Tað er ferðin ið drepur

? Vit kunnu ongantíð góðtaka, at fólk skulu doyggja í ferðsluni, sigur Jan Fossaberg, ferðslupolitistur í Havn, sum hevur roynt at tosa við ungar menn, ið koyra skilaleyst. Hann hevur eisini tosað við menn, sum seinni eru deyðir av skilaleysari koyring, og menn, sum seinni hava dripið fólk av skilaleysari koyring

? Ferðin er størsti trupulleikin í ferðsluni.
Hesa skjótu og greiðu niðurstøðu ger Jan Fossaberg, ferðslupolitistur í Havn, tá vit hitta hann á politistøðini í Havn mánadagin seinnapartin.
Síðani 1993 hevur hann havt fingurin á pulsinum, hvat ferðsluni í Føroyum viðvíkur, og hann hevur rættuliga gott innlit í, hvussu vilt tað mangan gongur fyri seg.
Tá stórar og syndarligar ferðsluvanlukkur henda, er vanliga alt á gosi, og tá verður tosað um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk, men tá ein tíð er fráliðin, tá er alt við tað gamla aftur.
Ofta hevur verið at hoyrt um ungar menn, sum koyra rally ella kappkoyra á alfara veg ? ofta við syndarligum avleiðingum, við deyða og líðingum sum fylgju.
? Vit hoyra alt ov lítið um allar tær syndarligu lagnur, sum stava frá ferðsluvanlukkunum. Hetta verður í alt ov stóran mun tagt burtur, og tað er spell, tí tað kundi fingið fólk at skilt álvarsemið í ferðsluni, heldur Jan Fossaberg.

Tosa við foreldrini
Tað er serliga tann yngsti aldursbólkurin, sum er størsti ferðslusyndarin, og tað eru teir ungu menninir, 18 ? 24 ár, ið sambært hagtølunum eru teir ringastu.
Ofta eru tað teir somu, sum ganga aftur, og fyri at gera eina roynd at fáa bilbukt við ørskapinum, so hava ferðslupolitistarnir roynt at tosa við ungu menninar ? og í summum førum við foreldur teirra fyri at vita, um tað hjálpir. Eisini hava teir tosað við foreldur hjá ungum gentum, sum sita í bilunum hjá hesum ungu monnunum fyri at vita, um foreldrini ikki kunnu tosa tær frá at fara í hesar bilarnar.
Hugvekjandi er tað eisini, tá Jan Fossaberg sigur okkum, at onkrir av hesum ungu monnunum, hann hevur roynt at tosa til rættis, seinni eru deyðir ? hava koyrt seg sjálvan í deyðan, meðan aðrir hava verið verið fyri teirri vanlagnu, at teir hava dripið onnur fólk ? orsakað av skilaleysari koyring

Skilaleys ferð
? Tað er rallykoyringin hjá ungu monnunum, sum er stóri trupulleikin. Vita vita um, at menn hava koyrt yvir 250 km/t við bili, og tað er jú púra ørt, tá hugsað verður um longu steðgitíðina upp á út við 400 metrar, sigur Jan Fossaberg. Hann sigur eisini, at teir vita um vaksnar menn, sum koyra rættuliga skjótt á motorsúkklu.
? Vita vita um súkklur, sum kunnu koyra upp móti 300 km/t, og at menn hava roynt hetta m. a. í Kollfjarðartunlinum, sigur Jan Fossaberg, sum vísir á, at steðgitíðin hjá eini motorsúkklu við eini ferð upp á 300 km/t er langt oman fyri 900 metrar. T. v. s., at ein súkkla, sum er komin upp í so nógva ferð í tunnlinum, ongan møguleika hevur at steðga aftur, fyrr enn hon er langt uttan fyri tunnilin. Tað í sær sjálvum sigur nakað um ørskapin, tí hvussu skalt tú tá kunna síggja møguligar vandar fyri framman, spyr Jan Fossaberg.

Vandamikil leikur
Løgreglan fylgir sjálvandi væl við hesum vandamikla leiki, ið summir ungir menn hava fyri. Eitt dømi er »spæl«, sum ungfólk hava fyri í Kollfjarðartunlinum: Meðan nøkur fólk standa á stóra møtiplássinum inni í bergholinum, royna onnur í bili at vita, hvussu skjótt tey fáa bilin at koyra, og í tí tey passera møtiplássið, skulu tey vita, hvussu skjótt tey fáa bilin at steðga.
? Hetta er sera vandamikil leikur, ið kann hava miklan skaða sum fylgju sigur Jan Fossaberg, sum eisini vísir á, at tey ungu finna sær ávís øki, har tey royna at gera sær dælt við nógvari ferð. Eitt av hesum »nýggjaru« økinum er nýggi vegruin til Gomlu Rætt oman fyri Velbastað. Annað strekki er Eiðisvegurin. Løgreglan í Havn veit eisini frá einum ferðafólki, sum hevur sitið í einum bili, sum hevur koyrt 230 km/t á vegnum fram við Norðasta Horni í Havn, og um, at ungfólk eisini eru farin at vedda um kappkoyring.
Gamansleikur, kunnu tey ungu halda, men hetta førir fyrr ella seinni til tann vissa deyða?!

Fleiri treytaðar frádømingar
Ferðslupolitiið ger sjálvandi regluligar ferðkanningar, og t. d. mikudagin í síðstu viku tóku teir sjey bilførarar, sum fáa frádømt koyrikortið treytað, tí teir koyrdu yvir 30 km/t ella meira oman fyri hægst loyvdu ferð. Hevði tað verið eftir gomlu ferðslulógini, so mistu teir koyrikortið, men nýggja ferðslulógin er eitt sindur linari, tí nú fært tú í veruleikanum eina ávaring fyrstu ferð tú verður tikin: Tú skalt upp til nýggja koyriroynd, og klárar tú tað, so skalt tú einki lógarbrot gera næstu trý árini.
Jan Fossaberg staðfestir, at hetta er ein broyting, sum í fyrsta umfari gevur fólki eina ávaring.
? Tey fáa nú ein eyka møguleika, og nógv brúka tann møguleikan, sigur hann.
? Í miðal verður ein persónur tikin um dagin, sum fær treytaða frádøming av koyrikortinum, sigur hann, og er hetta ein vøkstur í mun til, hvussu nógv mistu koyrikortið eftir gomlu skipanini fyri at koyra ov skjótt.
Jan Fossaberg hevur ? eins og øll onnur ? onga patentloysn upp á, hvussu vit basa hesum álvarsama heilsu- ella vælferðar trupulleika, sum ferðsludrápini eru vorðin.
? Men vit kunnu ongantíð góðtaka, at fólk skulu doyggja, sigur hann, samstundis sum hann staðfestir, at siðbundna koyrifrálæran ikki gevur fólki nóg hollan kunnleika til ferð og ferðslu.