Christian Andreasen, FSF forseti, var ikki við í Grikkalandi, millum annað av UEFA fundi, men úrslitið kemur ikki heilt óvæntað.
- Hetta er nakað, sum hevur verið á veg leingi. Vit kundu og áttu at fingið stig móti Finlandi, og vit kundu og kanska eisini áttu at vunnið móti Ungarn, so vit kundu í veruleikanum verið væl við í kappingini, sigur Christian Andreasen.
Hann hevur ikki verið við í Grikkalandi, men hevur tó sæð dystin í sjónvarpinum.
- Tað lá ikki fyri at fara við hesaferð. Og tað er jú í veruleikanum spell. Men millum annað ein fundur í UEFA gjørdi, at tað ikki lá fyri, sigur Christian Andreasen.
Hann sigur, at fótbólturin í Føroyum als ikki er so illa fyri.
- Vit hava nógvar ungar leikarar á veg, og úrslitini hjá U21 landsliðnum hava eisini verið framúr. Dysturin í Grikkalandi í gjárkvøldið er garanterað besti dysturin, eg havi sæð. Vit vóru jú einir seks mans í álopi, tá ið málið kom, og tað er púra óhoyrt, sigur Christian Andreasen.
Hann heldur, at hetta er størsta úrslitið hjá einum føroyskum landsliði nakrantíð.
- Vit vita øll væl, hvat úrslitið móti Eysturríki á sinni týddi. Men eg komi jú úr Brasilia í summar, har Grikkaland spældi seg í áttandaparts finaluna, og liðið liggur millum 20 tey fremst seedaðu liðini. So tað er einki at ivast í, at ítróttarliga er hetta úrslitið móti Grikkalandi tað størsta, sigur Christian Andreasen.