Lokalu íbúgvarnir í filipinska landslutinum Oriental Mindoro gjørdist ikki sørt óttafullir, tá eitt higartil ókent havdýr skolaði upp á land á strondini.
- Nógv gjørdust óttafull, eisini eg sjálvur, tá vit sóu havdýrið. Sagt verður, at tá skrímsl úr dýpinum síggjast, fer okkurt keðiligt at henda, sigur ein av íbúgvunum, Vincent Dela Peña Badillo, við tíðindastovuna, Newsflare.
Vincent Dela Peña Badillo og fleiri onnur sóu í gjár seks metrar langa “kjøtklumpin” á strondini, men tey ánaðu ikki, hvat hetta er. Seinnu komu so havlívfrøðingar á staðið og tóku royndir av havdýrinum.
Serfrøðingar innan landsins “Bureau of Fisheries and Aquatic Resources” vita framhaldandi ikki, hvat hetta er fyri eitt dýr, men tey halda, at hetta kanska er ein hvalur.
- Men, vit vita ikki, hvat slagið er, og tískil er dýrið framhaldandi ókent. Vit hava sent royndir til okkara kanningarstovu og fara eisini at gera dna-greiningar.
Sagt verður úr økinum, at lukturin er øgiligur og kundi saktans stava frá einari aðrari klótu, sigur fiskiveiðieftirlitsmaðurin, Vox Krusada.
Eftir, at Vox Krusada hevði fingið sær eitt brúsubað, føldi hann framvegis øgiliga luktin av skrímslinum – ella seks metrar langa “kjøtklumpinum” - sita í nøsini.