- At samskifta við onnur.
Tað er ein tann mest grundleggjandi rætturin hjá menniskjum, - hetta at kunna tosa við onnur, líkamikið um tú hevur allar sansir, ert deyvur ella tú ert blindur.
Nógvir hentleikar eru komnir fram tey seinnu árini samstundis við ta teknisku menningina. Men hjá teimum deyvu er kortini teknmálið og teknmálstulkingin tað, sum hevur verið brúkt í langar tíðir.
Í Føroyum hava tey deyvu eisini havt møguleika at kunna samskifta við tey hoyrandi gjøgnum teknmálstulkar, og í dag er skipað ein serstøk Teknmálstulkatænasta.
Til hesa tænastuna hevur Edni Poulsen verið knýtt at sum einasta starvsfólk, men síðani 1. mars í ár hava tær verið tvær, nú Rannvá Eiriksdóttir varð sett í starv hálva tíð.
Ein av hennara uppgávum er at tulka tíðinasendingina í sjónvarpinum fyri teim deyvu. Annars fer hon út í arbeiði sínum, tá t.d. føðingardagar, fundir og onnur tiltøk eru á skránni sum teknmálstulkur.
Og samrøðan við Ásmund á hesi síðuni er eisini gjørd við hennara hjálp. Tí kann ein siga, at arbeiðið hjá teknmálstulkinum er líka so nógv eitt arbeiði fyri tey hoyrandi sum fyri tann deyva.
Einføld innrætting
Seinasta fríggjamorgun var hon aftur til arbeiðis í hølunum hjá Sjónband, har tíðindasendingin verður tulkað.
Kvøldið fyri hevði sjónvarpið havt eina av sínum regluligu "Dagur og Vika"-tíðinasendingum, og fríggjakvøldið skuldi hon so endursendast við tulking.
Rannvá hevði frammanundan sjálv sæð hesa sendingina hóskvøldið kl. 20, tá hon varð send, og hevur síðani hugt eftir henni fleiri ferðir.
At byrja við hugdi hon eftir eini slíkari tíðindasending upp í tíggju ferðir, fyri líkasum at fáa alt við - árstøl, nøvn og nógv onnur fakta ? tí sjónvarpsfólkini tosa so skjótt.
-Men nú eri eg komin í meiri venjing, so nú hyggi eg eftir sendingini einar 3-4 ferðir, áðrenn eg byrji at tulka, sigur Rannvá.
Hon kemur til arbeiðis sum vanligt, og fer so niður í eitt rúm í kjallaranum, sum er innrættað til hennara arbeiði.
Tá sagt verður "innrættað" so er tað bert partvíst rætt, tí innrættingin er sera einføld: Ein hvíttmálaður veggur sum bakgrund, og síðani eitt video og eitt sjónvarp frammanfyri, har sendingin er at síggja.
Út frá hesum er tulkar hon so tíðindini, sum tann vanligi hyggjarin eisini kann síggja, tá sendingin verður endursend kl. 18:05.
Og hon veit, at ein teirra sum so trúfastur situr frammanfyri sjónvarið kl. 18:05 er Ásmund Reyðberg.
Uttan hennara arbeiði hevði hann ikki fingið meiri enn helmingin við av tíðindasendingini. Nú kann hann av álvara fylgja við í samfelagstjakinum.