Nú er nýggjasta skipið í flotanum á veg til Føroya

Í gjárkvøldið fór Krúnborg úr Noregi men teir sigla seint, tí teir ætla ikki at koma á Havnina á náttartíð.Krúnborg verður sostatt á Havnini fríggjamorgunin

Nú er nýggjasta skipið í føroyska fiskiflotanum loksins á veg til Føroya.

Tá ið vit høvdu Ejler Jacobsen, reiðara, í telefonini úr Noregi á miðdegi í gjár, segði hann, at alt bendi á, at teir blivu lidnir í gjárkvøldið. Og síðani skuldu teir loysa, har teir hava ligið við bryggjuna hjá skipasmiðjuni Vestcon í Ølen, ein tími frá Haugesund, og so skuldi kósin setast ímóti Føroyum.

Ætlanin er so at leggja at í Havnini í morgin árini.

Annars hevði tað borið til at verið á Havnini væl fyrr enn tað, tí Krúnborg siglir skjótt.

Men reiðarin heldur ikki, at tað ?ber til? at koma til lands við einum spildurnýggjum skipi mitt um náttina.

So teir fara at slaka á motorin fyri at drýggja heimferðina, so at teir ikki verða á Havnini fyrrenn í morgin árini.

Tað hevur annars gingið eitt sindur seinni enn ætlað at gera Krúnborg siglingarklára.

Hon vað doypt leygardagin 31. oktober og tá varð væntandi, at teir vóru klárir at koma heim nakrar dagar seinni.

Men síðani hevur skipasýnið gjøgnumkannað alt skipið, úr botninum upp í mastrina, og tað hevur tikið longri tíð enn ætlað at gera tær ábøturnar, sum sýnið kravdi.

Ikki tí, at krøvini komu óvæntað, sum so, tí tað er altíð okkurt, sum skipasýnið vil hava rættað, sigur Ejler Jacobsen.

? Og tað eru heldur ongi álvarlig brek, sum skulu rættast.

? Men so er tað ein lanterna, sum situr eitt sindur ov høgt og so er tað okkurt annað, sum hellir nøkur stig ov lítið o.s.fr.? Sýnismennininir eru ógvuliga nágreiniligir og tað eru nógvar smáar ábøtur, sum skulu gerast fyri at skipið skal vera 100% - og tað skal tað - men tað tekur tíð, sigur Ejler Jacobsen.

Men samanumtikið væntaði hann, at teir vórðu klárir at loysa í gjárkvøldið.


Stásiligt skip

og tað skerst ikki burtur, at tað verður eitt stásiligt far, sum fer at stevna inn eftir Havnarvág í morgin árini.

Tí nýggja Krúnborg verður stásiligasta, mest nýmótans og effektiva fiskiskip, sum nakrantíð hevur siglt undir føroyskum flaggi.

Sum gamla Krúnborg, er hendan nýggja eisini málað svørt við eini breiðari, hvítari strípu.

Tá ið Krúnborg er komin til Havnar, skal ymisk útgerð takast umborð, áðrenn farið verður til fiskiskap. Eitt nú skulu teir hava trol og nótir umborð, tí tað er alt føroysk framleiðsla frá Vónini í Fuglafirði.

Í fyrstu syftu gongur leiðin norðureftir at fiska svartkjaft. Men annars skal hon eisini skipið fiska annan uppsjóvarfisk, sild, makrel og lodnu.

Ejler Jacobsen sigur, at hann er sera væl nøgdur við nýggja skipið.

? Alt hevur riggað av tí allar fínasta, sigur hann. Og royndartúrin var ferðin einki minni enn 18,5 míl.

120 milliónir

Krúnborg líkist heilt nógv nýggja ídnaðarbátinum hjá klaksvíkingum, Christiani í Grótinum.

Men hon er eitt sindur longri og væl breiðari enn klaksvíksbáturin og tekur tí munandi meir.

Krúnborg lastar 2.500 tons. Hon er 74, 25 metrar long, og tað er eitt sindur longri enn Christian í Grótinum, sum er 66 metrar. Krúnborg er 14 metrar breið og tað er 1,4 metrar breiðari enn Christian, sum er 12,6 metrar breiður. Hon hevur motor uppá heilar 7. 500 hestar og teir geva henni eina ferð upp á góðar 18 míl.

Umframt at fiska við nót, er Krúnborg útgjørd til at fiska við flótitroli.

Nýggja Krúnborg kostar heilar 120 føroyskar milliónir. Og hon skal fiska fyri 35 milliónir um árið fyri at hon skal bera seg. men tí stúrir reiðarin ikki fyri.

Tað verða einir 14 mans við Krúnborg í fyrstu syftu, men møguliga verða teir bara 12 seinni.

Eitt slíkt skip kann fiska eini 60.000 tons um árið.


Kunnu teljast á fingrunum

Nú nýggja Krúnborg kemur til Føroyar í morgin árini, er tað av sonnum ein rár hending.

Tí nú er tað sanniliga ikki á hvørjum degi, at nýbygningar koma til landið.

Veruleikin er hinvegin, at seinastu 10 árini eru bara átta nýbygd fiskiskip skrásett í Føroyum.

Afturat teimum eru so komnir nakrir heilt fáir brunnbátar til alivinnuna, umframt onnur, serbygd før, eitt nú Pollurin, sum er ein dýpingarflaki hjá J & K. Petersen og Borarin, sum J & K Petersen eisini eigur.

Báðir eru bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju, tann fyrri í 1994 og tann seinni í 1997.

Brunnbátarnir eru Dragaberg, sum varð bygdur í Havn í 1990, og sum eisini er skrásettur í Havn, Stanganes, sum varð bygdur í Miðvági í 1991, og sum er skrásettur í Klaksvík og Tjørnunes, sum er bygdur í Fuglafirði í 1993, og sum eisini er skrásettur í Klaksvík.

Tey nýbygdu fiskiskipini, sum eru skrásett undir føroyskum flaggi seinastu 10 árini, eru annars hesi:

Christian í Grótinum, ídnaðarskip, bygdur í Kili í 1998, skrásettur í Klaksvík.

Enniberg, flakatrolari, bygdur í Bergen í 1990 og skrásettur í Havn.

Eysturbúgvin, ísfiskatrolari, bygdur í Havn í 1991 og skrásettur í Dali.

Ocean Castle, rækjutrolari, bygdur á Skála í 1989 og skrásettur á Skála.

Polarhav, ísfiskatrolari, bygdur í Gdansk í 1990 og skrásettur í Lorvík.

Skálaberg, flakatrolari, bygdur í Bergen í 1989 og skrásettur í Klaksvík.

Stjørnan, ísfiskatrolari, bygdur í Gdansk í 1990 og skrásettur í Lorvík.

Og at enda er at nevna Vesturbúgvan, sum er ísfiskatrolari, bygdur í Havn í 1991 og skrásettur í Vestmanna.

Allir upplýsingarnir eru úr Álmanakkanum