dømis Tórshavnar kommuna vaksa so nógv norðureftir? Hetta minnir eitt sindur um fólkaatkvøðuna, sum verða skuldi um fullveldi 26. mai í 2000, sum løgmaður avlýsti í tøkum tíma, tí Fólkaflokkurin [...] kommunalar eindir. Einki haldgott argument er ímóti hesum, men úrslitið av fólkaatkvøðuni vísir, at vit ikki skulu hava færri kommunur – í hvussu so er ikki meira enn tríggjar færri. Tað ger so [...] skúlaøkið út til kommunurnar? Hvussu skuldi hetta fíggjast – og skuldi tað kanska verið so, at ein útjavningarskipan varð gjørd, so øll í veruleikanum rindaðu í ein og sama kommunukassa? Hví
greitt í sáttmálanum millum stovnin og Starvsmannafelagið, at álitisfólkini skulu vera við í tilgongdum, sum hava kollveltandi broytingar við sær, vórðu tey ikki kunnað um málið. Harumframt vóru fólk ikki [...] leiðarin heldur, at nú er vandi fyri, at fólk siga upp í óðum verki, tí tey eru ótrygg um framtíðina. - Landsstýrismaðurin segði, at hann vildi lata tað upp í hendurnar á nýggja stjóranum, at skipa vi [...] nýggi stjórin tekur við. So eg frykti at fólk bara stinga í sekkin longu nú. Og tað verður ein vanlagna fyri stovnin, sigur Páll Heinesen. Hann heldur, at fólk áttu at fingið tilboð um eitt hálvt ára
frá 1918 við ungdómum í Havn í politistabátinum. Hann var eisini við í fyrsta ítróttarfelagnum í Havn, sum kallaðist Fimur, sum var stovnað í 1901, og hetta ár var Zacharis við í eini fimleikaframsýning [...] sum eisini var í fyrsta býráðnum í Havn, var ein kendur timburmeistari. Hann seldi alt tilfar, og hann bygdi eisini hús fyri fólk. Hann tók tað stig, at alt skuldi gerast til í Havn, sum ikki var neyðugt [...] til at smíða eini slík hús. Fyrsti tekniski skúli í Havn var í 1885/86. Tann næsti skúlin kom í 1908/09, og tað var Magnus á Kamarinum, sum fekk hann í lag. Lærarar vóru Magnus sjálvur og Jógvan Waagstein
doyði. Tá var eg einsamallur í húsi eina tíð. Mostir mín Ella, sum var ógift, var tá hjá systir síni í Vík. Hon kom so í húsið við mær í nøkur ár. Mamma fekk krabbamein í lunguni, sum spreiddi seg skjótt [...] Vit búðu í Funningsfirði, men vit fóru tó til hús sunnudagar. Elduvíkingar og oyndfirðingar búðu á loftinum hjá Elias Joensen. Elduvíkingar búðu eisini hjá Marius Joensen. Onkur búði hjá Høgna og Johonnu [...] sild standandi í lási. Klaksvíkingar plagdu at koma at keypa sildina til agn. Tá varð nokk so nógv gjørt av at salta sild. Vit fingu 60 tunnur eitt summar. Vit saltaðu sildina í gjónni í Elduvík. Sild var
ella hvørjum tey liva av. Hvussu nógv fólk eru í løntum starvi? Hvørja útbúgving hava fólk? Hvussu er kynsbýtið og lønarbýtið? Vit vita tað ikki. Í framløgu sínari segði Beinta í Jákupsstovu, at hagtøl um [...] Hvussu kunnu vit skipa hagtøl um vælferð, arbeiðsmarknað og javnstøðu, so tey í granskingarhøpi eru sambærilig um landamørk? Soleiðis ljóðaði yvirskriftin á granskingarstevnuni, sum var í Havn í døgunum [...] háskúlan í Molde í Noregi. Beinta hevur seinastu árini gjørt kanningar um kvinnur í føroyskum kommunalpolitikki og hevur í hesum sambandi mangan rent seg fasta, tá tøl ikki eru tøk at nýta í granskingini
Nú jólini stunda til, eru fólk ivaleyst farin at umhugsa, hvar og hvussu jólini skuldu haldast hesaferð. Á Pensionatinum í Havn, sum er undir psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsin-um, sleppa tey ikki at [...] desember til 1. januar. Maria Andersen býr í Danmark, og hon eigur eina 50 ára gamla systir, sum hevur búð á Pensionatinum í 10 ár. Hon er einsamøll eftir í Føroyum, og foreldrini eru ikkitil longur. - [...] eru deyð. - Hjá okkum er støðan tann, at vit eru tvær systrar í Danmark, og einasta systir okkara býr á Pensionatinum í Havn, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at tað alt ov ofta ikki verið tikið fyrilit
milliardir krónur í 1988. Hetta legði føroyska samfelagið í "respirator" í fleiri ár. Danir hildu "respiratorinum" gangandi til fyrst í nítiárunum, og sprændu síðan 3 milliardir krónum inn í føroyska samfelagið [...] Útvarpi Føroya er í hesum døgum gjørd ein kanning, har fólk verða spurd hvussu tey vænta at komandi árið fer at roynast fíggjarliga. Tey flestu vænta afturgongd. Tíggjunda hvørt ár í meðal seinastu 50 [...] høvdu mist nógvar pengar uppá fiskiroyndir í Eysturgrøn-landi. - Í 1974/75 var likviditetskreppa bæði í bankunum og í landskassanum. »Igen ydede Nationalbanken støtte, dels til bankerne direkte, dels ved
verið burturi í stóru verð. Hetta var vanligt hjá nógvum gentum tá í tíðini. Petra fór tí í 1934 til Keypmannahavnar, har hon arbeiddi í húsi hjá Josva From, sum hevði verið býarrættarforseti í Keypmannahavn [...] minnist, hvussu ræddur hann altíð var. Hann hevði jú havt eitt arbeiði, sum kundi skaffa honum nógvar fíggindar, og tað var ikki lukkuligt hjá einum jøda í hesi tíðini. Í Keypmannahavn kom Petra nógv í Kristiliga [...] at maðurin Óli sat blindur í nógv ár. Johan Salomon og Julianna giftust inn hjá foreldrunum. Her búðu frammanundan eldri skyldfólk. Tey bæði fingu sítt fyrsta barn, Óla, í 1907. Hesin Óli doyði sum smádrongur
Turrari í 2010 Sum nevnt í byrjanini av hesi grein, fór Birgar Johannesen undir at skráseta avfall í Havn longu í februar í 2008. Í einum yvirliti, sum hann hevur gjørt yvir fyrsta fjórðingsár í 2008, 2009 [...] Februar/2009: Turt í 301 tímar/ avfall í 147 tímar. Mars/2009: Turt í 376 tímar/ avfall í 120 tímar. Januar/2010: Turt í 398 tímar/ avfall í 98 tímar. Februar/2010: Turt í 390 tímar/ avfall í 58 tímar. Mars/2010: [...] við, sum hann í hesum yvirliti hevur skrásett: Februar/2008: Turt í 312 tímar/ avfall í 152 tímar. Mars/2008: Turt í 380 tímar/ avfall í 116 tímar. Januar/2009: Turt í 361 tímar/ avfall í 135 tímar. Fe
sigur okkum, at vit taka trygdina í álvara hjá Ægir, sigur hann. Hann Ætlar sær at tosað við leiðaran í Svimjihøllini í Klaksvík, so at teir í felag kunnu fáa brekini í rættlag skjótast gjørligt. [...] flestu hava verið ígjøgnum praktisku bjargingarroyndina í hylinum og á kantinum, sigur Símun á Høvdanum, formaður í svimjifelagnum, Ægir í Klaksvík. Í gjárskvøldið hevði hann myndatólið við, har tey gjøgnumgingu [...] fyri, har tey vísti á vandarnar í einari svimjihøll, greiddu frá, hvussu farast skal fram, tá ið skaðin er hendir, um hvussu vit skulu boða alarmsentralinum frá, og hvussu við skulu bjarga fólkinum, við