Til minnis um Hedvig Haraldsen

Góða omma.
Tung vóru boðini tann morgunin, mamma ringdi og segði mær, at tú nú fyri seinastu ferð hevði latið eyguni aftur. Hóast eg visti, hvønn veg tað bar, er tað ringt. Ein kann fyrireika seg rættiliga nógv til, at tey nærmastu skulu fara av hesi fold, men tá dagurin so kemur, vil tað altíð vera ringt.
Serliga við tær, góða omma, tú, ið hevur fylt so nógv í okkara familju, serliga hjá okkum ommubørnum. Øll okkara upplivilsir saman og allar tínar frásagnir frá, tá tú var ung.
Tað tykist mær ikki so langt síðan, at tú var her í Sønderborg saman við mammu, pápa og abba. Tað vóru tíðir, og tú hevur altíð verið glað fyri Danmark, tí tú jú hevði búð har í tínum ungu døgum. Tað tíðina farið eg altíð at hava sum eitt gott minni.
Sum eg nú siti her og royni at skriva eina síðstu tøkk til tín fyri alt tað, tú hevur givið mær og lært meg, renna øll minnini úr barndómi mínum fram fyri meg. Eg minnist, hvussu nógv eg elskaði at koma út til tín. Eg minnist , hvussu ringt tað var fyri okkum tríggjar systrar, tá vit fluttu úr Sørvági til Miðvágs, tí vit vildu ikki vera í Miðvági, vildu bara sleppa aftur til Sørvágs. Eg minnist so væl hesa tíðina; hvørja ferð, mamma ikki var í nánd, og vit høvdu møguleikan, tumlaðu vit onkran bil og vóru á veg til Sørvágs aftur. Mamma var ongantíð í iva um, hvar hon skuldi leita, tí vit vóru jú úti hjá tær omma, har vit antin sótu og ótu tínar pannukøkur ella tínar heimabakaðu køkur, sum vit elskaðu.
Eg minnist eisini, at systir mín og eg altíð skuldu út til ommu at fáa pannukøkur, tá vit sum vaksnar komu heim á vitjan úr Danmark. Sum oftast bakaði tú okkum eina køku at hava við niður aftur, tá vit fóru avstað aftur.
Eitt av minnunum, ið stendur klárast fyri mær er, at tú altíð var ein "Dama" við stóra D, tú gekk jú nógv upp í, hvussu tú sá út. Altíð skuldi hárið setast og sminkan síta perfekt, hóast tú bara skuldi oman at keypa. Eg haldi, at øll, sum hava havt gleðina at kenna teg, kunnu vera samd við mær í, at omma altíð sá gott út í sínum fínu kjólum og pelsum, og við síni varrastift, ið hon aldrig kundi vera fyri uttan. Sjálvt nú at enda, tá tú lá bæði sjúk og avkreftað, var tað sera umráðandi fyri teg, at tú fekk hárið rullað upp, og at tú fekk tína varrastift á og ikki at gloyma alt títt gull, ja, ein kann ikki siga annað enn, at tú var ein sonn Dama.
Eg eri glað fyri, at eg náddi at vera heima og vitja í november mánað, ið skuldi verða síðstu ferð, eg sá teg á lívi. Vit fingu nakrar góðar dagar saman, og eg dugdi væl at síggja, at tú var sera avkreftað og helst ikki hevði langa tíð eftir. So tá eg fór heim aftur, var tað við tárum í hjartanum og vit einari ávísar hugsan um, at hetta helst var síðstu ferð, eg sá teg á lívi.

Eg vil enda við einum broti úr einum sangi hjá Klaus Kjellerup, ið eg haldi hevur ein góðan tekst, ið sigur frá, hvussu eg veit, at tú hevur tað nú, tú ert í himmalinum.


Det var meget imod din vilje
alligevel fik døden ram på dig
det er værst at være den efterladte
når nogen rejser deres vej
Og selv om du er væk for altid
så vil jeg ikke græde mere
jeg vil lade som om du lever
og har det godt nok
der hvor du er
Har du fået dine vinger
sidder de nu godt nok ?
og kan du flyve rundt i luften
med de andre i din flok ?
Og jeg ved, at du er optaget
i det store englekor
og at du synger endnu smukkere
end vi har hørt her
på vores jord
Se de positive sider
du har ingen fjender mere
for bitterhed og nederlag
findes bare ikke dér
Er der nogen i himlen
der kan elske dig ?
ligeså meget som jeg gjorde
nogen der får dig til grine ligeså meget som jeg ?
Jeg håber bare du har det godt deroppe
og at de andre de kan se, hvor dejlig du er
håber bare, at du når det
alt det, du ikke nåede her
Kirstin