Flogbóltur
Sjáldan hevur nakað lið havt so ringar umstøður upp undir eina steypafinalu, sum ÍF hevur havt. Og sjálvt um einki skal takast frá SÍ, so eru tað umstøðurnar hjá ÍF, sum hava yvirskuggað alt annað í sambandi við finaluna. Tað fær ikki verið øðrvísi.
Í grundspælinum í landskappingini tapti ÍF allar dystirnar, men síðani tá hevur tað gingið nógv betur. Serliga gjørdi tað mun, at Odd Eliasen kom aftur á hevaraplássið, tí tað gav samstundis fleiri øðrum leikarum møguleika fyri at fara aftur á tey plássini, teimum líkar best. Síðani tá hevur alt verið nógv betri, og tað hevur eisini rættvísgjørt, at ÍF var annað liðið í steypafinaluni.
Vikuskiftið áðrenn finaluna hendi so tað, at Odd Eliasen sleit sær hælsinuna í dysti móti Fleyr. Ein dyggur smeitur fyri liðið, og tað gjørdist heldur ikki frægari av, at Jan Áki Olsen eisini varð skaddur í sama dysti. Ein annar av lyklaleikarunum, Bartal Eliasen, hevði verið á venjingarlegu við fótbóltslandsliðnum á Kypros alla vikuna upp undir finaluna, so umstøðurnar vóru alt annað enn optimalar hjá fuglfirðingum. Onkur glotti var kanska kortini at hóma. Veteranurin Bjarne Hansen var komin við aftur og skuldi styrkja liðið til finaluna. Men náttina fyri finaluna misti hann mammu sína, og so fekk hann sjálvandi heldur ikki verið við.
So SÍ var risastórur favorittur. Sørvingar stillaðu við sterkastu manning og høvdu enntá fingið veteranin Annfinn Joensen við eisini, so her skuldi ikki verið tað stóra at tosa um. Og tað bleiv tað heldur ikki.
Løgdu hart út
Tá sørvingar ein og ein í nummarrøð runnu inn á vøllin áðrenn dysturin skuldi byrja, var tað rættiliga stuttligt at síggja, at tað vóru teir lægstu sum komu inn fyrst. Men eingin skuldi lata seg lumpa: Sum teir komu inn, gjørdust teir bara størri og størri, og tá so Rajko Petrovic við sínum tveimum metrum og eina sentimetri kom inn á vøllin, hevði tú longu varhugan av, at hetta fór at vera fyribils hæddarpunktið hjá flogbóltinum í Sørvági.
Heilt frá byrjan sá tað út til, at SÍ fór at vinna stórt. Teir løgdu seg beinanvegin á odda 5-0 og seinni eisini 10-3 og 19-10. ÍF hevði einki mótsvar til óhugnaliga sterka blokkin hjá SÍ. Annfinn Joensen (195 cm) og Rajko Petrovic (201 cm) blokkaðu so væl, at teir ikki bara steðgaðu álopsroyndunum hjá fuglfirðingum, men ofta endaði blokkurin eisini beint niðri í gólvinum hjá ÍF, so hann var effektivur bæði so og so.
Settið endaði 25-15, og tá hevði ÍF bara vunnið heilt fáar bóltar. Nógv av stigunum hjá teimum komu av feilum, sum SÍ gjørdi.
Í øðrum setti var øðrvísi. ÍF-liðið var sum hamskift. Teir løgdu seg framum frá byrjan, og síðani hildu teir seg 3-4 stig frammanfyri rættiliga leingi. Sørvingar fóru eisini at gera feilir, bæði frammi við netið og longri afturi á vøllinum, og tá støðan var 14-9, bleiv neyðugt hjá SÍ at taka time-out. Tað hjálpti, tí rútman hjá ÍF bleiv brotin, og so tók SÍ teir aftur. Endin á hesum settinum bleiv sera javnur. ÍF var eitt skifti á odda 21-20, men tá avtornaði, fóru sørvingar eisini avstað við hesum settinum, 26-24.
Eingin slingur í valsinum
Tú sat við einum varhuga av, at fuglfirðingar høvdu givið tað teir kundu í øðrum setti, og at krútið nú so smátt var við at vera uppi. Og so var.
Eftir at teir høvdu verið trilvandi í øðrum setti vóru SÍ-ararnir nú aftur komnir upp í umsnaringar, og í triðja setti høvdu teir tamarhald á støðuni frá byrjan til enda. ÍF tók time-out við 13-7 og 17-11, men tað munti einki. SÍ hevði yvirvág, og við 24-14 høvdu teir dystarbólt. Nú hava sørvingar sum so ikki serliga góðar royndir við dystarbóltum, men hesaferð var eingin slingur í valsinum.
Allan dystin ígjøgnum hevði vælvaksni blokkurin verið eitt av sterkastu vápnum hjá SÍ, og tað var eisini blokkurin, sum tryggjaði teimum seinasta og avgerandi stigið í dystinum. Men tað stuttliga var, at tað hesaferð var lægsti maður á liðnum, Kaj á Stongum, sum saman við Annfinni Joensen blokkaði dystarbóltin niður í gólvið hjá ÍF. Nei, flogbóltur snýr seg ikki bara um hædd ? als ikki.
SÍ vann altso steypafinaluna, og tað var væntað. Tað er væl møguligt, at teir eisini høvdu vunnið, um ÍF hevði verið við fullari styrki, men tað ber ikki til at gita um slíkt. Dysturin er spældur og avgjørdur, og so ikki meir um tað.
Samanumtikið bleiv finalan ongantíð serliga spennandi, og tað var spell. Bara í øðrum setti beit ÍF frá sær, men annars var munurin á liðunum ov stórur til, at tað nakrantíð kom veruligur spenningur í. Av tí sama kann eingin ivi vera um, at rætta liðið vann.
Hjartaliga tillukku, SÍ.
Til stuttleika kann at enda skoytast uppí, at tvíburðabrøðurnir Borko og Boban Ilic nú hava vunnið og tapt eina steypafinalu í part. Boban vann hana í fjør við ÍF móti Mjølni, sum Borko tá var leikandi venjari hjá. Í ár vann Borko so finaluna saman við SÍ móti ÍF og tvíburðinum Boban. Í leikarayvirlitinum í leikskránni til finalurnar stendur annars, at Borko hjá SÍ er 192 sentimetrar høgur, meðan Boban bert er 191 sentimetrar. Men tað er kanska tí, at Borko hevur eitt sindur longri hár enn Boban.