Til minnis um Gunnvá Mortensen (Nybo)

f. 6 maj 1965 d. 23 januar 2012

Góða Gunnvá
Nú er skjótt eitt hálvt ár farið, síðan tú fór frá okkum.
Myndin av tær er enn á telduborðinum, so eg heilsi uppá teg upp til fleiri fer um dagin, men munurin er bara, at nú fái eg ikki svar uppá tað, eg skrivi til tín og tú tekur ikki longur telefonina. Tað er so nógv, eg vil deila við teg og so nógvir tankar, eg vil hava svar uppá.
Alt, sum eg ikki fái deilt við teg, goymi eg í minninum. Allar tær løtur, tú fekk meg at flenna, tær taki eg fram, tá ið eg minnist teg og títt lívliga jaliga sinni. Av lyndi var tú alt, sum eg kann hugsað mær eina vinkonu. Tú hevur glett meg so ríkiliga og tað er tað, sum eg enn einaferð vil fortelja tær. Allar okkara stuttligu upplivingar og frásagnir frá barna-, ungdóms- og vaksna­mannaárum, fari eg at goyma sum serstøk minni um teg.
Tann 31. januar í ár segði eg fyrst farvæl við teg á Kirkeland Kapel í Krist­ians­sund. Mána­morgunin vik­una áðrenn sovnaði tú frið­ar­liga á Sjúkra­hús­in­um í Krist­ianssund, eftir at hervi­lig sjúka hevði fingið fasta­tøkur á tær og ikki bar til við nakrari viðgerð.
Løtan á kapellinum var góð – talan hjá presti lýsti teg væl og talan frá tínum starvs­feløgum var eisini góð. Tey høvdu gjørt eina so vakra yrking um teg, ið lýsti teg, sum tú var og er – flýgur í vindinum, meðan tú heldur eyga við okkum.
Tú kendi nógv fólk og var væl dámd allastaðni har tú kom. Tú hevði lætt við at tosa við fólk, ið tú ikki kendi og fyri okkum, sum kendu teg var tú ein týðandi stuðul.
Skírishósdag segði eg aft­ur farvæl við teg, tá tú kom heim og bleiv kórsett í Hósvíkar Kirkju. Ein hugna­lig løta, hvar tankarnir flugu víða; vit sluppu at siga tær endaliga farvæl. Allir góðir tankar fylgja tær og eg ynski familju tíni blíðan býr.
Góða Gunnvá – takk fyri alt tú hevur verið fyri meg. Hvíl í friði!
----
Annika