Tað er okkurt, sum bendir á, at ein heilt gamalur kenningur verður við, tá ið tað á Norðoyastevnu í Klaksvík verður farið undir FM kappingina í kappróðri. Talan er um 8-mannafarið í Árnafirði. Árnfirðingur, sum varð smíðaður í 1965, hevur ikki luttikið í kappróðri í mong ár. Nú hava teir í kappróðrarfelagnum í Árnafirði sett bátin í stand. Hann verður flotaður á Vánni í Klaksvík, og tað verður har, at teir fara at venja við honum.
Sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, krf.fo, so verður báturin fyri tað mesta mannaður við árnfirðingum, men onkur avbygdamaður verður við eisini, sum tað verður tikið til. Talan er fyri tað mesta um óroyndar rógvarar.
Árnfirðingur taldist tey fyrstu árini millum teir allar bestu. Bygdin og Norðoyggjarnar allar fylgdu væl við, og tað hilnaðist væl. Árnfirðingur var FM vinnari í 1966, 1967 og í 1968.
Í summar fara tvey 8-mannafør at venja á Vánni í Klaksvík. Nevið Reyða hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum ikki luttók í kappingini í fjør, er mannað í ár.










