Nógvar og stórar landingar í Saltangará

Ikki færri enn seks ísfiskatrolarar landaðu í Saltangará leygardagin, og hetta hevði við sær, at heili 18 mans vóru til arbeiðis á landingarmiðstøðini í Saltangará Tá arbeiðsorkan er stór, og væl verður skipað fyri, letur nógv seg gera, tá neyðugt er at taka tøk.

Soleiðis var í Saltangará í vikuskiftinum.

Fríggjadagin og leygardagin landaðu ikki færri enn 10 ísfiskatrolarar í Saltangará. Allir høvdu nógvan fisk, og hetta merkti, at neyðugt var við nógvum fólki til arbeiðis á landingarmiðstøðini.

Landað varð við trimum holdum, har 4 eru í hvørjum holdi, umframt menn í krana og á trucki.

Soleiðis telir hvørt landingarlið tilsamans seks mans, og á trimum liðum eru teir tá 18 í tali.

Fríggjadagin landaðu leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, umleið 350.000 pund og Jaspis og Ametyst 220.000 pund.

Leygardagurin var hin stóri dagurin. Tá vóru ikki færri enn seks skip inni, øll við nógvum fiski.

Skipini, sum hendan dagin høvdu størstu nøgdirnar, vóru Heykur og Falkur, sum høvdu stívliga 400.000 pund tilsamans.

Hini bæði pørini hjá Faroe Seafood, Stelkur og Bakur og Rókur og Lerkur, høvdu 320.000 pund hvørt parið.

At kalla øll veiðan hjá ísfiskatrolarunum er upsi.

Á landingarmiðstøðini verður ikki roknað við tí nógva í hesi vikuni, nú partrolararnir hava verið inni.

Væntandi er tó, at línuskipið Váðasteinur kemur inn at landa. Teir hava roynt á Íslandsrygginum, og væntandi er, at Váðasteinur fer at hava stívliga 50.000 pund, tá teir koma inn.