verið skjótari, men Pride lá inni á Strondum og tað tók sína tíð at fáa hann kláran, sigur Reidar Nónfjall. - Henda leiðin er truplari enn t.d. leiðin til Klaksvíkar ella Vágarnar, tí har eru onnur skip [...] er bert tað eina, sigur Reidar Nónfjall, ið annars bleiv uppringdur av fólki alt leygarkvøldið . - Men eg haldi fólk skiltu væl støðuna, tá tey fingu eina frágreiðing, sigur Reidar Nónfjall. Tað hevði kanska [...] kanska verið gott við Teistanum ein slíkan dag? - Ja, tað kom eg kanska eisini at hugsa um, men vit hava Pride, sum tekur 225 fólk um summari og 160 um veturin, sigur Reidar Nónfjall. - Men vit kundu kanska
-Eg haldi tað er sera løgið, at hesir flokkar, sum geva seg út fyri at vera Føroyavinir, ikki stuðlaðu avtaluni. Vit spurdu Jóannes Eidesgaard, nú avtalan er endaliga góðkend, um ynski hansara til formannin [...] um at geva Føroyum eina góða avtalu, eru gingin á møti? -Tað haldi eg avgjørt. Eg føli eisini, at danski javnaðarflokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði fyri at fáa okkum føroyingum eina góða avtalu. -Men [...] imurin, Jóannes Eidesgaard sum, at flokkarnir ikki vildu góðkenna avtaluna við Føroyar. -Eg haldi tað er rættiliga áhugavert, at síggja, at hvørgin av hesum flokkunum atkvøður fyri avtaluni, nú tá nettup
Vági. Tað hevur eisini verið ført fram, at ferjulegan á Drelnesi er ein almenn íløga. Tað er ikki beint, og helst skuldu tit halda tykkum til sannleikan. Tað er Tvøroyrar kommuna, sum hevur gjørt tað arbeiði [...] løgd uttan fyri miðstaðarøkið verður tað at fremja framburð og gera tað, at tilboðini verða fleiri til tann ungdóm, sum í dag einki annað val hevur uttan at flyta til Tórshavn. Tjóðveldisflokkurin hevur [...] Danmark. Tað er ein greið støða, men ein loysing hevur stórar skyldur við sær. Er tað ætlanin at varðveita verðandi bústaðarmynstur, ella er tað ætlanin, at Føroyar eru bert miðstaðarøki, verður tað ein loysing
móttøkuna, tá teir komu aftur til bygdina. Jóna Petersen sigur, at tað hesi seinnu árini hevur verið trupult at manna bátarnar, og tá tað hevur eydnast, so hevur tað ofta fyri tað mesta verið soleiðis, at teir [...] 1980 og í 1981. ? Tað hevði verið stuttligt, og tað vóna vit, men tað velst um, hvussu tað verður við fólkinum. Í ár hava teir somu sjey verið umborð á Junkaranum alla tíðina, og tað er heilt øðrvísi enn [...] útfyri, um líkindi eru til tað. Gylt tíðarskeið Tað skal rógvast um plaseringarnar og stigini á Vestanstevnu og á ólavsøku, og sjálvandi fara allar manningarnar at leggja alt tað teir eiga í fyri at røkka
hálva bátslongd frammanfyri Snopprikkin. ? Tað hevur ikki gingið so væl higartil í ár, men eg skal ikki dylja yvir, at vit høvdu gott mót, tá vit fóru suður. Tað er Anfinn Gærdum, formaður í róðrarfelagnum [...] lærdi hann teir? ? Tað skulu ofta ikki stórvegis broytingar til fyri at fáa bátin at skikka sær øðrvísi og ganga betur. Nú var málið túsund og ikki fimtan hundrað metrar, og so hevur tað t.d. stóran týdning [...] eri eg tær svar skyldugur, men vit mugu bara staðfesta, at tað hevur ikki gingið so væl á longra teininum. Og tað rokni eg við hevur nakað við tað at gera, at vit fóru eitt sindur seint undir venjingina.
sjálvsagdar, at tey neyvan koma til hugs, at tær ikki eru til staðar. Tað eru helst tey, sum enn ivast í, um tað veruliga er neyðugt at fara undir slíkt stórverk, sum tað tykist vera at rudda upp og skipa [...] á, at tað ber væl til at bøta um tann almenna sektorin við atliti til hesi fýra: orkuna, leiðsluna, vitanarinfrastrukturin og politisku ráðgevingina við á leið somu tiltøkum. Nógv bendir á, at tað ber til [...] ein almennan bygnað við vinnuligum karmum fyri eyga. Mong vóna helst, at tað ber til fyriuttan. Eg ivist í um tað yvirhøvur ber til at skapa karmar um eina modernaða vinnu í Føroyum anno 2000 uttan at lyfta
Fængsel er tað fongslið í Danmark, sum hevði mest rokkarar sitandi, tá ið rokkarakríggið var upp á tað ringasta. Allir sótu teir í ?Sydfløjen?, og Birgir hevði dagligani nógv samband við teir. Tað var tó altíð [...] Birgir sigur tó, at tað hoyrdist væl, hvussu fangin glepsaði við tonnunum. Alt hetta er tó bert ein nátúrligur partur av arbeiðinum, sum Birgir trívist væl í. Starvsfólkið hava tað gott saman, og eisini hava [...] fangar hildu, at hetta var at gera mismun. Tekur trý ár at læra til fangavørð Um tú ætlar tær at læra til fangavørð, so skalt tú seta trý ár av til hetta, tí at so long er lærutíðin. Av hesum er bert 10 mánaðir
Øgiliga stór broyting er í mun til tað gamla verkstaðið, men Martin sigur, at tað sær gott út. Búði 19 ár í Danmark Sum hjá so mongum øðrum seinmentum, so noyddist Martin til Danmarkar at verða sum barn. [...] væl dámar honum tíðindasendingarnar. Í dag er tað so almenna móttøkan, sum Martin fyrst og fremst gleðir seg til, men eisini gleðir hann seg sera nógv til fríggjakvøldið, tí tá skulu tey hava veitslu í [...] Vang Flaggdagin 1996 brendi verkstaðið Vón á Argjum niður í grund. Tað var av allarbesta veðri, og heilt fitt av fólki var komið saman til flagdagshald á Vaglinum, tá ið tjúkkur roykur sást koma av Argjum
ikki minst fleiri av fólkunum, sum skaptu ?Skotlandssiglingina? á sinni. Tað verður ov drúgvt her at taka upp alt tað, sum sagt var til móttøkuna, men ikki kann dyljast, at Sofus Poulsen hevur vunnið sær mangar [...] Sofus vísti við hesum til eina av mongu søgunum - anekdotunum, ið mynda støðuna. Tað var tá ein føroysk sendinevnd var í London fyri 20 árum síðani at tosa um fisk. Tá var tað ein av teimum bretsku l [...] they are talking about? (Harrar, tað er ein sonn frøi at tosa við fólk, sum veruliga vita, hvat tey tosa um.) Sofus Poulsen takkaði øllum fyri gott samstarv og ynskti alt gott fyri Føroya land.
krevur sín mann, og tað krevur ávísar eginleikar, og hesi krøv hevur Sofus útint til lítar. Tænastulyndið hevur eyðkent Sofus øll hesi mongu árini. Mangur føroyingur man hava notið gott av beinasemi hansara [...] tú ikki bert frá, tú sendi uppskot til bræv við, so alt var greitt, tað var bara hjá løgmanni at skriva undir. Hetta er dømi um rættan embætismann. Soleiðis skal tað vera! Góði Sofus. Tú ert væl kendur [...] Skotskur føroyingur Sum hjálparmaður hjá Odmark Skarðhamar fekk Sofus gott innlit í bretskt vinnulív og tørvin á góðari tænastu til rætta tíð. Sjálvur giftist Sofus skotskari konu og gjørdist hálvur skoti