Zacharis var føddur í 1886, og varð konfirmeraður í Havn tann 14. apríl 1901. Hann var sonur bøkjararn Jákup Jacoben og Elsebeth f. Djonesen av Velbastað, sum hava verið umrødd í hesi røð.
Zacharis lærdi ungur til timburmann. Eitt tað fyrsta arbeiði, hann var við til, var at byggja núverandi KFUK fyrst í hini øldini. Tá var hetta hús hjá bretska konslinum í Føroyum, sum í mæti vildi kappast við sjálvan amtmannin.
William Heinesen hevur skrivað eina stuttsøgu um hesi hús, sum hann minnist sum eitt slott.
Hann greiðir frá, at fólk fóru sunnudagar at hyggja eftir, hvussu tað gekk við arbeiðinum og vóru púra ovfarin hesum stórbara húsi. William skrivar m.a :
“En skøn bygning, så enkel og stor, beklædt med fine årede træsorter på kryds og tværs og med små udskårne knægte under tagskægget.
Hvordan det ser ud indvendig, ved den hele by. Salene er som have, gulvene belagt med kostbare tæpper, væggene inddelt i gyldenlæders felter og med hvide paneler.”
Tað er eingin ivi um, at tað hevur verið læruríkt hjá ungum dreingi at hava verið við til at smíða eini slík hús.
Fyrsti tekniski skúli í Havn var í 1885/86. Tann næsti skúlin kom í 1908/09, og tað var Magnus á Kamarinum, sum fekk hann í lag. Lærarar vóru Magnus sjálvur og Jógvan Waagstein. Ein av næmingunum var Zaharis. Saman við honum vóru teir Frits Hansen í Pætursastovu, Johannes Stephenson, Jákup Øster, Viggo Christiansen, Sofus Rasmussen og Rasmus Thomsen í Funningsstovu.
Virkin í ítrótti
Zacharis var virkin í ymiskum ítrótti. Tað finst mynd frá 1918 við ungdómum í Havn í politistabátinum.
Hann var eisini við í fyrsta ítróttarfelagnum í Havn, sum kallaðist Fimur, sum var stovnað í 1901, og hetta ár var Zacharis við í eini fimleikaframsýning. Hetta felag var íblásturin til Havnar Fimleikafelag.
Hann var eisini millum teir fyrstu í HB i 1904, og var á fyrsta fótbóltsliðnum hjá teimum.
Í 1911 stovna nakrir havnarmenn Havnar Krokkfelag. Har var Zacharis eisini við.
Fyrstu sum smíðaðu typuhús í Føroyum
H.C. Andreassen (Hans á Reyni), sum eisini var í fyrsta býráðnum í Havn, var ein kendur timburmeistari. Hann seldi alt tilfar, og hann bygdi eisini hús fyri fólk.
Hann tók tað stig, at alt skuldi gerast til í Havn, sum ikki var neyðugt at gera á plássinum, har húsini skuldu standa. Til hetta endamál stovnaði hann í 1914 saman við tveimum timburmeistarum Zacharis og Sofus Mortensen felagið H.C. Andreassen & co. Seinni bygdu teir Tórshøll, seinni kend sum dansistova í Havn, at gera stórviðin og annað til í. Tað arbeiddu hjá felagnum einir 20 mans, harav fýra lærlingar, so hetta var ein stór fyritøka. Teir gjørdu allan stórviðin og bygningssnikkaraarbeiðið til í Tórshøll til tey húsini, teir bygdu ymsastaðni í landinum. Hetta kann sigast at hava verið forleypari til “typuhús.”
Tá ið komið var nakað inn í 20-uni sansaði at í okkara samfelag eins og aðra staðni. Størstu fyritøkurnar í Havn fóru av knóranum. H.C. Andreassen & Co fekk heldur ikki sum frá leið endarnar at røkka saman. Tá komið var inn í 1928 noyddist fyritøkan at gevast. Zacharis misti húsini í hesum sambandi, men fekk tey aftur.
Teir báðir Zacharis og Sofus hildu tá fram sum timburmenn hvør sær. Zacharis hevði fólk í arbeiði og ferðaðist kring landið at byggja. Í Sørvági bygdi hann húsini hjá Løðu Jógvan. Í Havn var hann við til at byggja millum annað katolikkakirkjuna og í Kvívík kirkjuna har. Hann arbeiddi eisini nógv á hvalastøðini við Áir.
Zacharis var eisini ein dugnaligur traðarmaður. Hann hevði eina trøð uppi á Sundsvegnum, sum hann leigaði, dyrkaði og so keypti. Har býr abbadóttirin Inga nú saman við manninum.
Misti konuna
Zacharis giftist við Ingu, dóttir Johannu og Jens Christian Johansen úr Sørvági. Inga vaks upp hjá mammubeiggjanum Jóan Paula og konu hansara Elisabeth, tí mamma hennara var sera sjúk.
Mammubeiggin hevði handil og átti jørð. Hann hevði eisini ein deksbát og turkaði fisk, so har var nógv at gera. Pápi Ingu var timburmaður.
Inga kom ung til Havnar og arbeiddi á bakarínum hjá Frants Restorff. Her hava tey bæði hitst og eru so gift. Tey fingu børnini Pauli, Jákup og Ingibjørg.
Inga gjørdist sjúk rættuliga ung. Hon fór niður at søkja sær heilsubót í 1935, men hon doyði í 1936. Inga var annars kend fyri at vera fitt og sera røsk, áðrenn hon gjørdist sjúk. Tað sigst at hon einaferð enntá málaði húsini, sum man hava verið sera sjáldsamt hjá konufólki tá á døgum.
Tá ið mamman doyði var Pauli 10 ár, Jákup 12 ár og Ingibjørg var 5 ár.
Pauli fór í fyrsta umfari at vera hjá fastrini Sonnu av Skarði á háskúlanum. Seinni fóru hann og beiggin Jákup til Sørvágs til ommuna og abban.
Jákup fór til Havnar aftur 14 ára gamal. Tá kom hann at arbeiða hjá H.C.W Tórgarð. Pápin helt, at tað var best ikki at arbeiða hjá honum. Jákup gjørdist eisini timburmaður. Hann giftist við Semundu frá Hvalvík, og tey fingu trý børn.
Ingibjørg fór til pápabeiggjan Hjalmar. Hon gjørdist sum ein systir hjá Margrethu, dóttir Hjalmar, og tær báðar vóru allar dagar ímyndin av Hjalmar Jacobsens bókahandil.
Ingibjørg giftist við Erling Djurhuus. Hann var sonur Margrethu og Christian Djurhuus, løgmann í nógv ár.
Pauli bleiv verandi í Sørvági. Hann fór til skips við sluppini Oskar hjá Joen P. Haraldsen. Seinni giftist hann við dóttir hansara Torborg.
Pauli sigldi eisini undir krígnum. Eina ferð sigldu teir av Ísafjørðinum á Siglufjørðin at fáa ordrar. Teir sigldu undan illveðrinum, sum beindi fyri Verdandi, sum hevur verið umrødd í Miðvikuni. Teir merktu ikki veðrið fyrr enn teir sóu land í Føroyum.
Annars hevur Pauli siglt við Dia á Vertshúsinum við Vesturvarða. Millum onnur skip eru Skúgvur, Vesturvón og Atlantis.
Pauli eigur trý børn, og tey eiga tvey børn í part.
Næstu ferð
Komandi partur verður um Onnu Sofíu Jakobsen úr Leynum, sum var leiðari á handsverksskúlanum í Havn í 19. øld