Nú Sosialurin er fluttur í rúmsáttu húsini, sum hava húsað stórhandlum í øldunum við 1700 ? 1800 ? 1900 ? og 2000 talinum, samtykkja vit neyvan, at hetta er »typiskt parti fra Thorshavn«, heldur gimsteinurin, ið ber boð um serligu evnini hjá havnarmanninum, Niels Juel Nielsen (1911-1980) at taka myndir, sum veita komandi ættarliðum innlit í farnar dagar.
Spurdi Trúgva Árting, nær heim teirra á heygsbreyt varð bygt ? og greiðir hann frá, at Dáva Tummas gjørdi grundina í 1938, Cl. Dalsgaard og Jakki í Fuglafirði smíðaðu húsini, tey fluttu inn um ársskiftið 1939/40.
Hyggja vit at ovaru húsarøðini við Heygsbreyt eru húsini f. v. : hjá Johan á Lag, Hans á Lag, Johs, Thomsen og niðan fyri Johs. Thomsen eru húsini hjá Elisabeth í Sandágerði, tey hava flata tekju og eru í einari hædd, síðani hjá Jacob Midjord og niðanfyri eru húsini hjá Grækaris, sum standa í Brekkugøtu ? húsini við árstalinum 1924.
Sostatt er myndin eldri enn húsini hjá Jóannes Árting, sum hann fór undir at byggja í 1938.
Berint í Árnafirði er maðurn við hvísl ella spaka niðan fyri bátarnar, hann var ruddingarmaður hjá kommununi ? væl beindi hann burtur rusk o. a. t. sum skolaði upp úr sjónum.
Tann lítli bilurin framman fyri handilin hjá Andreasi og lastbilurin við byggitilfari, hvør kann siga okkurt um teir?