Hvussu kunnu vit skipa hagtøl um vælferð, arbeiðsmarknað og javnstøðu, so
tey í granskingarhøpi eru sambærilig um landamørk? Soleiðis ljóðaði yvirskriftin á granskingarstevnuni, sum var í Havn í døgunum 27.-29. mars.
Og júst tátturin um javnstøðu og hagtøl var til viðgerðar á fyrra almenna fundinum á stevnuni, har staðfest varð, at tað er ein stór forðing í javnstøðuarbeiðinum í Føroyum, at vit ikki hava hagtøl, sum kunnu lýsa støðuna millum kynini. Ein av stigtakarunum til stevnuna, sum eisini legði fram, var Beinta í Jákupsstovu, sum er granskari við lærda háskúlan í Molde í Noregi. Beinta hevur seinastu árini gjørt kanningar um kvinnur í føroyskum kommunalpolitikki og hevur í hesum sambandi mangan rent seg fasta, tá tøl ikki eru tøk at nýta í granskingini. Í uppleggi sínum greiddi Beinta í Jákupsstovu frá um støðuna í Føroyum, tá umræður tøl, ið kunnu lýsa livikor føroyinga, og royndum hennara sum samfelagsgranskari at gera kanningar um kyn, vælferð og arbeiðsmarknað. Eitt nú hevur hon sett sær fyri, at samanbera vælferðarstøðið hjá kommunum sum, hava kvinnur í bý- ella bygdaráði, við tær kommunur har ongar kvinnur eru umboðaðar.
Sæðst tað aftur í politikkinum, um tær verða stýrdar av kvinnum ella monnum? Her er tað, sigur Beinta í Jákupsstovu, at stóra avbjóðingin kemur til sjóndar, tí tað finst nærum einki talgrundarlag, sum ger tað møguligt at samanbera kommunurnar.
Í fyrsta parti av kanningini skuldi Beinta í Jákupsstovu finna útav, hvørjar kvinnurnar eru, sum velja at stilla upp til kommunuval. Men av tí at hon ikki kendi føðingardagin hjá teimum uppstillaðu kvinnunum, kundi hon ikki fáa hesar upplýsingar. Næsta stig var at samanbera livikorini í ymsu kommununum, men heldur ikki hetta bar til, tí ongi tøl eru fyri slíkt í Føroyum. Einasta sum vit vita um kommunurnar, eru aldurs- og kynsbýtið hjá íbúgvunum, men einki um hvussu fólk liva ella hvørjum tey liva av. Hvussu nógv fólk eru í løntum starvi? Hvørja útbúgving hava fólk?
Hvussu er kynsbýtið og lønarbýtið? Vit vita tað ikki. Í framløgu sínari segði Beinta í Jákupsstovu, at hagtøl um livikor vanliga vera savnað, um tað frá politiskari síðu er ynski um, at eitt ávíst økið verður viðgjørt.
Umframt hetta eru hagtøl eisini amboð hjá bólkum í samfelagnum, sum ynskja
meira ávirkan. Men tíverri hevur tað mangan verið so, segði Beinta í Jákupsstovu, at vit í Føroyum hava aftrað okkum við at gera hagtøl, sum kunnu siga okkum nakað um livikor og samfelagið sum heild, og at hetta sjálvsagt er eitt politiskt val. Tí spurningar, sum ikki koma upp at venda í orðaskiftinum, hoyra privatlívinum til, og harvið ikki almennu Føroyum.
- Tí er tað av alstórum týdningi at vit fáa nágreinilig tøl, sum kunnu lýsa samfelagsviðurskifti í Føroyum, og soleiðis kunnu skapað eitt betri grundarlag fyri almenna orðaskiftinum um føroyska vælferð, segði Beinta í Jákupsstovu.