Helgi Abrahamsen
Í farnu viku loyvdi eg mær, í einum lesarabrævi, at seta Sjónvarpi Føroya ein spurning viðvíkjandi ES-forfatningstraktatini. Í lesarabrævinum vísti eg á, at í Degi og Viku í vetur var ein røð av innsløgum, har ført varð fram, at danski- og harvið eisini føroyski uttanríkispolitikkurin fór at verða fluttur úr Keypmannahavn til Brússel, um danir tóku undir við forfatningstraktatini hjá ES. Eg vísti somuleiðis á, at hetta var ein misskiljing, sum ikki sam-svaraði við tað, sum Per Stig Møller, uttanríkisráðharri segði í Degi og Viku tann 31. mars.
Spurningur mín til redaktiónina á Degi og Viku var tí, um øll hasi mongu innsløgini um forfatningstraktatina, sum vit sóu í Sjónvarpinum í vetur, bygdu á eina misskiljing, ella um tað var Per Stig Møller, sum hevði misskilt forfatningstraktatina, grundlógina og danska uttanríkispolitikkin.
Eg hevði satt at siga vónað at fingið eitt svar, har greitt varð frá, hvat SvF bygdi sínar niðurstøður á, ella eitt svar sum segði, hví munur var á tí, sum SvF segði, og tí sum Per Stig Møller segði um hesi viðurskifti.
Øssur Winthereig, tíðindaleiðari svaraði í bløðunum í gjár, og sum eg skilji svarið frá honum, so er eingin ivi í hansara verð um, at tað er uttanríkisráðharrin, sum hevur misskilt bæði danska uttanríkispolitikkin, ES-forfatningstraktatina og donsku grundlógina, meðan Sjónvarp Føroya hevur skilt alt. Tíverri grundgevur hann ikki við einum orði fyri hesum pástandinum.
Tíðindaleiðarin undir-strikar, at tað er ikki skeivt at seta spurningar, og at tey á Degi og Viku ætla framhaldandi at seta spurningar um hesi viðurskifti. Jú sjálvsagt skal Dagur og Vika seta spurningar, tað kann eingin hava nakað ímóti. Men tað sum eg spurdi um (um eg eisini kann loyva mær at seta spurningar) var niðurstøðan sum SvF gjørdi í innsløgunum. Tí sum eg dugi at síggja í forfatn-ingstraktatini (og nú eisini út frá tí sum Per Stig Møller sigur), so er niðurstøðan hjá SvF skeiv. Kann SvF so ikki greiða okkum hyggjarum frá, hvussu tey eru komin til hasa niðurstøðuna, heldur enn bara at siga, at "vit hava rætt og hini hava skeivt" ?
At ES-londini skulu samansjóða síni uttanríkispolitisku sjónarmið er einki nýtt. Danmark hevur samstarvað við ES um uttanríkispolitikkin líka síðani 1978, og hóast eitt nýtt embæti sum ES-uttanríkisráðharri verður stovnsett, so verða tað framhaldandi ES-limalondini sum sambært forfatningstraktatini fara at hava seinasta orðið at siga í felags uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. ES-uttanríkisráðið fær ikki nakran avgerðarrætt, men skal styrkja førleikan hjá ES at tosa við einari rødd, HAR SEMJA ER UM TAÐ, og skal samskipa uttanríkis- og trygdarpolitikkin. Hetta samsvarar við tað, sum Per Stig Møller segði við Dag og Viku tann 31. mars, men hetta samsvarar IKKI við tað, sum Sjónvarp Føroya hevur sagt sínum hyggjarum í vetur.










