NAVNALÒGIN
Hvat merkir at vera í ætt við? Klárar tú at svara hesum greitt, so megnar tú tað, ið Løgmálaráðið ikki megnar.
Tað er nú einaferð soleiðis, at Føroya løgting stutt undan løgtingsvalinum í fjør samtykti eina nýggja endurskoðaða lóg um fólkanøvn. Hendan kann væl kallast fyri ein lítil liberalisering av lógini, sum vanliga eisini verður rópt fyri navnalógin.
Kjarnin er, at fólkanøvn eru partar av føroyska málinum, og hesi nøvn skulu eisini vera í tráð við føroyskar málreglur. Men í greinini um fólkanøvn, sum sæst aðrastaðni á síðuni, verða undantøk loyvd, har talan er uppkalling ?eftir fólki í ættini?.
Har skal landsstýrismaðurin áseta nærri í eini kunngerð, sum Høgni Hoydal í hesum førinum hevur gjørt.
Navnanevndin vildi ikki loyva, at ein genta kundi eita Victoria ? við C ? og tað sama helt Løgmálaráðið. Hendan avgerðin varð kærd til Løgtingsins Umboðsmann, sum greitt sigur, at kunngerðin um undantøk ikki er í tráð við lógina.
Òmøguligt
Og hvat hendir so víðari.
Kunngerðin er í skrivandi stund ikki broytt, og líkt er heldur ikki til, at hon í nærmastu framtíð verður broytt.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, ætlar ístaðin at leggja eitt lógaruppskot fyri løgtingið fyri at fáa greitt, hvat løgtingið ynskir.
? Løgtingið hevur í síðstu løtu samtykt eina lóg uttan viðmerkingar ella nærri ásetingar, sum eg skal gera eina kunngerð til. Eg havi so tulkað eina orðing, so tað eisini ber til at umsita lógina. Nú virkar tað heilt ómøguligt at umsita lógina, sigur Høgni Hoydal.
? Hetta er tað sama sum um, at ferðslulógin segði, at tað er loyvt at koyra 80 km/t, men summi kunnu koyra skjótari. Øll eru ikki líka, og eg kann ikki gera eina kunngerð, har øll ikki fáa líka viðferð, sigur Høgni Hoydal.
Í komandi tingsetu fer Høgni Hoydal at leggja eitt lógaruppskot fyri tingið um broytingar í lógini um fólkanøvn.
Áðrenn tingið fór heim undan seinasta løgtingsvalið, hevði Høgni Hoydal eisini lagt eitt uppskot fyri tingið. Men hetta fekk ikki undirtøku, og tískil tók hann tað aftur. Tingmenn valdu heldur at leggja eitt næstan eins uppskot fram, har munurin var, at nú kundu undantøk í ættini gerast. Men samstundis varð álagt landsstýrismanninum at gera eina kunngerð um undantøk.
? Eg vil hava tingið at siga mær, hvat tað ynskir. Tað ber ikki til hjá teimum at biðja meg gera eina kunngerð á henda hátt. Verður tað ikki gjørt greiðari, so mugu vit bara broyta navnakunngerðina hvørja ferð, onkur klagar, sigur Høgni Hoydal.
Beinleiðis uppkalling
Anfinn Johansen er formaður fyri navnanevndina, sum umsitur lógina. Teir tulka uppkallinbg sum bókstavarøtt uppkalling, t.e. kallast abbi tín Christian, so kanst tú ? ert tú eitt mannfólk ? kalla teg Christian, men systur tín kann ikki kalla seg Christina, tí hetta er ikki í tráð við føroyskar málreglur.
Loyvt er at fara aftur til abbar og ommur, men ikki longur.
? Soleiðis ber tað til at umsita lógina. Var kunngerðin ikki gjørt so greið, so var tað púra ómøguligt at umsita, sigur Anfinn Johansen.
Síðani nýggja lógin kom í gildi hava tey gingið 57 av 57 umsóknum um ?beinleiðis? uppkalling á møti. Hann minnist bert fá dømi sum tað við Victoriu.
Broyta kunngerð
Ein av teimum, sum hevur verið millum heitastu fortalararnar móti gomlu navnalógini, er Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Hann er formaður fyri rættarnevndina í løgtinginum. Eisini er hann í familju við fólkini, sum kærdu viðviðvíkjandi navninum Victoria. Men hann heldur ikki, at hetta ger hann ógegnigan.
? Eg havi fingist við hetta um navnalógina í fleiri ár. Eg havi allatíðina hildið upp á, at kunngerðin, sum Høgni Hoydal gjørdi, ikki var í tráð við lógina, sum løgingið samtykti.
Boðskapurin hjá Jógvani er eisini greiður. Hann vil hava Høgna Hoydal at fylgja úrskurðinum hjá løgtingsins umboðsmanni og gera eina nýggja kunngerð.
? Tað eru fleiri, eg veti um, sum eru í líknandi støðu viðvíkjandi uppkalling. Tað er so vanligt, at landsstýrismenn skulu gera kunngerðir, og Høgni Hoydal skal í hesum førinum fylgja viljanum hjá løgtingum, sigur Jógvan á Lakjuni, sum ikki heldur tað vera so trupult at gera eina greiðari og betri kunngerð.
FAKTA
Í løgtingslóg nr. 41 frá 26. mars 2002 um fólkanøvn verður skrivað soleiðis um fornøvn.
§ 2. Sum fornøvn verða ikki viðurkend nøvn, sum ikki av røttum eru fornøvn, og onnur nøvn, ið kunnu haldast at verða fólki til ampa.
Stk. 2. Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur.
Stk. 3. Navn, sum ikki er á navnalistanum, kunnu foreldur ella tann, sum foreldramyndugleikan hevur, leggja fyri navnanevndina, sbr. § 21, stk. 1, ið ger av, um navnið kann verða givið.
Stk. 4. Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um undantøk.
Kunngerð nr. 71 frá 29. juni 2002 um undantak til navnauppkalling tulkar omanfyrinevndu lógargrein soleiðis:
§ 1. Er navn ikki í samsvari við § 2, stk. 2 í lógini, kann navnanevndin eftir umsókn í sambandi við navnagávu kortini loyva navnið, tá ið tað er beinleiðis uppkalling eftir foreldrum, ommum ella abbum barnsins. Navnanevndin kann eisini í serligum føri gera undantak til uppkalling av systkjum hjá barni ella systkjum hjá foreldrum, ið lata lív undir óvanligum umstøðum.