5. UMFAR SAMANUM
Tað er hásummar, og verðurlíkindini vóru tey bestu, tá ið fimta umfarið í 2003 landskappingini varð spælt um vikuskiftið. Hagtalsliga tørnaði tað akkurát út, sum tað hevur gjørt undanfarnu fýra umførini. Hesa ferð vóru tveir heimasigrar og tveir útisigrar, og ein uppgerð endaði við javnleiki. Tilsaman eru 26 uppgerðir avgreiddar. Átta ferðir hevur heimaliðið vunnið, níggju ferðir hevur útiliðið vunnið, og níggju ferðir hevur tað verið javnt.
Tað vórðu skorað fleiri mál hesa ferð, enn tað hava verið í nøkrum av undanfarnu umførunum, men higartil hevur talan ikki enn verið um stórsigrar av tí slagnum, sum tað undanfarnu árini hava verið fleiri av.
HB, KÍ og GÍ eru oddalið. HB er ovast, tí teir hava betri málmun enn klaksvíkingar. Áðrenn málmunurin verður roknaður siga ásetingarnar, at tað skal hyggjast eftir innanhýsis uppgerðunum. HB og KÍ hava ikki spælt enn. Fyrri dysturin millum næstan 99 ára gomlu javnaldrarnar verður í níggjunda umfarinum, sum er á skránni sunnudagin 6. juli. Tá fær KÍ vitjan av HB. KÍ er frammanfyri GÍ. Liðini spældu í fyrsta umfarinum í Gøtu, og tá vunnu klaksvíkingar 1?0. Teir eru altso betri í innanhýsis uppgerðum við GÍ.
Undarligt býti
Vit hava longu tvær ferðir fyrr í ár víst á tað óhepna í, at tað fleiri ferðir hevur verið rættuliga stutt ímillum umførini. Hetta hevur við sær, at arbeiðstreytirnar hjá fjølmiðlunum ikki eru góðar. Feløgini royna at lívga áskoðararnar við at geva leikskráir út (tað gevur ikki so lítið í lýsingainntøkum til feløgini), og tá ið tað er heilt stutt millum heimadystirnar kemur tað meiri enn so fyri, at leikskráin til ein heimadyst skal prentast, áðrenn umfarið frammanundan hevur verið spælt.
Undan summarsteðginum verða aftur spæld fýra umfør í tvær vikur. Sjeynda og áttanda umfarið eru ásett at verða spæld annan sunnudag ? 29. juni ? og mikudagin aftaná, sum er 2. juli, og 9. og 10. umførini skulu spælast sunnudagin 6. juli og mikudagin 9. juli. Hetta er framvegis óheppið.
Tað er heldur ikki heilt lætt at skilja, hví býtið millum heimavøll og útivøll er so misjavnt, sum tað er í skránni. Ynskið hjá feløgunum er ivaleyst, at tað verður skift ímillum, soleiðis at tey so vítt, sum tað á nakran hátt ber til, eru aðru hvørja ferð á heimavølli og aðru hvørja ferð á útivølli. Soleiðis er tað ikki í ár.
Í fimm teimum fyrstu umførunum hava HB og NSÍ bara eina ferð verið á útivølli, meðan B36 og B68 bara eina ferð hava átt heimavøll.
Toppurin tættur
Fyri fjúrtan døgum síðani vístu vit á, at í nógvum førum hava uppgerðirnar millum oddaliðini endað við javnleiki. Hesa ferð var toppdysturin í Runavík, og hann endaði aftur við javnleiki. 1?1 ber við sær, at NSÍ og B68 framvegis eru ósigrað.
GÍ og HB vunnu sannførandi heimasigrar. Tað kundi kanska roknast við, at B36 ikki fór at verða heilt væl fyri, nú teir í næstan tvær vikur ikki høvdu havt fýra av landsliðsspælarunum til venjingar, meðan tann fimti, Julian Johnsson, heilt er burtur úr felagnum. Men B36 vann fyri aðru ferð á rað á útivølli, og nú kann tað verða so skjótt, at teir eftir skinklandi fyrstu umførini fara at koma sær millum tey ovastu. Sunnudagin verður kanska mest áhugaverda uppgerðin í Gundadali, har B36 fer at fáa vitjan av KÍ.
Klaksvíkingar hava higartil fingið fult á útivølli. Teir hava vunnið í Gøtu, á Eiði og á Skála, meðan teir framvegis ikki hava fingið fult í Klaksvík. B36 hevur bara spælt á heimavølli ímóti EB/Streymi, og tá royndist tað illa hjá B36.
HB skal í fyrsta útidystinum síðani javnleikin í Runavík til Vágs, har teir altíð hava havt ivaleyst at takast við. B68 fær vitjan av FS Vágum, NSÍ skal til Eiðis, meðan GÍ skal spæla í Intertoto Cup. Uppgerðina í sætta umfarinum á heimavølli ímóti Skála hava teir gjørt burturav sær fyri langari tíð síðani. GÍ vann 2?1.
Botnurin tyngist
Á niðastu plássunum eru Skála og VB. At skálamenn skuldu vera við í stríðnum um at sleppa undan niðurflytingini hevur verið roknað við alla tíðina. Meiri óvæntað er tað, at vágbingar skulu liggja so tungt í sjónum. Fyri aðru ferð á rað vóru teir í Eysturoy, har teir áður ofta hava staðið seg væl, uttan at fáa stig og uttan at skjóta mál. At VB er í kroystari støðu ger neyvan uppgávuna hjá HB í Vági sunnudagin lættari. Annan sunnudag skal Skála til Vágs, og tá verður talan um sannan botngysara.
Vágamenn hava havt ætlanir um at stríðast aðra staðni enn í botninum. Men teir tykjast hava ilt við at gera ætlanina til veruleika. Higartil hava teir spælt tríggjar ferðir á heimavølli, og teir hava bara fingið eitt stig burturúr ? 1?1 ímóti EB/Streymi.
EB/Streymur legði sannførandi fyri, tá ið teir eftir javnleikin á heimavølli ímóti B68 vunnu í Gundadali ímóti B36, men síðani hevur tað ikki hilnast so væl. At onkrir lyklaspælarar eru burturi frá tykist kennast serliga meint. Sunnudagin fer NSÍ til Eiðis, og tað verður ivaleysa strevið hjá heimaliðnum á Mølini. Hjá NSÍ er einki sum eitur. Skulu teir hugsa um at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, so er kravið, at teir fáa fult í sovornum útidystum.