havt saman ígjøgnum alt lívið.
Vit vóru so at siga javngamlir og grannar alt lívið. Vit spældu nógv saman
sum ungir og eg var onkrar ferðir við tykkum, familjuni, norðuri í
Mikladali í summarfrí.
Sum eldri blivu vit báðir sjómenn og sigldu hvør sína leið, men onkuntíð
hava vit siglt saman, bæði við Bjørgvin og við Ågot. Tú gjørdi tær ikki
til skammar, har tú vart, raskur vart tú, og kreftirnar hevði tú góðar.
Men um vit sigldu við ymiskum skipum, hildu vit altíð samband við
hvønn annan, komu inn til hvønn annan og ringdu til hvønn annan.
Tá vit báðir vóru heima samstundis, stukku vit altíð inn á gólvið hjá
hvørjum øðrum, og mangan góðan kaffimunnin havi eg fingið inni hjá tykkum.
Altíð vart tú til reiðar at hjálpa, um eg bað teg hjálpa mær við onkrum. Eg
minnist væl fyri nøkrum árum síðan, tú hjálpti mær at stoypa í kjallaranum,
tá var gott at hava ein við góðum evnum.
Ongantíð gramdi tú teg um nakað og fyri tey óhapp tú vart fyri nú seinastuni,
klagaði tú ongantíð, men segði altíð, at tað gekk betri.
Eg gloymi ongantíð, einaferð vit sita inni hjá tær og tosa um lívsins viðurskifti,
og tosið fellur á, at alt sær so svart út, at tú sigur, at tað altíð blívur betri
aftur, soleiðis vart tú, klagaði ongantíð.
Eg havi mist ein góðan vin í tær Gardar, og tómligt verður tað at koma heim
aftur og ikki at síggja teg aftur, men eg trúgvi at tú hevur tað gott, har tú ert nú.
Má Harrin styrkja tykkum í sorg tykkara, ið eftir sita.
Heilsan Alex, umborð á Sundaberg