Rættir úlvar ræðast ikki regn

350 úlvaungar úr øllum landinum savnaðir til stórt tiltak í Kvívík leygardagin.

Kvívík: Veðurforsøgnin var ikki tann besta fyri Kvívík henda leygardagin.
Veðurmenninir boðaðu frá nakað av vindi, eins og tað skuldi vera yvirskýggjað og regn av og á. Og teir fingu rætt í tí.
Men hetta helt kortini ikki aftur teimum 350 úlvungum og leiðarum teirra, sum fyrrapartin leygardagin løgdu leiðina til Kvívíkar.
Her hevði skótaleiðslan fyrireikað seg til eitt rættiligt "ryk-ind", nú árligi úlvadagurin stóð á skránni.
Onkur óttaðist fyri, hvussu tað mundi fara at ganga, tá so nógvir úlvar komu saman. Um tað vóru nóg nógvir leiðarar í bygdini og so framvegis. Men tað bilti ikki.
Eftir tiltakið kundu øll bert staðfesta, at hetta hevði verið ein framúr góður dagur, hóast ein hevði kunnað ynskt sær meiri sól og nakað minni av ælingi.
Eftir kappingar, mat, og mong onnur tiltøk endaði dagurin, soleiðis sum rættir skótar gera tað, nevniliga við einum stórum legubáli.
Seint seinnapartin kundu so allir úlvaungarnir fara glaðir ? men kortini troyttir - heim aftur til húsa.