Aftanfyri hvønn stóran mann stendur ein stór kvinna. Men so er ikki í hesum førunum. Teir eru »hot« og teir hava framgongd. Teir eru ungir, og teir eita Nik og Jay. Men hesuferð er tað ikki nøkur kvinna í bakgrundini. Tvørturímóti. Í skugganum av framgongdini hjá donsku rappdreingjunum standa tveir aðrir ungir menn, sum eita Jon og Jules. Teir báðir skriva løgini til allar tekstirnar hjá Nik og Jay, og framleiða tónleikin.
- Nik og Jay skriva allar teirra tekstir sjalvir, men vit skriva so løgini og framleiða tey. Vit hava arbeitt við tónleiki uppá hendan mátan í eini fimm ár, greiðir Jules frá úr telefonini í Danmark.
Danska rappduoin kemur til Føroya um góða viku at hava konsert. Teirra pláta hevur selt yvir 100.000 fløgur í Danmark, og er tað framleiðslufelagið Nexus Music, sum stendur aftanfyri útgávuna. Og Nexus Music er myndað av Jon og Jules saman við Nik og Jay.
- Vit hava arbeitt saman við Nik og Jay í fýra ár, men undir heitinum Nexus Music hava vit bara verið til í hálvt annað ár.
Í bakgrundini
Nik og Jay eru teir, sum standa á pallinum, so tað skal ikki nógv til fyri at rokna út, at teir eru parturin av Nexus Music, sum er vorðin kendur. Jon og Jules eru meira í bakgrundini, og biksast við tónleikin, og royna at halda seg so anonymar sum gjørligt.
- Vit hava tað fínt við at standa í bakgrundini. Fólk eru góð til ymiskt, og Jon og eg hava valt, at tað skuldi verða uppá hendan mátan. Millum annað var tað talan um, at myndir skuldu við av okkum í fløguhúsan, men tað valdu vit so frá, tí vit dugdu ikki at síggja nakra orsøk til tess, sigur Jules.
Hann greiðir frá, at tað eru nakrir »hardcore« fjepparar, sum vilja vita alt um Nik og Jay, sum skriva teldupost til teirra og spyrja um ymiskt. Men frið fáa teir at ganga oman eftir gøtuni.
- Tey fólkini, sum vit ynskja vita, hvørjir vit eru, vita tað. Tað verið seg framleiðslufólk og so víðari.
Um eina góða viku gongur leiðin so upp til Føroya. Vanligt, so eru Jon og Jules verri enn so ikki við á øllum konsertunum hjá Nik og Jay, men við til Føroya koma teir.
- Vit vóru nógv við í fyrstuni, tá vit skuldu hava alt upp at koyra og rætta allar smálutir. Vit fýra stýra showinum saman, so tá royndu vit at vera við, men nú hava vit eina rúgvu av fólki, sum ger eina rúgvu av tingum, so nú eru vit bara við til fimtu hvørja konsert, sigur Jules.
- Men vit koma við til Føroya. Men tað er mest fyri upplivilsið. Eg havi hoyrt, at tað er ógvuliga vakurt í Føroyum, og tit hava nakrar vakrar oyggjar.
Droymt um meira
Jules dylir tó ikki fyri, at hann væntar, at tað er øðrvísi í Føroyum enn í Danmark.
- Eg vænti ikki, at munurin verður so stórur tá teir fara á pallin, men eg giti, at fólk hava ein annan hugburð, so eg havi fyrireikað meg til ein minni »kultursjokk«, sigur Jules og flennir.
Nú eru Nik og Jay vorðnir heilt stórir í Danmark, og í gjár, kom út fløgan við Alex, sum Jon og Jules eisini hava framleitt. Dreymarnir eru nógvir og stórir, men Jules ásannar, at teir kanska høvdu droymt um eitt sindur meira enn hetta.
- Tá vit byrjaðu, so vóru vit tað fyrsta hálva árið fullir av framsøkni. Og vit høvdu nógvar ætlanir, og vit høvdu vónað at gerast stórir, greiðir Jules frá. Hesin dreymurin kann tó ikki vera brostin enn, tí ætlanirnar í framtíðini eru nógvar og greiðar. Nik og Jay syngja á donskum, men nú verður spælt við tankanum um at fáa teir út á eingilskum eisini. Alex syngur á eingilskum og væntar Jules, at hansara fløga fer at koma út í øllum Evropa.
- Tað nyttar ikki at hava evnini um tú ikki ert framsøkin, og tað nyttar heldur onki at vera framsøkin og ikki hava evni, sigur Jules.
- Vit liva í einum »jantelóg« samfelagið, og vit spæla okkum við nógvum øðrum tankum. Men vit mugu fáa fólk at gerast meira framsøkin og fáa fólk at trúgva uppá seg sjálvi.
Nógvar spennandi verkætlanir liggja undir vatnskorpuni hjá Nexus Music. Kanska okkurt R ´n B, og kanska einaferð verður Nexus Music til meira enn bara tónleik. Kanska filmur og klæðir kunnu koma við í tað, sum í dag verður kallað Nexus Music.
- Vit tosa ikki um í ár, ella næsta ár ella árið aftaná tað. Vit hava nógv hugskot, men tað verður kanska einaferð langt inn í framtíðini. Framsøkni er alt avgerandi.
Hart arbeiði
At vera í tónleikavinnuni er eitt hart arbeiði. Og nógv hevur eisini verið arbeitt hjá donsku Jon og Jules.
- Tá vit arbeiddu við Alex fløguni, so arbeiddu vit upp til 70 tímar um vikuna. Tað er hart, og tað kostar í tí privata økinum, men vit elska tað vit gera. Hetta er eisini eitt ítriv hjá okkum, tí annars høvdu vit ikki hildið til hetta. So ætlanin er at arbeiða við tónleiki restina av lívinum.
Nú standa Føroyar so í øllum førum í kalendaranum, og teir donsku framleiðararnir gleða seg at koma hendan vegin.