G! er eitt super tiltak

- Mær dámar so væl G!, tí her er eftir mínum tykki meira hugni, og so er G! ikki so kommersielt, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu.

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, hevur flestu árini, síðan G! byrjaði, verið heima til hetta stóra tónleikafestivaltiltak í Syðrugøtu.

 

- Sjálvsagt hava vit onkrar uppgávur við eitt nú skelting av vegum og annað. Hetta er eitt kærkomið tiltak við nógvum dugnaligum eldsálum aftanfyri, og vit fegnast um, at G! hevur so stóra undirtøku millum so mong.

 

Jóhan Christiansen heldur, at flestu í Syðrugøtu og í Eysturkommunu annars eru fegin um hetta tiltak, og sjálvur heldur hann, at G! er eitt super tiltak, sum borgarstjórin tekur til.

 

- Mær dámar so væl G!, tí her er eftir mínum tykki meira hugni, og so er G! ikki so kommersielt, heldur hann.

 

Jóhan Christiansen sigur, at hóast umhvørvið í Syðrugøtu er ógvuliga avmarkað, so munnu flestu kortini taka ímóti G! gestunum við opnum ørmum.

 

- Eg skal ikki siga, at onkur ikki kann troyttast, men eg veit, at tað eisini eru pensjónistar í Syðrugøtu sum standa og smyrja breyð til G! gestirnar.

 

Borgarstjórin sigur, at honum dámar væl at vera á G!, tí her er høvi at taka sær av løttum eina løtu. Honum dámar at ganga og heilsa upp á fólk, skifta orð við fólk og lurta eftir tónleki.

 

- Jú, hetta er eitt serstakt og hugnaligt tiltak, sum setir okkara kommunu á Føroyakortið og kanska meira enn tað, sigur Jóhan Christiansen.