Brosandi postmaður til 242 húski

Tað kemur meiri enn so fyri at fólk bjóða mær inn til ein drekkamunn. Men mær dámar tó hvørki kaffi ella the, og tey fægstu hava kako so tíðliga á morgni, so tað blívur ikki til so nógv av tí, sigur Eliesar úr Pállsstovu Joensen, postmaður á rutu nr. 6 í Norðoyggjum. Hvønn dag vitjar hann 9 bygdir og ein bý har hann ber postin út til íalt 242 húski.

Haraldsund: Tað er ein vanligur hósdagur í apríl mánaði í Haraldsundi. Tað er kuldi í luftini, og ikki eitt menniskja er at síggja nakrastaðni.
Uttanfyri eini hús síggja vit fleiri bilar standa. Millum hesar er ein jeepur við tí eyðkenda bláa litinum hjá Postverkinum.
Vit standa eina løtu uttanfyri og bíða í kuldanum. Henda løtan verður til tvær, tí tað tekur óivað eina góða løtu hjá postmanninum at avgreiða síni ørindi í húsinum.
At enda kemur hann út ? ein smílandi postmaður, Eliesar úr Pállsstovu Joensen ? og fer beinanvegin inn í næstu húsini.
- Bíða mær eitt sindur. Eg verði skjótur aftur, sigur hann.
Eliesar er júst byrjaður í rutu síni henda dagin, - fyrst í Kunoy og síðani í Haraldsundi. Henda rutan, sum førir hann gjøgnum trý berghol, tvær oyggjar, 10 støð og íalt 242 húski.
- Hóast rutan er long, so dámar mær sera væl mítt arbeiði, sigur tann fryntligi postmaðurin, Eliesar.

Ruta nr. 6
Hvønn einasta yrkadag eru teir ? postmenninir - tíðliga á fótum. Tí klokkan sjey hvønn morgun byrja teir í arbeiði sínum.
Á posthúsinum gera teir klárt við at sortera postin, og tá tað er gjørt verður lagt til brots. Hvør postmaður fer á sína rutu, har teir skulu inn á gólvið í hundraðtals húsum.
Summar av rutunum hava nógv húski í rímiliga avmarkaðum øki, meðan aðrar rutur eru longri í kilometrum og hava somuleiðis nógv húski sum vitjast skulu.
Ein av hesum rutunum út frá Posthúsinum í Klaksvík er rutan sum hevur heitið "umdømi nr. 6" ? tað er rutan hjá Eliesari.
Tað sum er serstakt við hesi rutuni er tað, at hon er bæði long í kilometrum, hevur nógv húski og fevnir um ikki færri enn 9 bygdir og ein bý á tveimum oyggjum.
Og so skal alt hetta røkkast innanfyri ein og sama dag fimm ferðir um vikuna. Eliesar byrjar kl. 7 og er sum oftast liðugur kl. 14.
-Í løtuni er rutan nakað long, tí eg havi fingið meiri aftrat. So tað blíva eitt sindur langir dagar viðhvørt.
-Tí kann tað saktans koma fyri, at eg fyrst eri aftur við hús tá klokkuni líður til fýra, sigur Eliesar, sum kortini trívist væl í sínum starvi.

Samband við fólk
Eliesar er ikki nýggjur í fakinum, tí hann hevur longu nógv ár á baki sum postmaður í Klaksvík.
Hann átti tí at vita rættiliga nógv um lívið sum postmaður, tí hann hevur arbeitt sum slíkur líka síðani 1. mars í 1988 ? t.v.s. í samfull 17 ár.
Tað eru sjálvandi nógv viðurskifti, ið gera, at ein maður heldur fram í slíkum starvi ár eftir ár - eftir ár.
Eitt sum er serstakt fyri starvið sum postmaður er, at hann kemur í samband við so nógv fólk hvønn einasta dag.
Ein postmaður fer jú inn í heimini hjá fólki, har tey kunnu avgreiða síni ørindi á staðnum.
Nógv fólk, sum Eliesar hittir í samband við arbeiði sítt, eru eisini sera fegin um hesa dagligu vitjanina.

Trý berghol
Henda rutan hann nú gongur er, sum nevnt rættiliga long í kilometrum og í fjarstøðu millum fyrsta og seinasta húsið á rutuni.
-Eg byrji í Kunoy og fari síðani norður til Norðdepils, og endi so ikki fyrrenn Undir Hálsi og Undir Brúnni í Klaksvík, sigur hann.
Við so langari rutu er skilligt at nógvar bygdir fáa vitjan av Eliesari hvønn einasta dag, ið postur verður borin út.
Hann byrjar í báðum bygdunum á Kunoynni, fer síðani um byrgingina og heldur hereftir fram á Borðoynni, har posturin verður borin út á Strond og í Ánunum.
Eftir hetta gongur leiðin norður gjøgnum fyrsta bergholið í oynni, tí nú fær fólkið í Árnafirði vitjan av Eliesari. Síðani fer hann við postbilinum gjøgnum seinna bergholið, tí nú standa Norðtoftir, Depil og Norðdepil á skránni.
Úr Norðdepli gongur leiðin síðani aftur gjøgnum bæði bergholini á Borðoynni og heilt út á Norðoyri og eftir hetta nøkur húski aftrat í sjálvari Klaksvíkini, tá komið er nakað út á seinnapartin.
Eitt er so talið av húskjum og bygdum, men talan er jú eisini um rættiliga langa fjarstøðu millum fyrstu húsini í Kunoy og seinastu húsini í Klaksvík.
-Ja, tá eg hyggi eftir kilometurteljaranum, so vísir tað seg at rutan er einar 70 km. til longdar, sigur hann.

Avgreiðsla á staðnum
Tá ein áður tosaði um postmenn, so bóru teir postin til dyrnar hjá fólki, og fóru síðani avstað aftur.
Men fyri nøkrum árum síðani varð skipanin broytt, soleiðis at teir postmenninir, sum nevndust landpostboð nú fingu annað heiti og kallast í dag avgreiðslupostboð.
Hetta ber so aftur við sær, at teir hava fingið fleiri onnur øki at røkja, tí nú kunnu fólk á ávísum støðum í landinum fáa avgreitt síni peningaørindi heima við hús.
Ein fylgja av hesum er tann, at eru nógv ørindi av slíkum slagi at gera, ja, so tekur tað longri tíð hjá postmanninum at koma víðari til næsta hús.
Og tí er ikki altíð so lætt hjá teimum seinastu húsunum á rutuni at vita, nær postmaðurin kemur og nær tey kunnu fáa avgreitt peningaørindini.
Men tey fyrstu húsini á rutuni vita so nøkurlunda, nær postmaðurin kemur, og tí kunnu tey hava peningin liggjandi kláran og fáa goldið tað tey skulu, bæði skjótt og væl.

Telefonrokning
Henda hósmorgunin í Haraldsundi steðgaði Eliesar eina góða løtu í tveimum av húsunum, beint niðan fyri skúlan.
Í fyrra húsinum skuldi ein inngjalding gerast, eins og øll pappírini í samband við ein pakka skuldu avgreiðast. Tað tók eina løtu, áðrenn brosandi postmaðurin kom aftur til sjóndar og fór inn í grannahúsið.
Í hesum húsinum kom Eliesar við eini rokning fyri nýtsluna av telefonini. Rokningin verður borin út, men fólk vilja gjarna gjalda fyri hana beinanvegin, og hava tí ofta peningin liggjandi kláran.
-Og júst tað er eisini ein av uppgávum okkara ? at avgreiða inngjaldingar av slíkum slagi beinanvegin, sigur Eliesar.

Karamellur í lumman
Eitt slíkt vinsælt postboð sum Eliesar er sum vera man væl dámdur av teimum fólkunum, hann ber postin til.
- Og hvussu er tað - verður tú ofta boðin inn til ein kaffimunn?, spyrja vit.
Eliesar er ein orðkringur maður, og hevur eisini verið at sæð á palli, og tí er hann knappur at svara aftur:
-Ájú, tað kemur meiri enn so fyri at tey bjóða mær inn til ein drekkamunn. Men nú er støðan tann, at mær dámar hvørki kaffi ella the.
-Og tey fægstu hava kakao so tíðliga á morgni, so tað blívur ikki til so nógv av tí, sigur hann við brosi á kinn.
Men fólk vilja fegin vera blíð við fryntliga postmannin, og hann hevur tí onkutíð etið døgurða hjá fólki.
-Og onkutíð havi eg eisini fingið okkurt gott undir armin ella í lumman.
-Serliga uppundir jól fái eg altíð í hópatali av karamellum at koyra í lumman, sigur Eliesar, og skundar sær til seinastu húsini í Haraldsundi.