Sjálvstýri, at samgongan ætlar at leggja dent at fáa læknar í starv, men tey halda, at tað er skeivt at gera tað mitt í einum ári. Hinvegin halda tey, at hetta er eitt mál, sum tey eiga at taka upp í sambandi [...] tað eru ikki pengar at seta teir í starv fyri. Men hesum tekur samgongan ikki undir við. Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum, helt Miðflokkurin, at tað var ikki sørt av eini provokatión at mæla til [...] Tað verður ikki á hesum sinni, at Løgtingið fer at játta meiri pengar til at seta fleiri yngri læknar í starv í heilsuverkinum. Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur annars lagt uppskot
Fisheries and Aquatic Resources” vita framhaldandi ikki, hvat hetta er fyri eitt dýr, men tey halda, at hetta kanska er ein hvalur. - Men, vit vita ikki, hvat slagið er, og tískil er dýrið framhaldandi ókent [...] Badillo og fleiri onnur sóu í gjár seks metrar langa “kjøtklumpin” á strondini, men tey ánaðu ikki, hvat hetta er. Seinnu komu so havlívfrøðingar á staðið og tóku royndir av havdýrinum. Serfrøðingar innan [...] fara eisini at gera dna-greiningar. Sagt verður úr økinum, at lukturin er øgiligur og kundi saktans stava frá einari aðrari klótu, sigur fiskiveiðieftirlitsmaðurin, Vox Krusada. Eftir, at Vox Krusada hevði
sigur, at hóast umhvørvið í Syðrugøtu er ógvuliga avmarkað, so munnu flestu kortini taka ímóti G! gestunum við opnum ørmum. - Eg skal ikki siga, at onkur ikki kann troyttast, men eg veit, at tað eisini [...] annað. Hetta er eitt kærkomið tiltak við nógvum dugnaligum eldsálum aftanfyri, og vit fegnast um, at G! hevur so stóra undirtøku millum so mong. Jóhan Christiansen heldur, at flestu í Syðrugøtu og í Eysturkommunu [...] pensjónistar í Syðrugøtu sum standa og smyrja breyð til G! gestirnar. Borgarstjórin sigur, at honum dámar væl at vera á G!, tí her er høvi at taka sær av løttum eina løtu. Honum dámar at ganga og heilsa
sum siga, at teir hava ella fáa onga ábyrgd, í ríkisfelagsskapi við Grønland og danmark, skulu vita, at vit eru heilt nógv sum vilja verða í ríkisfelagsskapi saman við Grønlandi og Danmark. Hetta gevur okkum [...] okkum eitt frælsi, sum loysingarpolitikarar ætla at taka frá okkum. Hetta forðar okkum ikki í, at skipa samfelagið til gagns fyri allar føroyingar, eisini tykkum sum vilja hava loysing. Burturoyðsla ogn [...] loysingarpolitikarar tosa um, at tað er prógva, at Danmark fær hetta ískoyti fleirfalda aftur, kann tað ikki verða størri ábyrgdarloysi enn tað hendan samgongan hevur gjørt, við at minka um ískoyti úr Danmark
upp, enn man klárar at baka. Tað kann væl vera at hetta breyðið er í størra lagi, men tað veit so ongin fyrr enn nøkur ár eru fráliðin. Vit hava tíbetur enn fólk í Føroyum sum tora at váða nakað. Hvussu [...] krónur í skipið afturat, - eru vit nóg nógv, so ger tað eisini mun. Eg haldi at tað var rætt av landsstýrinum ikki at játta veðhald, men haldi at Landsstýrið skuldi sett tær 25 mió. í felagið, havandi [...] havandi í huga teir risastóru ringvirkningar ið skipið hevur á alt samfelagið. Í ringasta føri, at partapeningurin verður mistur, so eru tær 25 mió langt síðani innafturkomnar í samfelagið. Hetta kundi væl verið
biðið pressuna um at halda seg burtur, er rætt at virða hetta. Hetta aktuella dømið eigur eisini at minna føroysku pressuna á, hvat er rætt og rímuligt at bera alment fram í Føroyum. Ikki tí. Føroyska pressan [...] familjuni nær, at inni á Ríkissjúkrahúsinum sita pressufólk inni á gongini, soleiðis at starvsfólkið noyðist at halda vakt til tess at verja familjuna. At pressan er úti um seg og roynir at fáa eina søgu [...] tað vil siga, har ikki er komandi at uttan forðingar, er heldur ikki loyvt pressuni at koma. Vit kenna dømi um, at myndamenn hava tikið myndir inn á privat umráði hjá fólki, og ikki eru komnir væl frá
Sunnumorgunin fekk løgreglan boð um, at bardagi var við eitt skeinkistað í Tórsgøtu, og har hevði knívur verið á lofti. Hetta var klokkan 3.30 sunnumorgunin og tað vísti seg, at ein blaðungur drongur hevði stungið [...] stungið ein annan blaðungan drong í ryggin. Hetta var við einum vanligum felliknívi, sum nógv fólk ganga við í lummanum til dagligt Sárið var ikki so djúpt og eftir viðgerð á Landssjúkrahúsinum, varð drongurin [...] sum fór fram. Av tí, at málið er so álvarsligt, varð hann førdur fyri rættin í gjár og har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur og hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at fáa greiði á, hvat er
er skjótt at staðfesta, at tað er ikki einki í tí, sum roynda flakakvinnan førir fram. Á mongum virkjum eru sjálvandi nógv ung til arbeiðis, saman við fólki í rímiliga høgum aldri. Men tey í miðjum aldri [...] eg hug at fara út at fáa mær eitt arbeiði. Men tja, eg veit ikki, tað var kanska eitt sindur tilfeldugt at tað júst var fiskaarbeiði, sum bleiv mítt lívsstarv, greiðir hon frá. Bjørg gjørdi ikki mætari [...] mætari, enn at hon fór oman á flakavirkið í bygdini, og spurdi um nakað arbeiði var. Nógv arbeiði var í landinum um hetta mundið, og nógv fólk úr øðrum londum fingu arbeiði í Føroyum. Svarið sum Bjørg fekk frá
Tað lá ikki fyri at fara við hesaferð. Og tað er jú í veruleikanum spell. Men millum annað ein fundur í UEFA gjørdi, at tað ikki lá fyri, sigur Christian Andreasen. Hann sigur, at fótbólturin í Føroyum [...] kanska eisini áttu at vunnið móti Ungarn, so vit kundu í veruleikanum verið væl við í kappingini, sigur Christian Andreasen. Hann hevur ikki verið við í Grikkalandi, men hevur tó sæð dystin í sjónvarpinum. [...] komi jú úr Brasilia í summar, har Grikkaland spældi seg í áttandaparts finaluna, og liðið liggur millum 20 tey fremst seedaðu liðini. So tað er einki at ivast í, at ítróttarliga er hetta úrslitið móti Grikkalandi
neyðugt er at taka tøk. Soleiðis var í Saltangará í vikuskiftinum. Fríggjadagin og leygardagin landaðu ikki færri enn 10 ísfiskatrolarar í Saltangará. Allir høvdu nógvan fisk, og hetta merkti, at neyðugt [...] Ikki færri enn seks ísfiskatrolarar landaðu í Saltangará leygardagin, og hetta hevði við sær, at heili 18 mans vóru til arbeiðis á landingarmiðstøðini í Saltangará Tá arbeiðsorkan er stór, og væl verður [...] hvørt parið. At kalla øll veiðan hjá ísfiskatrolarunum er upsi. Á landingarmiðstøðini verður ikki roknað við tí nógva í hesi vikuni, nú partrolararnir hava verið inni. Væntandi er tó, at línuskipið Váðasteinur