Fulltrú

-

Eitt ár er liðið síðan Henning Jacobs en var koyrdur heim, og Finnbogi Arge setti Reidar Nónfjall í stjórastarvið nakrar dagar. Mannagongdina, landsstýrismaðurin nýtti, kundi eingin liva við, heldur ikki løgmaður. Landsstýrismaðurin varð tí settur undir umsiting. Hvussu politiska veðurlagið er í løtuni er ringt at siga. Sum skilst hevur Finnbogi Arge rætt LV vinstru hondina. Men tíverri kann hann bert rætta ta einu, tí undir arminum á høgru síðu er høvdið á Henning Jacobsen,


Undirsjóvartunnil

Nú løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund fyriliggur, eiga føroyingar at gera sær greitt, hvat hetta merkir. Lógin gevur einum privatum stovni endaligu ábyrgdina av tunnilsgerðini millum Streymoy og Vágoy. Landsstýrið setir kr. 160 mill. í felagið og felagið má útvega fígging til tær írestandi 80 mill. Hokus pokus...! Eingin er ímóti at føroyingar fáa tunnilin, men øll vita, at tunnilin kemur ikki at kosta kr. 240 mill. langt frá. Hetta er ein kostnaðarmeting LV legði á borðið fyri 10 árum síðani. Talið verður kanska kr. 400 mill. Hvør peningastovnur hevur hug at fíggja írestandi 240 mill., har afturgjaldstíðin er 30 ár, og trygdin liggur í eini flákrandi landsstýrisskútu har skiparin hevur sjóverk og dekkararnir sova 24 tímar um døgnið?


Trygdin og baklandið

Hvat um landið fer av knóranum í hesum tíðarskeiði. Hvat um fullveldið kostar meir enn vit høvdu roknað við. Hvør sigur at landsstýrið rindar sín part tá. Hvussu við endurgjaldskrøvum um arbeiðið steðgar? Hevur landsstýrismaðurin greitt sínum samstarvspørtum frá fyrimunum og vansum og hevur hann »baklandið aftanfyri seg«, eins og hann bedýraði á fundi við starvsfólki á LV beint undan jólum í fjør. Hevði bakland hansara verið í lagi tá, hevði ikki verið neyðugt við fleiri »krisufundum« í landsstýrishøpi.


Viðm. til løgtingslógina

Viðmerkingar til lógaruppskot eru ofta líka áhugaverdar sum sjálvar lógirnar, og soleiðis er eisini í hesum føri. Felagsnevnarin í hesi lóg er óvissur/fyrivarni. Finnbogi Arge staðfestir m.a. at kemur felagið í fíggjarligar trupulleikar, má politiska yvirvaldið taka um endan, tí »er tunnilin fyrst komin«, verður tað torført at standa í tí støðu, at hann verður stongdur«. Við øðrum orðum hevur Finnbogi Arge bundið núverandi og komandi landsstýri at fíggja meirútreiðslur hjá einum privatum felag. Er hetta í trá við lógir og vanliga siðvenju hjá Landsstýrinum? Hetta luktar av veðhaldi.

Í viðmerking til § 4 stendur at »felagið kann reka aðra vinnu, sum hevur samband við høvuðsvirksemi felagsins«. Mær listir at vita hvørja vinnu talan kann vera um. Kann vera talan um landsumfatandi innsavningum og køkutombola um peningur manglar?

Projektið er privat, verður staðfest. »Talan verður um privatan ognarrætt...« Men tá tunnilin er liðugur og øll hava fingið sín part av milliónunum - um eini 30 ár -, verður tunnilin avhendaður landinum til ognar. Hví kann ein spyrja. Hví kann hesin privati stovnur, ið hevur privatan ognarrætt til tunnilin, ikki framhaldandi reka tunnilin á privatum grundarlagi eftir teimum reglum, ið eru galdandi fyri privatar fyritøkur.

Í viðmerking til § 9 stendur at »Landsstýrismaðurin setur ein bólk at fylgja við arbeiðinum.., her verður serliga hugsað um umboð fyri Landsverkfrøðingsstovnin,...«. Tað er sera áhugavert at landsstýrismaðurin hevur slíka umsorgan fyri sínum málsøkjum, men hetta stendur í ansøgn til alt annað, hann hevur framt ímóti stovninum. Hann hevur ongantíð serliga hugsa um LV. Finnbogi Arge hevur alment sagt at LV er ikki ført fyri at gera undirsjóvartunnil og skal haldast uttanfyri. Hví ikki halda LV heilt uttanfyri? Hví skal LV sleppa at hyggja at, meðan norðmenn bora undir Vestmannasund. Hetta er eitt princippmál hevur Fólkaflokkurin sagt. Avleiðingarnar eru at útlendingar bora tunnilin. Hevði Fólkaflokkurin hugsað eitt sindur minni um prinsippir, so var tunnilin komin hálva leið longu nú.


Spurningar

Nakrar spurningar havi eg til Finnboga Arge, Annfinn Kalsberg ella hvør tað nú er, ið hevur LV sum málsøki. Hvat er ætlanin við LV? Er nøkur framtíð fyri stovni og starvsfólki, ella skal ein nýta jólafrítíðina at leita sær eftir øðrum arbeiði. Kunnu vit vænta okkum bumbur um jóltíðir aftur í ár? Er einki mark fyri hvussu nógvar 10 tals mill. kr. meir Fólkaflokkurin vil ofra pr. prinsipp, áðrenn hann letur føroyingum tunnilin upp í hendur? Hevur tað ongan áhuga ella týdning um LV klára at gera tunnilin fyri 100 mill. minni enn útlendsk fyritøka?


Fakfeløgini og tænastumannafelagið

Fakfeløgini gjørdu eitt stórt arbeiði seinastu jól, men hvat nú? Úrslitið hjá landsstýrismálanevndini kom ikki óvart á nakran. Slutur fyri ein slatur. Hvat ger formaðurin í tænastumannafelagnum? Er passiviteturin ein liður í ávísum taktikki ella hevur formaðurin ongan áhuga at blanda seg í viðurskifti, ið viðkoma LV? Hví ikki royna rættin, sum nevndin mælir til.


Vinnunevndin

Vónandi kunnu Heini O. Heinesen og aðrir góðir menn í vinnunevndini gera eitt gott arbeiði og gloyma alt um prinsippmál hjá Fólkaflokkinum. Eingin kann vera ímóti at føroyingar gera tunnilin, m.a. LV og privatir stovnar, ið áður hava arbeitt saman síðu um síðu. Um politikara ikki hava álit á føroyskari arbeiðsmegi, hvussu kunnu føroyingar hava álit á politikkarum, ið tosa um fullveldi.


Um jóltíðir

Hóast døpur minni av seinastu jólum, vil eg loyva mær at ynskja øllum eini gleðilig og friðalig jól, eisini teimum, ið arbeiða á LV. Um so var at ynskilisti kundi verið skrivaður, hevði mítt hægsta ynski verið at Henning Jacobsen fekk starv sítt aftur frá Finnboga Arge og Arna Poulsen. Á pakkanum kundi passandi staðið »Orsaka okkara mistøk. Øll hava loyvi at hava sína meining. Vit lupu framav«.

Líggjas Hø