Petra er ættað úr Syðrugøtu, dóttir Julionnu, ættað úr Leirvík, og Johan Salomon Gregersen fyri oman Oyruna. Johan Salomon var ein av teimum gøtumonnum, sum í 1910 tóku stig til at stovna Fiskimannafelagið. Tískil er Petra javngomul við FF.
Systkini hjá Petru vóru Erika, sum var gift við Høgna Lómstein, Hanna, sum var gift við Leon Joensen, Sofus, sum var giftur við Zelindu f. Jacobsen, Óli, sum var giftur við Katrinu f. Thomsen, og Esther sum er ógift. Av systkjunum liva, umframt Petru, Sofus og Esther.
Sum ung kom Petra til Havnar at tæna hjá Jens Simonsen, sum var ættaður úr Norðragøtu. Hann gjørdist kendur sum Gøtu-Jens ella Bomm-Jens. Hann yvirtók bommvirkið hjá Anker Thomsen, og rak tað alla sína tíð, og fekk hann tí hetta heitið millum manna. Sum frá leið, rann saman millum Petru og Johannes Samuelsen, Hannis í Horni, sum var beiggi Magnhild, sum var gift við Jens. Tey náddu at vera gift í 65 ár!
Børn teirra eru Heðin, Sigrun, Elsuba og Hjørdis.
Lagnan vildi tað so, at vit bæði gøtufólkini komu at búgva í sama “kvarteri” í Havn og eru komin at kennast sera væl. Petra dugir sera væl at greiða frá. Og tá hon jú hevur livað longri enn tey flestu, veit hon eisini mangt og hvat, sum er vert at bera víðari.
Har tað er hjartarúm....
Húsið hjá Óla og Petru, ommuni og abbanum, var eitt gott dømi um, hvussu familju -og sosiala skipanin virkaði í gomlum døgum. Tann berandi í húsinum var omman Petra, sum hevur verið eitt rættiligt konubrot og eitt stórt menniskja. Avrik hennara verður ikki minni av, at maðurin Óli sat blindur í nógv ár.
Johan Salomon og Julianna giftust inn hjá foreldrunum. Her búðu frammanundan eldri skyldfólk. Tey bæði fingu sítt fyrsta barn, Óla, í 1907. Hesin Óli doyði sum smádrongur, og seinni fingu tey ein annan Óla. Inni har búði eisini systirin Anna Malena við dóttrini Oluffu, sum eisini var fødd í 1907. Oluffa giftist seinni við tí kenda skiparanum Óla Hans Olsen.
Beint frammanundan var tað hent, at kona Jógvan á Lakjuni hevði fingið ein son. Vegna umstøðurnar heima kom Jógvan og spurdi, um ikki sonurin kundi vera hjá teimum fyribils. Tað var so gamaní. Men Olivur varð verandi og gjørdist sum eitt av systkjunum hjá børnunum hjá Johan Salomon og Juliannu, hóast hann eisini hevði samband við síni foreldur og systkin. Hevði tað verið í dag, hevði Almannastovan skula verið við í leikinunm við einum ótali av málsviðgerðarum og sálarfrøðingum og játtan. Men her fekk Olivur eitt nýtt heim uttan nakað roks, og tað er við serligum eymleika at Petra umtalar Olivur, sum annars doyði við Verdandi undir krígnum. Tískil vóru í 1907 tríggjar vøggur í húsinum!
Vildi ikki giftast uttan at hava verið burturi
Petra kom til Havnar 16 ára gomul, og sum fráleið varð hon trúlovað við Hannis. Men Petra hevði sett í seg, at hon vildi ikki giftast, fyrr enn hon hevði verið burturi í stóru verð. Hetta var vanligt hjá nógvum gentum tá í tíðini. Petra fór tí í 1934 til Keypmannahavnar, har hon arbeiddi í húsi hjá Josva From, sum hevði verið býarrættarforseti í Keypmannahavn. Hann var jødi, og Petra minnist, hvussu ræddur hann altíð var. Hann hevði jú havt eitt arbeiði, sum kundi skaffa honum nógvar fíggindar, og tað var ikki lukkuligt hjá einum jøda í hesi tíðini. Í Keypmannahavn kom Petra nógv í Kristiliga Ungmannafelagnið, har tann legendariski Emil Joensen var formaður.
Í 1936 heldur Petra, at nú hevði Hannis bíðað nóg leingi. So hon kemur heim aftur, og tey giftast á heysti 1936.Tey giftast inn til foreldrini hjá Hannis, sum vóru Dánjal og Elsebeth í Horni. Hornahúsini hava annars eina serliga søgu. Abbi Hannis, Sámal, var uppisitari á Hornagarðinum. Men hann gjørdist ósamdur við amtmannin. Eitt skip var strandað í Álakeri og Sámal kravdi bjargingarløn. Hesum avvísti amtmaðurin, tí hann átti Álaker. Hetta kom til sak, sum Sámal vann. Afturfyri misti hann tískil garðin! Men fyri peningin hann vann, bygdi hann í Nybo, ið sum navnið sigur var uttanfyri býin, men sum nú er Tróndargøta.
Nógvir gestir
Heimið í Tróndargøtu var annars sermerkt av, at her altíð vóru nógvir gestir. Petra eigur/átti eini 50 systkinabørn bert í faðirættini, og tá farast skuldi til Havnar, hvat var so meira náttúrligt enn at fara at gista hjá skyldkonuni í Horni! So tað kom ofta fyri, at húsfólkini máttu fara úr sínum egnu songum fyri at hýsa gestum. So hjartarúmið hevur ikki verið minni, enn har Petra kom frá í Syðrugøtu.
Hannis og Petra hava verið mótsetningar. Og ofta riggar tað ikki verri. Hannis hevur verið tann seigi, hugsunarsami og speiski, meðan Petra hevur kanska verið tann meira forta. Ein eginleiki, sum ikki er heilt ókendur í hennara ætt!
Ein søga um tey bæði er um einaferð Petra hevði gjørt knettir. Petra spurdi Hannis, hvussu honum dámdi. Hann vendi knettinum í munninum og segði: “Tey eru ikki galin, men knettini hjá mammu vóru nú betri!” Tá høvdu tey verið gift í eini 60 ár! Tá stóð á gomlu! Men Petra ásannar, at vermamman gjørdi stak góð knetti. Hannis arbeiddi, eftir at hava tikið realprógv, á Bókasavninum til hann í 1944 gjørdist bókhaldari á Telefonverkinum, har hann var, til hann fór frá fyri aldur. Hann doyði í 2002, 95 ára gamal. Petra eigur 9 barnabørn og 13 langommubørn.
Petra er framvegis skilagóð sum fáur. Hon hevur eitt sera lætt lyndi, dugur væl at skemta, so tað er altíð ein stuttleiki at detta inn á gólvið. Hon er familjukær og tað merkist, hvussu stóra umsorgan hon hevur fyri síni ætt, eisini henni hjá Hannus.
Petru verður ynskt hjartaliga tillukku við hennara stóra degi!
Ó.