Føroyska flakavinnan hevur verið fyri mongum broytingum tey seinastu 20-30 árini. Bæði nøgdir, prísir og tal av starvsfólkum hava gingið upp og niður - kanska mest niður.
Tað hevur víst seg, at tá væl av øðrum arbeiðum var at fáa innan aðrar vinnugreinar, so fóru fólk frá flakaborðunum í tað arbeiðið.
Men so skjótt sum tíðirnar versnaðu aftur, valdu tey aftur at fáa sær arbeiði á einum flakavirki.
Undir hesum skiftandi umstøðunum hevur Bjørg Hellu Nielsen arbeitt í fiski heilt síðani 1986. Og tað hevur henni dámað sera væl, hóast tað uttan iva eru tey, sum halda lítið um hetta slag av arbeiði.
- Eg skilji ikki, hvat fólk hava ímóti fiskaarbeiði, - ella hví fólk hava nakað ímóti fiskaarbeiði.
- Eg havi arbeitt í fiski í samfull 22 ár, og ja, eg havi trivist væl allatíðina, slær 60 ára gamla vestmannakonan fast.
Pakkari
Tey fyrstu árini, meðan børnini hjá Bjørg vóru smá, var hon heima og ansaði teimum.
- Tá tey vóru blivin størri, hevði eg hug at fara út at fáa mær eitt arbeiði. Men tja, eg veit ikki, tað var kanska eitt sindur tilfeldugt at tað júst var fiskaarbeiði, sum bleiv mítt lívsstarv, greiðir hon frá.
Bjørg gjørdi ikki mætari, enn at hon fór oman á flakavirkið í bygdini, og spurdi um nakað arbeiði var. Nógv arbeiði var í landinum um hetta mundið, og nógv fólk úr øðrum londum fingu arbeiði í Føroyum.
Svarið sum Bjørg fekk frá virkisleiðsluni var játtandi, og kundi hon nærum byrja beinanvegin henda dagin í 1986.
Arbeiði hennara var inni á virkinum, og varð hon rættiliga skjótt sett at arbeiða í pakkingini. Og tað gjørdi hon so tey næstu 22 árini.
- Tá so tann, sum arbeiddi her í kaffistovuni gavst, spurdi eg um ikki kundi yvirtaka hennara arbeiði. Og her havi eg so verið í tvey ár.
- Og her dámar mær sera væl at vera, greiðir hon frá.
Altjóða umhvørvi
Síðani Bjørg byrjaði at arbeiða á flakavirkinum fyri 24 árum síðani, eru stórar broytingar farnar fram innan fiskivinnuna, eisini her á virkinum í Vestmanna.
- Men eg haldi tó, at trivnaðurin er einki broyttur. Hann hevur allatíðina verið sera góður, slær Bjørg fast.
Nøkur teirra hava m.a. verið í Onglandi og í Skotlandi og ferðast saman, og spara nú upp aftur til enn eina ferð einaferð seinni.
Arbeiðið á virkinum er skipað í tvær 8-tíma vaktir. Onnur møtir kl. 8 og hin kl. 16, sum skiftast um vaktirnar aðru hvørja viku.
Á teirri fyrru vaktini koma so mikið nógv fólk úr Vágum, at tey verða koyrd fram og aftur við bussi. Fleiri teirra koma haraftrat úr øðrum londum, m.a. Mexico.
- Tað er henda vaktin sum er til arbeiðis nú. Á hini vaktini eru flest fólk úr Vestmanna, sigur Bjørg.
Tempo
Flakavirkið í Vestmanna hevur eisini merkt til skiftandi ráfiskanøgdir og prísir gjøgnum árini, og herfyri var eitt rættiliga stórt tal av arbeiðsfólkunum søgd úr starvi.
Arbeiðsgongdin er munandi broytt í tráð við menningina innan fiskivinnuna, og tað hevur sjálvandi gjørt sítt til at virkinum ikki tørvar eins stórt tal av arbeiðsfólkum og so mangan áður.
- Ja, arbeiðið er vorðið nógv meiri effektivt, og serliga í ár eru stórar og avgerandi broytingar hendar á hesum økinum, vísir Bjørg á.
Ein fylgja av hesi effektiviseringini er, at meiri rávøra kann fara ígjøgnum. Og tað krevur sjálvandi, at arbeiðið av tí sama gongur munandi skjótari.
- Í dag skal alt ganga skjótt fyri seg. Og soleiðis má tað bara vera, um vit skulu yvirliva sum virki. Ja, tað er helst so, at mest møguligt skal koyrast ígjøgnum við fægst møguligum fólkum.
Bjørg hevur skilt á skerarunum, at tey hava úr at gera alla tíðina. Nú arbeiða tey ikki longur í egnum tempo, men við eitt samliband, har fiskurin bara fer framvið.
- Tað má bara vera soleiðis í framtíðini, sigur Bjørg hugsunarsom.
Lesa, lesa og lesa
- Tað vantar eitt heilt ættarlið í, sigur Bjørg Hellu Nielsen álvarsom.
Hyggur tú eftir aldursbýtinum á teimum ymisku flakavirkjunum kring landið, er skjótt at staðfesta, at tað er ikki einki í tí, sum roynda flakakvinnan førir fram.
Á mongum virkjum eru sjálvandi nógv ung til arbeiðis, saman við fólki í rímiliga høgum aldri. Men tey í miðjum aldri, tíma ella vilja ikki arbeiða á einum slíkum staði sum einum flakavirki.
Og sambært Bjørg kemur hetta ikki av ongum. Hetta er somuleiðis holdningurin frá hægsta staði:
- Tú hoyrir politikkararnar allatíðina tosa um, at tey ungu skulu lesa, lesa og lesa - altso at ungdómurin skal lesa.
- Men hetta arbeiðið á einum flakavirkið, tað skal so eisini gerast. Missa vit fiskivinnuna, - hvat so?, spyr 60 ára gamla flakakvinnan.









