Flaggdagin andaðist abbi mín, Jákup Esmar Olsen, vanliga nevndur Jákup uppi á Regni, 86 ára gamal. Hóast høgan aldur, var hann alt annað enn mettur av døgum. Eitt eyðkenni hjá abba var nevnliga, at hann mest sum lýsti av lívsgleði.
Abbi hevði verið ússaligur nakrar dagar, áðrenn hann andaðist. Men dagin fyri hann fór, lat hann okkum vita, hvussu nógv hann vónaði, at hann fór at gerast frískur áðrenn harmonikutúrin við Nørruni, har hann og dótturin áttu pláss - men soleiðis skuldi tað tíverri ikki verða.
Eg var sera heppin at eiga júst abba til abba. Eri fødd í Danmark, og livdi míni knappliga níggju fyrstu ár í Århus. Hvørt summar vóru vit tó í Føroyum í umleið tveir mánaðir, og var hetta sum at trína inn í eina av barnabókunum hjá Astrid Lindgren.
Mamma mín er elsta dóttur abba, og av tí at mamma var ung, tá ið hon fekk meg, var abbi enn í bestu árum, tá ið eg var barn. Abbi var bóndi, og átti hann bæði neyt og seyð, og minnist eg meg ongantíð at hava fingið neiligt svar frá honum, tá ið eg bað um at sleppa uppí.
Tá ið eg minnist aftur á sumrini í Føroyum sum barn, koma minnini altíð fram í einum grønligum ljósi. Hetta man vera tí, at ein so stórur partur av teimum fóru fram úti. Tað verið seg uppi á herðunum á abba á veg niðan í hagan at røkta, hugnaløturnar við kaffi og tríkantaðum sunkistum úti í bønum, og sitandi uppi í lastini á traktorinum hjá abba, fulllastaður av grasi gjøgnum bygdina til súrhoyggjbrunnin, ið vit síðani ótroyttulig hoppaðu niður í.
Nógv er broytt síðani tá, men tá í tíðini var tað ein fragd hjá børnum at sleppa upp í lastina á traktorinum hjá abba. Tískil hjálptu ofta ein rúgva av børnum til í bønum, einans við tí fyri eyga, at fáa ein túr við traktorinum. Fulllastaður sluppu einans nøkur fá børn at sita uppi á lastini, meðan øll sluppu við, tá ið lastin var tóm aftur. Sum abbadóttur hevði eg sjálvskrivað pláss í lastini báðar vegir, meðan tey ið ikki sluppu við, runnu allan vegin aftaná traktorinum til súrhoyggjbrunnin. Hetta roksið av okkum børnum hevur óivað verið sera órógvandi fyri arbeiðið hjá abba, men ongantíð lat hann okkum børn tað vita.
Umframt, at traktorurin hjá abba gjørdi, at mær ongantíð vantaði børn at spæla við sumrini í Føroyum, so hjálptu mjólkineytini hjá abba eisini væl til. Fýra mjólkineyt átti hann, og tey vórðu mjólkað morgun og kvøld. Mjólkin fór í spannir, ið síðani vóru settar í eitt skáp, ið hekk á grundini hjá ommu og abba. Bygdafólkið ið keyptu mjólkina, kom við einari tómari spann at seta ístaðin fyri ta fullu, og vóru tað ofta børnini ið fingu hesa uppgávu.
Seinni, tá ið vit vóru flutt til Føroyar at búgva, búðu vit tvey ár í Leirvík, meðan húsini hjá okkum á Toftum vórðu bygd. Fyri at sleppa undan at skifta skúla meir enn neyðugt, varð avgjørt, at eg fór við babba út á Toftir um morgnarnar, tá ið hann fór við Ternuni til Havnar til arbeiðis. Og var tað tá himmalskt sum hálvvaksin genta at balla seg millum ommu og abba tíman áðrenn skúlin byrjaði. Seinnapartarnir, meðan eg bíðaði eftir, at babba skuldi koma aftur við Ternuni, fóru ofta við skúlatingum. Tá sat abbi ofta íðin uppi yvir mær og spurdi til tað ið eg lærdi, og so kom hann við sínum ískoyti. Serstakliga dámdi honum væl at geva mær støddfrøðiligar avbjóðingar, men stundir vóru meira enn so til eitt Olsen ella bæði tvey.
Ein stórkavadag í januar 1995 fekk abbi heilabløðing, meðan hann arbeiddi á landingarmiðstøðini. Vit vóru innikavað, tá ið telefonin ringdi við boðunum. Ein av hansara starvsfelagum fekk tó koyrt ímoti babba, soleiðis at hann kundi fara við abba í sjúkrabilinum. Hetta var ein myrk tíð, og abbi gjørdist ongantíð hin sami aftur. Bløðingin sat soleiðis, at hon ávirkaði hansara stutttíðarminni, og visti hann tí sjáldan, hvat hann hevði etið og gjørt sama dag eftir hetta. Abbi varð altíð mettur at vera ein skilagóður maður, og var tað tí óivað sera hart hjá honum at tillaga seg hesa nýggju tilveru, tí hóast hann ikki mintist so nógv frá sama degi, var hann enn eins gløggur og áður. Eg fekk um somu tíð koyrikortið, og tá ið abbi ikki slapp at koyra bil eitt hálvt ár aftaná tilburðin, slapp eg at umsita Volvo bilin hjá teimum, afturfyri at eg koyrdi tey tey ørindir, tey høvdu. Ofta var eg tung um hjarta tá ið abba smeyg sær inn á baksetrið, tí eg sá hvussu tað nívdi hann at hava mist hesa ábyrgd. Góðar løtur fingu vit tó eisini burturúr hesi tíðini. Abbi hevði haga í Rituvík, og var tað ofta sera hugnaligt at fara við honum yvir til Rituvíkar at røkta.
Hóast umstøðurnar hjá abba broyttust nógv aftan á heilabløðingina, gavst hann ongantíð við at liva. Hann tillagaði seg. Abbi var ómetaliga skemtingarsamur, og skuldi standa illa til, áðrenn látur ikki hoyrdist, har hann var. Hetta tók hann við sær í egningarskúrin, í Undirhúsið, á Vesturskin og allar aðra staðni, har hann ferðaðist. Abbi dugdi ótrúliga væl við fólki, ung sum eldri. Um okkurt fremmandafólk spurdi um mín uppruna, og eg segði, at eg var abbadóttur Jákup uppi á Regni, var vanligasta aftursvarið “hann er so fittur”! Tó kom tað óvart á meg, at so nógv av mínum javnaldrum sýndu mær samkenslu, tá ið abbi andaðist.
Omma og abbi livdu knapt seksti ár sum hjún, og tá ið omma slapp inn á Vesturskin fyri umleið trimum árum síðani, men einki pláss var fyri abba, var tað tá honum ein sjálvfylgja at fara oman til ommu á Vesturskin hvønn morgun, og verða har umleiðir líka til songartíð. Frøin var tí stór, tá ið hjúnarbandskamarið á Vesturskin gjørdist tøkt í oktober í fjør, og omma og abbi aftur kundu búgva saman. Fá høvdu tó væntað, at gleðin fór at verða so stokkut.
Nú láturin hjá abba hevur rungað á seinasta sinni, er saknurin stórur, ikki minst hjá ommu. Men tað er við sorgblídni, at vit minnast abba, og við takksemi fyri, at hann fekk so góð ellisár. Tí vilja vit her nýta høvi til at geva eina hjartans tøkk til Undirhúsið og Vesturskin á Toftum fyri tað fyrimyndarliga góða arbeiðið, ið tit gera. Samstundis vilja vit takka øllum ið sýndi okkum samkenslu og hjálpti okkum í samband við jarðarferðina hjá abba.
Góði elskaði abbi, takk fyri alt, ið tú var fyri meg og míni – vit sakna teg!
Lítla Kirstin