hoyrt, at tað er ógvuliga vakurt í Føroyum, og tit hava nakrar vakrar oyggjar. Droymt um meira Jules dylir tó ikki fyri, at hann væntar, at tað er øðrvísi í Føroyum enn í Danmark. - Eg vænti ikki, at munurin [...] verður spælt við tankanum um at fáa teir út á eingilskum eisini. Alex syngur á eingilskum og væntar Jules, at hansara fløga fer at koma út í øllum Evropa. - Tað nyttar ikki at hava evnini um tú ikki ert [...] tað skal ikki nógv til fyri at rokna út, at teir eru parturin av Nexus Music, sum er vorðin kendur. Jon og Jules eru meira í bakgrundini, og biksast við tónleikin, og royna at halda seg so anonymar sum gjørligt
fór úr barnaskúlanum, ætlaði hann sær at fara at læra til bilmekanikara, men meðan hann bíðaði eftir at fáa lærupláss, fekst hann við ymist fyrifallandi, m.a. at falsa og pakka blaðið 14. SEPTEMBER á [...] bæði 5 og 6 um morgunin, áðrenn klárt var at fara á posthúsið við blaðnum. Meðan bíðað varð eftir at blaðið varð klárt at prenta, stytti hann sær stundir við at spæla sær við setikøssunum, og tá ein mi [...] komin afturíaftur, fór hann at hugsa um at fáa ein lærusáttmála, tí einki røktist fyri at bilverkstaðurin hjá Frits Jensen, sum helt til hjá Sigird av Reyni í Rættará, fór at taka nakran lærling. Meðan
m, sum bara lata til at eiga at vera ein partur av tí heila, tá okkurt fer fram. Men sum áhoyrari millum øll hini gott 500 fólkini, so má sigast, at tað var eitt lítið vónbrot, at tað ikki vóru enn fleiri [...] fløguni Vælskapt brek. Jógvan segði sjálvur, at tað var so mikið langt síðani, at hann seinast stóð á palli, at hann var heilt nervøsur. Men tað tóktist ikki at nerva hann tað stóra, tí hann kom sera væl [...] út, so er ilt at siga, hvat tað er, sum skal til. Fyrireikararnir søgdu tó, at teir vóru avbera vælnøgdir við undirtøkuna, tí teir vistu ikki frammanundan, hvat teir skuldu vænta sær, tí at tað eru so mong
ganga aftur, og fyri at gera eina roynd at fáa bilbukt við ørskapinum, so hava ferðslupolitistarnir roynt at tosa við ungu menninar ? og í summum førum við foreldur teirra fyri at vita, um tað hjálpir [...] monnunum fyri at vita, um foreldrini ikki kunnu tosa tær frá at fara í hesar bilarnar. Hugvekjandi er tað eisini, tá Jan Fossaberg sigur okkum, at onkrir av hesum ungu monnunum, hann hevur roynt at tosa til [...] vísir á, at steðgitíðin hjá eini motorsúkklu við eini ferð upp á 300 km/t er langt oman fyri 900 metrar. T. v. s., at ein súkkla, sum er komin upp í so nógva ferð í tunnlinum, ongan møguleika hevur at steðga
so tað eisini ber til at umsita lógina. Nú virkar tað heilt ómøguligt at umsita lógina, sigur Høgni Hoydal. ? Hetta er tað sama sum um, at ferðslulógin segði, at tað er loyvt at koyra 80 km/t, men summi [...] NAVNALÒGIN Hvat merkir at vera í ætt við? Klárar tú at svara hesum greitt, so megnar tú tað, ið Løgmálaráðið ikki megnar. Tað er nú einaferð soleiðis, at Føroya løgting stutt undan løgtingsvalinum í fjør [...] líkt er heldur ikki til, at hon í nærmastu framtíð verður broytt. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, ætlar ístaðin at leggja eitt lógaruppskot fyri løgtingið fyri at fáa greitt, hvat løgtingið
óhepna í, at tað fleiri ferðir hevur verið rættuliga stutt ímillum umførini. Hetta hevur við sær, at arbeiðstreytirnar hjá fjølmiðlunum ikki eru góðar. Feløgini royna at lívga áskoðararnar við at geva leikskráir [...] heldur ikki heilt lætt at skilja, hví býtið millum heimavøll og útivøll er so misjavnt, sum tað er í skránni. Ynskið hjá feløgunum er ivaleyst, at tað verður skift ímillum, soleiðis at tey so vítt, sum tað [...] kann tað verða so skjótt, at teir eftir skinklandi fyrstu umførini fara at koma sær millum tey ovastu. Sunnudagin verður kanska mest áhugaverda uppgerðin í Gundadali, har B36 fer at fáa vitjan av KÍ. Klaksvíkingar
inn á vøllin, hevði tú longu varhugan av, at hetta fór at vera fyribils hæddarpunktið hjá flogbóltinum í Sørvági. Heilt frá byrjan sá tað út til, at SÍ fór at vinna stórt. Teir løgdu seg beinanvegin á [...] valsinum Tú sat við einum varhuga av, at fuglfirðingar høvdu givið tað teir kundu í øðrum setti, og at krútið nú so smátt var við at vera uppi. Og so var. Eftir at teir høvdu verið trilvandi í øðrum setti [...] ov stórur til, at tað nakrantíð kom veruligur spenningur í. Av tí sama kann eingin ivi vera um, at rætta liðið vann. Hjartaliga tillukku, SÍ. Til stuttleika kann at enda skoytast uppí, at tvíburðabrøðurnir
Finnbogi Arge hevur alment sagt at LV er ikki ført fyri at gera undirsjóvartunnil og skal haldast uttanfyri. Hví ikki halda LV heilt uttanfyri? Hví skal LV sleppa at hyggja at, meðan norðmenn bora undir V [...] fígging til tær írestandi 80 mill. Hokus pokus...! Eingin er ímóti at føroyingar fáa tunnilin, men øll vita, at tunnilin kemur ikki at kosta kr. 240 mill. langt frá. Hetta er ein kostnaðarmeting LV legði [...] Arge staðfestir m.a. at kemur felagið í fíggjarligar trupulleikar, má politiska yvirvaldið taka um endan, tí »er tunnilin fyrst komin«, verður tað torført at standa í tí støðu, at hann verður stongdur«
Ætlanin er so at leggja at í Havnini í morgin árini. Annars hevði tað borið til at verið á Havnini væl fyrr enn tað, tí Krúnborg siglir skjótt. Men reiðarin heldur ikki, at tað ?ber til? at koma til lands [...] náttina. So teir fara at slaka á motorin fyri at drýggja heimferðina, so at teir ikki verða á Havnini fyrrenn í morgin árini. Tað hevur annars gingið eitt sindur seinni enn ætlað at gera Krúnborg siglingarklára [...] varð væntandi, at teir vóru klárir at koma heim nakrar dagar seinni. Men síðani hevur skipasýnið gjøgnumkannað alt skipið, úr botninum upp í mastrina, og tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at gera tær ábøturnar
innlendis brúkt propaganda og fakenews at kontrollera almenna tíðindaflutningin. Miðlarnir verða nýttir at villeiða og at siga frá, at teirra leiðarar bert hava sum uppgávu at verja tjóðina og fólk móti útlendskum [...] gevur sivilum møguleikar at lívbjarga sær. Á hertiknu økjunum eru 100túsundir rikin inn í Russland og hevur ST skjalprógvað, at minst 30tús. børn eru stolin frá foreldrunum at verða endurald í Russlandi [...] útlendskum agressorum og so annars at ákæra andstøðingar at vera brotsmenn ella landasvíkjarar. Putin og Assad hava eisini brúkt nógva orku at mála skemdarmynd av Europa og USA. Við antivestligum retorikki