Hesir politikarar sum siga, at teir hava ella fáa onga ábyrgd, í ríkisfelagsskapi við Grønland og danmark, skulu vita, at vit eru heilt nógv sum vilja verða í ríkisfelagsskapi saman við Grønlandi og Danmark. Hetta gevur okkum eitt frælsi, sum loysingarpolitikarar ætla at taka frá okkum.
Hetta forðar okkum ikki í, at skipa samfelagið til gagns fyri allar føroyingar, eisini tykkum sum vilja hava loysing.
Burturoyðsla ogn Føroya fólks
Ískoyti úr Danmark hava vit heldur ongar trupuleikar av og tá ið loysingarpolitikarar tosa um, at tað er prógva, at Danmark fær hetta ískoyti fleirfalda aftur, kann tað ikki verða størri ábyrgdarloysi enn tað hendan samgongan hevur gjørt, við at minka um ískoyti úr Danmark.
Við hesari útsøgn og við at minka ískoyti, má sigast, at samgongan hevur burturoyðsla 356 mill av ogn føroya fólks.
Gávan úr Íslandi
Føroyar hava fingið fiskirættindi frá Íslandi í nógv ár, og takk skulu teir hava fyri tað, uttan at Føroyar hava goldið naka afturfyri. Fáa loysingarpolitikarar ábyrgd tá ið teir móttaka gávur?
Hví hava loysingarpolitikarar hendan dupultmoralin, at tað sum kemur frá øðrum londum hevur ongar avleiðingar, meðan tað sum kemur úr Danmark er rótin til alt ringt.
Hvar og hvat er munurin?
Øll sambands og samríkisfólk, ung sum gomul, siti ikki heima 20. november, men fari á val og seti krossin við eitt av umboðum Sambandsfloksins, hetta merkir eisini eina atkvøðu fyri frælsið.