Tað er eitt sindur undarligt at sita í Danmark og skriva minningarorð um Brynhild. Tað kom eitt sindur dátt við at hoyra, at Brynhild var deyð, sjálvt um heilsan ikki hevði verið so góð í seinastuni.
Góða Brynhild. Eg, mamma og systkin míni hava nógv at takka tær og Hans fyri. Hans doyði tíðliga longu í 1985. Vit búðu síð um síð, so vit høvdu nógv saman, og tað var bara gott. Gekk man uttanfyri, og stóð Brynhild í vindeyganum, var hon skjót út á trappuna og spurdi, um vit ikki komu inn. Tað, sum var so stuttligt við Brynhild, var, at hon var so góð og mild, altíð við tí góða og positiva. Man hoyrdi, hvussu nógv hon helt av børnunum, og so vildi hon hava at vita, hvussu vit høvdu tað. tað munnu vera mong, sum hava fingið ein góðan drekkamunn frá Brynhild.
Vit búðu í Havn í nógv ár, áðrenn vit fluttu til Danmarkar at búgva. Siti og minnist gamlar dagar í Gøtu, tá vit komu at vitja mammu og pápa, og børnini vóru smá og lógu í vogni. Tað var ongantíð nakað í vegin fyri at lata tey standa uttanfyri í vogninum. Brynhild hevði ein lítlan urðagarð, og har var Brynhild í nógvar tímar tilsamans og sjálvt um stykkið ikki var so stórt, fekk hon nógv burturúr. So plagdi Brynhild at siga við meg: »Eg skal nokk hyggja eftir vogninum. Eg eri her kortini«.
Ja, góða Brynhild. Eg fari at sakna teg, tá eg komi heim. Tað var so deiligt at síggja teg, og sjálvt um tú ikki hevur búð heima í nøkur ár, sóust vit av og á kortini. Tú treivst væl í Gøtubrá. Tú hevði børn, svigarbørn og ommubørn rundan um teg, og tú var stolt av teimum øllum. Tú tosaði altíð um tey, og tú var ein góð mamma og omma at eiga.
Marita góða. Tú og genturnar vóru so nógv knýttar at mammu og ommu tykkara, og tit vóru so nógv at síggja heimi hjá henni. Góðu tit Líggjas, Torkil, Sjúrður, Eyðun og Marita. Tit hava mist eina góða mammu. Hon var ein góð mamma at eiga. Tit mistu pápa tykkara í góðum árum. Góðu tit øll. Saknurin er stórur hjá tykkum, tað veit eg, men eg vil enda við at skriva. Friður verði við minninum um okkara góðu grannakonu Brynhild Hansen.
Joan Joensen