Mugu bøta um trygdina sum skjótast

Eftir dramatisku hendingina í Klaksvík Svimjihøll herfyri, hava tey gjøgnumgingið høllina og hava staðfest, at har eru nógv viðurskifti, sum skulu fáast í rættlag

Eftir dramatisku hendingina í Klaksvík Svimjihøll herfyri, har ein smádrongur mundi drukna, hava 28 fólk verið til lívbjargingarroynd Í Klaksvík. 

Har hava tey øll verið ígjøgnum teknisku royndina og tey flestu hava verið ígjøgnum praktisku bjargingarroyndina í hylinum og á kantinum, sigur Símun á Høvdanum, formaður í svimjifelagnum, Ægir í Klaksvík.

Í gjárskvøldið hevði hann myndatólið við, har tey gjøgnumgingu Klaksvíkar Svimjihøll og staðfestu tey nógv viðurskifti, sum ikki vóru sum  ty skuldu. 

Nøkur av brekunum vóru, at høllin er slett ikki uppmerkt, skelti og annað mangla, ein neyðhurð var stongd og fleiri aðrar hurðar vóru stongdar. 

Og hendi skaði, var ongin mannagongd var fyri, hvussu tann, sum var komin til skaða, skuldi flytast út til sjúkraflutning. 

- Hetta má fáast uppá pláss skjótast gjørligt, helst ídag, sum ein annan dag, sigur Símun á Høvdanum. 

Hann sigur eisini, at hetta eru viðurskifti, sum kunnu fáast í rættlag ógvuliga skjótt, eitt nú at skifta cylindarin í neyðhurðini og seta ein knarva á ístaðin og so seta skelti upp runt um í høllini -  ella seta tey gomlu uppaftur. 

Ein neyðætlan má gerast og kanska skal eitt stórt nummar setast á høvuðshurðina, ella hon fær ein annan lit, so at tey, sum koyra sjúkrabilarnar vita hvørja hurð tey skulu koyra til, tá ið skaðin er hendir. 

- Í slíkum føri er tíðin altavgerðandi, tí jú skjótari, tann, sum fær skaða, kemur í viðgerð, betur møguleika hevur viðkomandi at yvirliva.



Sørin S. Djurhuus og ein lívbjargari úr Havn stóðu fyri, har tey vísti á vandarnar í einari svimjihøll, greiddu frá, hvussu farast skal fram, tá ið skaðin er hendir, um hvussu vit skulu boða alarmsentralinum frá, og hvussu við skulu bjarga fólkinum, við hjartastartara, munn til munn hátinum osv. 

- Eitt lívsneyðugt skeið so vónandi, kann lívið bjargast, kemur onkur kemur til skaða í Svimjihøllini í Klaksvík.


Tað var Ægir, sum skipaði fyri skeiðunum, sum hava verið tvey tey síðstu mikukvøldini og nú skuldi tað verið nógv meira tryggari at svomið við Ægir, sigur Símun á Høvdanum.

Sjálvur er Símun á Høvdanum stak væl nøgdir við undirtøkuna.  

- Tað sigur okkum, at vit taka trygdina í álvara hjá Ægir, sigur hann. 

Hann Ætlar sær at tosað við leiðaran í Svimjihøllini í Klaksvík, so at teir í felag kunnu fáa brekini í rættlag skjótast gjørligt.