Kenna okkum sum valagn

Kunningin til starvsfólkini á Strandferðsluni hevur verið somikið vánalig, at vandi er fyri, at stovnurin liggur í skeljasori, áðrenn hann flytur til Tvøroyrar. Hetta siga starvsfólk og álitisfólk á stovninum.

Dagurin í gjár var ein óeydnudagur hjá starvsfólkunum í umsitingini hjá Strandferðsluni. Fyrst fingu tey ein skelk, tá tey lótu upp fyri telduni um morgunin, og á Portalinum lósu, at stovnurin tey hava starvast hjá í mong ár, skal flytast til Tvøroyrar.
Síðani komu fundarboð frá Niels Juel Arge, virkandi stjóra, har Jacob Verstergaard, landsstýrimaður í samferðslumálum greiddi frá, at stovnurin verður fluttur per 1. januar 2008, og at tey 21 starvsfólkini vóru vælkomin at fylgja við suður.

Skelkað álitisfólk
Ikki minst vóru álitisfólkini skelkað, tí hóast tað stendur púra greitt í sáttmálanum millum stovnin og Starvsmannafelagið, at álitisfólkini skulu vera við í tilgongdum, sum hava kollveltandi broytingar við sær, vórðu tey ikki kunnað um málið.
Harumframt vóru fólk ikki sørt ørkymlaði av, at landsstýrismaðurin onki boð hevði uppá, hvussu framtíðin, uppsagnartíðin og skiftistíðin ítøkiliga fór at verða skipað, nú tað var greitt, at nógv teirra mistu arbeiðið. Hetta skuldi nýggi stjórin, sum søkt verður eftir fyrsta dagin, skipa fyri.
Sum skilst hevur onki av teimum 21 starvsfólkunum á Strandferðsluni ætlanir um at flyta til Tvøroyrar.

Stórt inntriv
Regin Vágadal, rakstarleiðari á SSL, sigur við Sosialin, at nógvir spurningar vóru settir, sum snúðu seg um viðurskifti hjá tí einstaka starvsfólkinum.
- Samanumtikið haldi eg, at hetta er somikið stórt inntriv, at tann einstaki hevur krav uppá at fáa innlit í, hvat framtíðin bjóðar. Eg hevði í øllum førum ikki gjørt tað á hendan hátt, um eg ráddi, sigur Regin Vágadal. Sum partur av leiðsluni á stovninum fekk hann boðini um flytingina longu fríggjadagin.
- Vit fingu boð um ikki at siga nakað við nakran. Tað var sera óbehagiligt at ganga við, sigur hann.

Onki tilboð
Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari, sum hevur 40 ára starvsdag hjá Strandfaraskipum Landsins í summar, heldur at handfaringin av málinum hevur verið út av lagi vánalig.
- Jacob Vestergaard hevði als onki ítøkiligt uppskot til, hvat vit skulu bjóða fólki, sum ikki velja at flyta við til Suðuroyar, sigur hann.
Starvsfólkaleiðarin heldur, at nú er vandi fyri, at fólk siga upp í óðum verki, tí tey eru ótrygg um framtíðina.
- Landsstýrismaðurin segði, at hann vildi lata tað upp í hendurnar á nýggja stjóranum, at skipa viðurskiftini hjá starvsfólkunum, sum ikki ætla sær at fylgja við til Tvøroyrar. Men tað kunnu ganga nógvir mánaðir áðrenn nýggi stjórin tekur við. So eg frykti at fólk bara stinga í sekkin longu nú. Og tað verður ein vanlagna fyri stovnin, sigur Páll Heinesen. Hann heldur, at fólk áttu at fingið tilboð um eitt hálvt ára uppsagnartíð, so tey kunnu vera við til at stongja niður í Havn, og læra nýtt fólk upp.

Vistu av ongum
Sambært Tórfríð Johannesen, sum er álitisfólk á Farstøðini og Samfelaðsludeildini, er hetta ómetaliga illa frágingið.
- Vit álitisfólk hava als onga kunning fingið. Hetta er beinleiðis brot á allar avtalur, og havi eg eisini vent mær til Starvsmannafelagið um málið, sigur hon.
- Tað er langt úti, at tílíkt lekur út til miðlarnar, áðrenn starvsfólkini eru kunnað. Hetta sigur eisini nógv um handfaringina av málinum, sigur hon.
Annað, sum undrar Tórfríð er, at ætlanin eisini er flyta Bygdaleiðir til Suðuroyar.
- Tað fer ongantíð at ganga. Flestu bussarnir koyra av farstøðini í Havn, so tað verður eitt øgiligt rennarí við billetmaskinum, avrokningum og mánaðarkortum, um alt skal avgreiðast á Tvøroyri. Tí hevði eg mælt til, at umsitingin av skipunum kom at liggja har suðuri, men at Bygdaleiðir verða verandi í Havn.
Bæði Páll og Tórfríð siga, at tey helst tosað fyri øll starvsfólkini, tá tey siga:
- Vit kenna okkum øll sum valagn. Tí ongin ivi er um, at endamálið við hesum er, at landsstýrismaðurin skal standa seg betur í sínum øki.

--

Myndatekstur:
- Eg hevði í øllum førum ikki gjørt tað á hendan hátt, ráddi eg, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Vit álitisfólk hava als onga kunning fingið. Hetta er beinleiðis brot á allar avtalur, og havi eg eisini vent mær til Starvsmannafelagið um málið, sigur Tórfríð Johannesen, álitisfólk.

Eg frykti, at fólk bara stinga í sekkin longu nú. Og tað verður ein vanlagna fyri stovnin, sigur Páll Heinesen, starvsfólkaleiðari á Strandferðsluni.



Fakta:
Grein 3, stk 7 í sáttmálanum við Starvsmannafelagið

Tá ið talan er um at flyta ella siga upp starvsfólk, skal leiðslan samráðast
við álitisfólkið á avvarðandi deild. Verða partarnir ikki samdir, skal
álitisfólkið leggja málið fyri felagið.