Kristianna, fødd í 1947, Bergfríð, fødd í 1951, og Victor, føddur í 1961. Kristianna býr í Havnini, og hini búgva í Klaksvík. Barnabørnini eru ellivu, og higartil eru fýra komin í næsta ættarliðnum. Heimið [...] var komin í lag, fór Anna at selja postalín í gávubúðini. Tað var ikki fyrrenn tey vóru komin væl upp í sjeyti árini, at tey bæði góvust at arbeiða. Í sjeyti árunum varð Dánjal Nielsen valdur í stjórnina [...] Hann var ein av trimum stjórum. Tá ið Atli P. Dam miðskeiðis í áttati árunum aftur gjørdist løgmaður, var Dánjal dagligur leiðari í Realinum í fýr ár. Anna og Dánjal eiga fýra børn - Jona, fødd í 1945,
1965, hevur ikki luttikið í kappróðri í mong ár. Nú hava teir í kappróðrarfelagnum í Árnafirði sett bátin í stand. Hann verður flotaður á Vánni í Klaksvík, og tað verður har, at teir fara at venja við honum [...] var FM vinnari í 1966, 1967 og í 1968. Í summar fara tvey 8-mannafør at venja á Vánni í Klaksvík. Nevið Reyða hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum ikki luttók í kappingini í fjør, er mannað í ár. [...] at ein heilt gamalur kenningur verður við, tá ið tað á Norðoyastevnu í Klaksvík verður farið undir FM kappingina í kappróðri. Talan er um 8-mannafarið í Árnafirði. Árnfirðingur, sum varð smíðaður í 1965
síðani 1. mars í ár hava tær verið tvær, nú Rannvá Eiriksdóttir varð sett í starv hálva tíð. Ein av hennara uppgávum er at tulka tíðinasendingina í sjónvarpinum fyri teim deyvu. Annars fer hon út í arbeiði sínum [...] tað, sum hevur verið brúkt í langar tíðir. Í Føroyum hava tey deyvu eisini havt møguleika at kunna samskifta við tey hoyrandi gjøgnum teknmálstulkar, og í dag er skipað ein serstøk Teknmálstulkatænasta [...] vanligt, og fer so niður í eitt rúm í kjallaranum, sum er innrættað til hennara arbeiði. Tá sagt verður "innrættað" so er tað bert partvíst rætt, tí innrættingin er sera einføld: Ein hvíttmálaður veggur sum
sum jú frammanundan hevði verið í líknandi arbeiði á háskúlanum í Danmark. Ein ordans maður Hetta arbeiðið í viðarlundini í Kunoy fekk so ein enda, men enn var líka trupult at finna sær nakað fast arbeiði [...] Parabol Í lívinum hjá Ásmundi er ikki bert arbeiði á skránni. Hann hevur íbúð í Havn og hevur fleiri ítriv í frítíðini. Íbúð hevur hann í Deyvahúsinum við Íslandsvegin í Havn. Har býr hann í einum kamari [...] gekk tískil arbeiðsleysur í eitt ár, til hann at enda var so heppin at fáa arbeiði á Kósavirkinum ein vetrardag í 1993. Og her var hann so í samfull sjey ár, fram til ársenda í 2000. Hann søkti tá eitt
tað vóru nóg nógvir leiðarar í bygdini og so framvegis. Men tað bilti ikki. Eftir tiltakið kundu øll bert staðfesta, at hetta hevði verið ein framúr góður dagur, hóast ein hevði kunnað ynskt sær meiri [...] Kvívík henda leygardagin. Veðurmenninir boðaðu frá nakað av vindi, eins og tað skuldi vera yvirskýggjað og regn av og á. Og teir fingu rætt í tí. Men hetta helt kortini ikki aftur teimum 350 úlvungum og leiðarum
Abrahamsen Í farnu viku loyvdi eg mær, í einum lesarabrævi, at seta Sjónvarpi Føroya ein spurning viðvíkjandi ES-forfatningstraktatini. Í lesarabrævinum vísti eg á, at í Degi og Viku í vetur var ein røð av [...] segði um hesi viðurskifti. Øssur Winthereig, tíðindaleiðari svaraði í bløðunum í gjár, og sum eg skilji svarið frá honum, so er eingin ivi í hansara verð um, at tað er uttanríkisráðharrin, sum hevur misskilt [...] aktatini hjá ES. Eg vísti somuleiðis á, at hetta var ein misskiljing, sum ikki sam-svaraði við tað, sum Per Stig Møller, uttanríkisráðharri segði í Degi og Viku tann 31. mars. Spurningur mín til redaktiónina
League Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at tvey ensk lið møtast í hálvfinaluni í Champions League. Í fjør møttust Arsenal og Chelsea, men tað var í fjórðingsfinaluni. Juventus var stórfavorittur at vinna seinnu [...] Juventus skapti bert ein opnan málmøguleika í øllum dystinum, og tað er at kalla óhoyrt fyri ?ta gomlu damuna?. Størsta møguleikan hjá Juventus hevði Zlatan Ibrahimovic tíðliga í dystinum, tá hann fekk [...] vegna frustratión. Camoranesi, ið er ein kvikur og vandamikil offensivur leikari, fekk heldur einki burturúr mikukvøldið. Spurningurin er so, um tað var ein off-dagur hjá Juventus, ella um vit skulu geva
hósmorgunin í Haraldsundi steðgaði Eliesar eina góða løtu í tveimum av húsunum, beint niðan fyri skúlan. Í fyrra húsinum skuldi ein inngjalding gerast, eins og øll pappírini í samband við ein pakka skuldu [...] Haraldsund: Tað er ein vanligur hósdagur í apríl mánaði í Haraldsundi. Tað er kuldi í luftini, og ikki eitt menniskja er at síggja nakrastaðni. Uttanfyri eini hús síggja vit fleiri bilar standa. Millum [...] rutunum hava nógv húski í rímiliga avmarkaðum øki, meðan aðrar rutur eru longri í kilometrum og hava somuleiðis nógv húski sum vitjast skulu. Ein av hesum rutunum út frá Posthúsinum í Klaksvík er rutan sum
politikkur grundleggjandi. New Labour var av røttum ein heilt nýggjur dagur í bretskum politikki. - Áður var tað meira at rokna sum eitt undantak, at ein Labour maður gjørdist forsætisráðharri, nú tykjast [...] búskaparliga vøksturin í Bretlandi seinnu árini telja í løtuni so mikið nógv meira enn atfinningarnar. Hetta heldur hálvi føroyingurin Louis Apol Wilson. Hann er vinnulívsmaður í London og fylgir bretska [...] Tony Blair í 1997 hevur Konservativi flokkurin verið í fríum falli. Garvaði Michael Howard skal royna at fáa flokkin aftur til maktina, men tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Hann er farin í hernað móti
ættarliðum innlit í farnar dagar. Spurdi Trúgva Árting, nær heim teirra á heygsbreyt varð bygt ? og greiðir hann frá, at Dáva Tummas gjørdi grundina í 1938, Cl. Dalsgaard og Jakki í Fuglafirði smíðaðu [...] Thomsen eru húsini hjá Elisabeth í Sandágerði, tey hava flata tekju og eru í einari hædd, síðani hjá Jacob Midjord og niðanfyri eru húsini hjá Grækaris, sum standa í Brekkugøtu ? húsini við árstalinum [...] 1924. Sostatt er myndin eldri enn húsini hjá Jóannes Árting, sum hann fór undir at byggja í 1938. Berint í Árnafirði er maðurn við hvísl ella spaka niðan fyri bátarnar, hann var ruddingarmaður hjá kommununi