Hóast fjølmiðlarnir eiga at vera framvið og altíð halda í oyrunum á teimum, sum valdið hava, eru tó løtur, har pressan eigur at halda í egin oyru og virða tey ynski, fólk hava.
Eitt slíkt dømi er tað, sum nú er farið fram í København í samband við skurðviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, har ein føroysk genta hevur fingið blóð, sum latið er av donori, ið seinni er testaður HIV positivur.
Hesin sorgarleikur hevur havt við sær, at samlaða, danska pressan hevur lagt ring um bæði Ríkissjúkrahúsið og Hotel Tórshavn, har foreldrini at gentuni búgva, meðan tey eru í København.
So galið er tað, siga keldur, sum standa familjuni nær, at inni á Ríkissjúkrahúsinum sita pressufólk inni á gongini, soleiðis at starvsfólkið noyðist at halda vakt til tess at verja familjuna.
At pressan er úti um seg og roynir at fáa eina søgu, har søgan finst, er júst, sum tað eigur at vera. Men einastaðni eigur eitt mark kortini at verða sett.
Hóast vit hava pressufrælsi í landinum, er tað frælsið kortini ikki galdandi longri enn hagar, almenna atgongdin røkkur. Inni á privatum øki, tað vil siga, har ikki er komandi at uttan forðingar, er heldur ikki loyvt pressuni at koma.
Vit kenna dømi um, at myndamenn hava tikið myndir inn á privat umráði hjá fólki, og ikki eru komnir væl frá hesum.
Men eitt er, hvat lógir og reglur siga. Eitt annað er, hvat pressunnar egni etikkur loyvir pressuni at gera.
Greitt er, at í slíkum máli, sum hesum, eigur pressan at gera sært heilt greitt, hvussu støðan hjá teimum avvarðandi er, og handla hareftir. Og tá foreldrini beinleiðis í tíðindaskrivi hava biðið pressuna um at halda seg burtur, er rætt at virða hetta.
Hetta aktuella dømið eigur eisini at minna føroysku pressuna á, hvat er rætt og rímuligt at bera alment fram í Føroyum.
Ikki tí. Føroyska pressan hevur sum heild verið rættiliga sámulig í so máta. Og stundum kanska í so sámulig, tí tað eru hóast alt mál, har pressan eigur at vera nærgangandi.
Hinvegin eigur pressan eisini at seta krøv til teirra, sum vilja brúka pressuna. Hugsað verður her serliga um serføroyska fyribrigdið dulnevnd lesarabrøv.
Líka ófantaligt, tað er at troðka seg inn á fólk, sum rakt eru av vanlukku, er tað at leggja á navngivnar persónar, uttan at tora at leggja egið navn til. Og her hevur pressan eina stóra ábyrgd.
Tíðin er helst komin hagar til, at skrivaða, føroyska pressan fer at taka hetta mál upp og avgera, um bløðini yvirhøvur skulu loyva at prenta dulnevnd lesarabrøv.
Í øllum førum hevði tað gagnað ummælinum hjá pressuni millum manna, um slíkt ikki sást á prenti aftur. Og samstundis kundi tað verið ein læra til teirra, sum fegin vilja sleppa í fjølmiðlarnar, men ikki hava mansmót og -hjarta til at standa við sínar meiningar.









